Flokkar
6. A

Foreldrafundur hóskvøldið kl. 19 í floksstovuni.

Møtið fjølment (sjálvt um korona herjar, so ynskja vit at síggja í øllum førum eitt umboð fyri hvørt barnið).

Føroyskt

Flokkurin hevur verið á bókasavninum og lænt sær bøkur. Tey hava bókina við heim til frílesing. Tó skulu tey hava bókasavnsbókina við í skúla hvønn dag.
Fyri at gerast ein góður lesari, má ein lesa og lesa og lesa…….. hvønn dag :)

Vika 43 - 2020

  • Mánadagur
    19. oktober
    Rokning
    Vit fara at rokna uppá tíð
    Dansk
    Vi forbereder os til diktat.
  • Týsdagur
    20. oktober
    Enskt
    Mállæra
    Vikuskema
    Í dag byrja vit uppá vikuskema.
    Føroyskt
    Heima:
    Frílesing
    Eg skrivi 6: s. 26 - 31, Vit taka saman um, tað vit hava arbeitt við "Skrínið"



    Í skúlanum:
    Regin og Sára: arbeiða við bókaummæli
  • Mikudagur
    21. oktober
    Søga
    Í dag fara vit at byrja uppá evnið:
    2. veraldarbardagi
    Føroyskt
    Heima: Frílesing

    Skúlanum:
    Regin og Sára: arbeiða við bókaummæli

  • Hósdagur
    22. oktober
    Foreldrafundur í kvøld kl. 19.00
    Vit møtast í floksstovuni
    Enskt
    Lesa og umseta s. 28
    N&T
    Í dag fáa vit vitjan av Megd
    Øll skulu hava okkurt "bind fyri eyguni" við í skúla í dag
    Føroyskt
    Heima: Bókaummæli inni á Teams

    Skúlanum:
    Regin og Sára: arbeiða við bókaummæli

    Bókin "Regin og Sára" SKAL latast inn í dag
  • Fríggjadagur
    23. oktober
    Ítróttur
    Gentur svimja
    Dreingir fimleikarhøll/kí-høll
    Føroyskt
    Heima: Bókaummæli inni á Teams


    Skúlanum:
    Regin og Sára: arbeiða við bókaummæli

Tímatalvan hjá 6.A

6. A Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45

Enskt

Klakk

Rokning

Berit

Rokning

Berit

Nátt/tøkni

Berit

Rokning

Berit

08:45 - 09:30

Enskt 

Klakk

Kristni

Berit

Søga/samtíð

Berit  

  Nátt/tøkni  

Berit

Rokning

Berit

09:45  -10:30      

Rokning

Berit

Danskt

Berit

Føroyskt

Jónfríð

Nátt/tøkni

Berit

Ítróttur

10:30 - 11:15

Danskt

Berit

Danskt  

Berit

Føroyskt 

Jónfríð 

Danskt

Berit  

Ítróttur

11:15 - 11:35

Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:45 - 12:30

H&L  

Enskt

Klakk

H&L

Enskt

Klakk

Føroyskt

Jónfríð

12:30 - 13:15

 H&L 

Føroyskt

Jónfríð

H&L

Føroyskt 

Jónfríð

Føroyskt

Jónfríð

13:25 - 14:10      Kór (valfrítt)    
14:05 - 14:50           

 

Hetta er vikuskemaið fyri viku 40 (frá 28. sept. - 2. okt.)

Tit kunnu tosa við tykkara barn, hvussu gongur við vikuskemanum. 

Hetta vikuskemaið er eitt sindur "trimmað", fleiri av tímunum hesa vikuna fara til aðrar uppgávur.

Her er norska leinkið til roknibókina

Roknibókin á norskum

Hetta er vikuskemaið fyri hesa vikuna, frá 07 - 11.09. 

Kunning                                                                            

skrivað 24.08. 

Ætlanin var at hava felags foreldrafund í hesu vikuni, men orsaka av tilmælunum viðv. korona, so hava vit valt at útseta fundin í nakrar vikur, tit frætta. Her kemur tískil ein stutt kunning.

Sum tit síggja á tímatalvuni, so havi eg flokkin í sera nógvum lærugreinum, sama er galdandi fyri flokslærarnar í paralellflokkunum. Vit hava tí valt at gera eitt tvørfloksligt samstarv í lærugreinini "náttúra og tøkni". Allir 3. tímarnir eru lagdir hósdag, og koma lærarnir at skiftast um at hava ábyrgd fyri undirvísiningina, hetta eru vit sera spentar uppá - spyrjið næmingarnar hvat vit gjørdu seinasta hósdag :).

Í ítrótti sleppa vit bert at vera saman floksvís og einans svimjihøllin er tøk til nýtslu. Flokkarnir skiftast tí triðju hvørja viku at hava svimjing, hinar báðar vikurnar skipar flokslærarin fyri tímunum.

Vinarliga

 Berit

Lærarar 2020/2021

  • Føroyskt:                                                                   Jónfríð Foldbo
  • Enskt:                                                                        Johannes Klakk
  • Rokning, Danskt, N&T, Kristni og Søga:              Berit Norðoy
  • Ítrótt, dreingir:                                                            Bjørn Kalsø og Dánjal Danielsen
  • Ítrótt, gentir                                                                 Malan Heinesen, Selma Larsen og Berit Norðoy
  • H&L

Skrivað 19. mars 2020

Ein mynd frá einum deiligum skúladegi 7. mars, har vit brúktu næstan allan dagin til at byggja hús við ymiskum lutfalli.

Nøkur børn mangla at gera emat til í gjár og í dag :) Uppgávurnar síggjast inniá emat.dk, har skulu tit velja træningsopgaver.

Skrivað 22.03 (mynd tikin apríl 2019)

Nú kann tað næstan tykjast sum eg skrivi dagbók her, men hetta er bert ein lítil uppdatering frá mær :) Vónandi hava tit øll tað gott, eg síggi at allar flestu børnini hava gjørt emat-uppgávurnar, so tað er ordiliga deiligt. 

Eg havi aftur hesa komandi vikuna lagt emat-uppgávur út. Hetta eru uppgávur, ið næmingarnir eiga at klára sjálvir, tey skulu ikki brúka roknimaskinu (eg veit at tað er lætt hjá mær at siga, men tit kunnu skylda uppá meg ;) ). 

Nøkur tykkara sita allarhelst í sóttarhaldi, og kunnu tískil ikki fara av matriklinum, so eg fari at biðja børnini fara útum at hyggja eftir ymiskum vøkstri rundan um húsini hvønn dag í vikuni. Takið eina mynd  hvønn dag av tí sama (td einum træi, runni, rabarbu ella blómu) - er nakar munur, tá ið vikan er liðug?

Heilsan

Berit

Steintór vitjar 5.a

Steintór Rasmussen greiddi flokkinum frá um at yrkja, og hvussu man fær íblástur
Eisini prátaðu vit um og sungu sangir hjá Hans A. Djurhuus og sangir, sum Steintór hevur yrkt og gjørt løg til.
Næmingarnir fingu eisini høvið at lesa upp egnar yrkingar.
Ein áhugaverdur skúlatími.

Lærarar í 5.a 

Føroyskt: Jónfríð Foldbo

Støddfrøði: Berit Norðoy

Danskt: Margretha Nystrøm Hansen 

Kristni: Margretha Nystrøm Hansen

Náttúru og tøkni: Berit Norðoy

Handaverk og list: Bjørn Kalsø, Anja Samuelsen, Malan H. Hansen, Selma Larsen,

                                Lina Magnussen, Ragnhild Ellingsgaard

Fimleik: Berit Norðoy, Jóhannes Klakk, Malan H. Hansen, Selma Larsen, Eyðstein Poulsen og

              Jórun Høgnesen

 

Næmingaráð

Jógvan Hvidbro fekk flest atkvøður í 5. flokkunum, tí hevur hann vunnið sær sæti í næmingaráðnum komandi árið. Í næmingaráðnum er eitt umboð fyri hvørt flokstrin frá 4. og upp til 9. flokk.

Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við valsigrinum, og gott nevndararbeiði.

H&L - bólkar

1. Køk   2. Evning   3. Íverksetan   4. Tónleik   5. Hondarb.  6. Smíð

 

Bólkarnir eru uml. 7 vikur í hvørjari lærugrein, so skifta tey. 

P-tøl til skúlans nýtslu. Vinarliga lesið hetta.

Ein kann bert gerast ein góður lesari við at lesa nógv og ofta :)

Áheitan frá skúlastýrinum

Foreldrafundur

Takk fyri ein góðan fund í kvøld. Sum avtalað, so havi eg skrivað eitt bræv til ítróttarlærarnar um brúsu og ítróttarklæðir. Eisini skal eg uppdaterað telefonlistan. 

Vit avtalaðu tveir foreldrabólkar:

- ein heyst/vetrar bólk, ið páparnir taka sær av,

- og ein vár/summar bólk, sum mammurnar taka sær av :)  

Valentinsmessa

Valentinsmessa verður hildin 14. februar. Dagurin er gamal og er bæði broyttur og mentur gjøgnum tíðirnar. Hetta er dagurin, tá ið pør vísa hvørjum øðrum kærleika.

Í dag hava vit eisini dagar sum mammudag og pápadag. Endamálið við hesum døgum er, eins og á valentinsmessu, at leggja dent á umsorgan. Vit hava grundleggjandi tørv á at kenna, at onkur er góður við okkum, og at vit kunnu vera nakað fyri onnur.

Í kristni hava næmingarnir í 3.a fingið hvør sín lepa við navni á einum næmingi í flokkinum. Teir hava skrivað eina heilsu á hjartað til næmingin, sum stendur á lepanum, og síðani sett tað í ein urtapott.

Til foreldur og avvarandi


Heitt verður á foreldur og avvarandi at børnum, sum skulu til tannlækna, um at minna børnini á tíðina, ið tit hava fingið. Nú skúlin er í gerð, er ikki altíð møguligt hjá okkum at "rópa" ella at fara eftir børnunum fyri at minna tey á tíðina.

 

Vit síggja helst at avvarandi koma við børnunum, tá ið tey hava tíð til tannlækna. Um okkurt kemur í vegin, ella tað ikki liggur fyri at koma til tannlæknan, vilja vit heita á tykkum um at boða frá sum skjótast.