Næmingarnir hava fingið eitt skriv um "hjálp til skúlating" heim við í dag. Um tit ynskja hjálp, mugu tit fylla skjalið út og hava tað við í skúla skjótast gjørligt.
Vinarliga
Berit
6. A | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
---|---|---|---|---|---|
08:00 - 08:45 |
Enskt Klakk |
Rokning Berit |
Rokning Berit |
Nátt/tøkni Berit |
Rokning Berit |
08:45 - 09:30 |
Enskt Klakk |
Kristni Berit |
Søga/samtíð Berit |
Nátt/tøkni Berit |
Rokning Berit |
09:45 -10:30 |
Rokning Berit |
Danskt Berit |
Føroyskt Jónfríð |
Nátt/tøkni Berit |
Ítróttur |
10:30 - 11:15 |
Danskt Berit |
Danskt Berit |
Føroyskt Jónfríð |
Danskt Berit |
Ítróttur |
11:15 - 11:35 |
Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
11:45 - 12:30 |
H&L |
Enskt Klakk |
H&L |
Enskt Klakk |
Føroyskt Jónfríð |
12:30 - 13:15 |
H&L |
Føroyskt Jónfríð |
H&L |
Føroyskt Jónfríð |
Føroyskt Jónfríð |
13:25 - 14:10 | Kór (valfrítt) | ||||
14:05 - 14:50 |
Flokkurin hevur verið á bókasavninum og lænt sær bøkur. Tey hava bókina við heim til frílesing. Tó skulu tey hava bókasavnsbókina við í skúla hvønn dag.
Fyri at gerast ein góður lesari, má ein lesa og lesa og lesa…….. hvønn dag :)
Ætlanin var at hava felags foreldrafund í hesu vikuni, men orsaka av tilmælunum viðv. korona, so hava vit valt at útseta fundin í nakrar vikur, tit frætta. Her kemur tískil ein stutt kunning.
Sum tit síggja á tímatalvuni, so havi eg flokkin í sera nógvum lærugreinum, sama er galdandi fyri flokslærarnar í paralellflokkunum. Vit hava tí valt at gera eitt tvørfloksligt samstarv í lærugreinini "náttúra og tøkni". Allir 3. tímarnir eru lagdir hósdag, og koma lærarnir at skiftast um at hava ábyrgd fyri undirvísiningina, hetta eru vit sera spentar uppá - spyrjið næmingarnar hvat vit gjørdu seinasta hósdag :).
Í ítrótti sleppa vit bert at vera saman floksvís og einans svimjihøllin er tøk til nýtslu. Flokkarnir skiftast tí triðju hvørja viku at hava svimjing, hinar báðar vikurnar skipar flokslærarin fyri tímunum.
Vinarliga
Berit
Skrivað 22.03 (mynd tikin apríl 2019)
Nú kann tað næstan tykjast sum eg skrivi dagbók her, men hetta er bert ein lítil uppdatering frá mær :) Vónandi hava tit øll tað gott, eg síggi at allar flestu børnini hava gjørt emat-uppgávurnar, so tað er ordiliga deiligt.
Eg havi aftur hesa komandi vikuna lagt emat-uppgávur út. Hetta eru uppgávur, ið næmingarnir eiga at klára sjálvir, tey skulu ikki brúka roknimaskinu (eg veit at tað er lætt hjá mær at siga, men tit kunnu skylda uppá meg ;) ).
Nøkur tykkara sita allarhelst í sóttarhaldi, og kunnu tískil ikki fara av matriklinum, so eg fari at biðja børnini fara útum at hyggja eftir ymiskum vøkstri rundan um húsini hvønn dag í vikuni. Takið eina mynd hvønn dag av tí sama (td einum træi, runni, rabarbu ella blómu) - er nakar munur, tá ið vikan er liðug?
Heilsan
Berit
Føroyskt: Jónfríð Foldbo
Støddfrøði: Berit Norðoy
Danskt: Margretha Nystrøm Hansen
Kristni: Margretha Nystrøm Hansen
Náttúru og tøkni: Berit Norðoy
Handaverk og list: Bjørn Kalsø, Anja Samuelsen, Malan H. Hansen, Selma Larsen,
Lina Magnussen, Ragnhild Ellingsgaard
Fimleik: Berit Norðoy, Jóhannes Klakk, Malan H. Hansen, Selma Larsen, Eyðstein Poulsen og
Jórun Høgnesen
Næmingaráð
Jógvan Hvidbro fekk flest atkvøður í 5. flokkunum, tí hevur hann vunnið sær sæti í næmingaráðnum komandi árið. Í næmingaráðnum er eitt umboð fyri hvørt flokstrin frá 4. og upp til 9. flokk.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við valsigrinum, og gott nevndararbeiði.
H&L - bólkar
1. Køk 2. Evning 3. Íverksetan 4. Tónleik 5. Hondarb. 6. Smíð
Bólkarnir eru uml. 7 vikur í hvørjari lærugrein, so skifta tey.
Takk fyri ein góðan fund í kvøld. Sum avtalað, so havi eg skrivað eitt bræv til ítróttarlærarnar um brúsu og ítróttarklæðir. Eisini skal eg uppdaterað telefonlistan.
Vit avtalaðu tveir foreldrabólkar:
- ein heyst/vetrar bólk, ið páparnir taka sær av,
- og ein vár/summar bólk, sum mammurnar taka sær av :)
Heitt verður á foreldur og avvarandi at børnum, sum skulu til tannlækna, um at minna børnini á tíðina, ið tit hava fingið. Nú skúlin er í gerð, er ikki altíð møguligt hjá okkum at "rópa" ella at fara eftir børnunum fyri at minna tey á tíðina.
Vit síggja helst at avvarandi koma við børnunum, tá ið tey hava tíð til tannlækna. Um okkurt kemur í vegin, ella tað ikki liggur fyri at koma til tannlæknan, vilja vit heita á tykkum um at boða frá sum skjótast.