Virðisgrundarlag

Sum starvsfólk á Skúlatrøð vilja vit standa saman um hesi virðir:

Felagskensla

- Vit vilja skipa fyri felags trivnaðar- og faktiltøkum fyri starvsfólkum
- Vit vilja skipa fyri felags upplivingum fyri næmingar
- Vit vilja standa saman um felags reglur og mannagongdir í skúlanum
- Vit vilja standa saman um at skapa eitt gott umdømi fyri skúlan
- Vit vilja hjálpa hvør øðrum sum starvsfólk

Virðing

- Vit vilja standa saman um at skapa virðing fyri skúlanum – bæði innan- og uttanhýsis
- Vit vilja virða starvsfelagar, næmingar og foreldur
- Vit eggja til opið og konstruktivt samskifti
- Vit vilja virða ognir skúlans og ognir hjá øðrum
- Vit vilja virða ynskir hjá lærarum um tímatalvuna og at leiðslan hevur avgerðarrættin

Skipað viðurskifti

- Vit vilja hava greiðar mannagongdir og meginreglur
- Vit vilja hava greið ábyrgdarbýti skipanarliga og fyri ymiskar uppgávur í skúlanum
- Vit vilja halda ásettar tíðarfreistir við. t.d. ársætlanum, tímabókum o.ø.