Skúlasøgan

Um Klaksvíkar skúlasøgu verður í heilt stuttum greitt soleiðis frá:

Í 1833 varð skúli bygdur í Gerðum, sunnanfyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í
Gerðum”, men longu í 1948 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður.
Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini lántari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá
ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina (við KFUM), og verður hann tí vanliga
nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.

Í 1894 verður ein nýggjur skúli (í dag nevndur Gamli Skúli) tikin í nýtslu og skúlin við
skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í hesum skúlanum vóru 2 skúlastovur og íbúðir til 1.
læraran og ein annan lærara.

Í 1924 verður Nýggi Skúli á Skúlatrøð, sum í dag - kanska eitt sindur misvísandi - verður
nevndur Skúlin á Ziskatrøð, tikin í nýtslu. Hesin skúlin hevði upprunaliga 4 skúlastovur. Í 1935
varð niðara síða á skúlanum reist og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til
millum- og realskúlan.

Í 1939 varð fimleikarahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.

Í 1957-1961 varð bygd saman millum fimleikarahøllina og Nýggja Skúla, soleiðis at bygningurin
kom at síggja á leið soleiðis út, sum hann sær út framvegis. Við hesi útbyggingini fekk skúlin
13 skúlastovur afturat umframt 3 stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á
undirvísingarhølum var 29.

Í 1972 stóð serskúlin - millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla - sum umframt tvær skúlastovur
hevði sangstovu, evningstovu, verkstaðir til træ- og metalsmíð, 2 fimleikarhallir og
tannlæknastovu, liðugur.

Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna (sum stendur á Ziskatrøð) liðugur. Hann hevði upprunaliga 10
skúlastovur.

Í 1979 varð hann víðkaður við 5 stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist
sjálvstøðugur 1979, meðan tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.

Annars kann sigast, at KÍ-høllin og svimjihøllin eisini hoyra uppí skúlabygningar, tí tá ið hesir
bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í
1968 og svimjihøllin í 1974.

Sostatt eru gingin umleið 35 ár síðan seinastu skúlabygging í Klaksvík, til vit á vári í 2010 vóru
vitni til, at Skúlin við Ósánna fyri ein stóran part er tikin niður og nýggjur er bygdur.

Tann parturin av skúlanum, sum var tikin í brúk í 2010, er 2200 fermetrar til víddar, og víðari
byggingin fevnir um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin er 3100 fermetrar til støddar, 18
skúlastovur, 5 serstovur. Tær tríggjar hallirnar verða brúktar til: 1) Innskúlingina 2) miðskúlan og 3) framhaldsdeildina.

Í okt. 2010 var soppur staðfestur í Gamla skúla ( frá 1924 ) og í juli 2011 bleiv hesin rivin niður.

1. januar 2015 vórðu Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð lagdir saman til ein skúla. Samanlagdi skúlin eitur nú á Skúlatrøð.