Flokkar
Kunning

Soleiðis gert tú ein spurdóm til verkætlanararbeiði

Vegleiðandi frymil at brúka til verkætlan

Verkætlan 


Frá hósdegnum 28. septembur til fríggjadagin 6. oktobur hava allir 9. flokkarnir verkætlanararbeiði. 

Høvuðsevni til verkætlanina er "Samfelagsviðurskifti". Undir hesum evni skal hvør verkætlan hava eitt undirevni, sum verkætlanin í høvuðsheitum snýr seg um. 

Til ber antin at arbeiða einsamøll/einasamllur ella í bólkum. Í mesta lagi tríggir næmingar kunnu vera í einum bólki. 

Kravda síðutalið fyri hvørja verkætlan er hetta (síður bert við teksti og uttan myndir):

1 næmingur: 6 síður

2 næmingar: 8-10 síður

3 næmingar: 12 síður

 


Her eru nøkur hugskot til undirevni:

 

Høvuðsevni: Samfelagsviðurskifti 

- Hvussu ávirka sosialu miðlarnir samskiftið millum menniskju? 

- Hvussu kunnu liðítróttir ávirka sosialu førleikar okkara? 

- Hvussu er tolsemi við LGBT-rørsluni kring heimin (herundir eisini í Føroyum)? 

- Heimsfevnandi borgaraskapur: fyrimunir og vansar

- Hvussu kunnu vit handfara sosiala angist? 

- Hvussu kunnu vit rættin til privatív hjá tí einstaka á Facebook og øðrum sosialum miðlum? 

- Hvussu steðga vit happing í skúlunum? (

- Verður nakar mismunur merktur mótvegis tilflytarum í Klaksvík/Føroyum? Og hvussu er hetta samanborið við mismun móti tilflytarum aðrastaðnis í heiminum (t.d. Danmark) 

- Hvørjir fólkabólkar skapaðu Føroyar

- Hvørjar eru vanligu ímyndirnar av kynum á arbeiðsplássinum?

Meginreglur fyri telefonnýtslu á Skúlatrøð
 


Endamál:
·         At telefonir ikki órógva undirvísingina

·         At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum

·         At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum

·         At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini

·         At tálma happing á netinum

 

Hesar reglur eru galdandi viðvíkjandi telefonnýtslu:
1.-7. flokkur:
·         Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tíma og           fríkorteri

·         Um næmingur skal nýta telefonina, skal hetta fyrst avtalast við starvsfólk skúlans

 

8.-10. flokkur:
·         Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tímunum

·         Um næmingur skal nýta telefonina í tímunum, skal hetta verða eftir avtalu við starvsfólk skúlans

·         Tá ið næmingar eru á øki, har 1. – 7. fl. vanliga heldur til, eru reglurnar fyri 1. - 7. fl. galdandi

 

Atgerðir:
·         Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana

 

 

 

Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 06.06.17

Næmingar í 9.d

 

Emilý Rasmussen
Rósa Oknadal
Lena Maria Joensen
Dora Pauladóttir Johannesen
Minna Waag Sjóstein
Vár Midjord
Jórun Muller Jacobsen
Durita Tóradóttir
Rutt Petersen

Boas Østerø
Esmar Hansen
Benjamin Djurhuus
Johannes Frank Jacobsen Nybo
Olaf Hansen
Niels Jóhan Sigurðsson
Rói Magnusson
Heðin Vágheyg
Marni Miðalberg
Richard Sivertsen
Nóa Syderbø
Børge Petersen


Flokslærari: Ragnhild Ellingsgaard