Myndir

Hevur tú hug at menna eitt telduspæl upp ä 48 tímar

Tað musiska menniskjað - fyrilestur

Tað musiska menniskjað var heitið á fyrilestri hjá Jon-Roar Bjørkvold í miðhøllini á Skúlatrøð. Fyrstu ljóðini hoyra vit í móðurlívi og seinastu ljóðini hoyra vit í deyðsstundini. Ljóð og tónleik brúka vit í neyð og gleði og vit brúka hesi at skapa við. Jon-Roar vísti eisini á, at vit hava sang í røddini, í kenslunum og í kropsmálinum, og sangur hevur sostatt eisini stóran týdning fyri lærandi umhvørvið.
Læring er treytað av gleði, opinleika, áliti, vónum, bilsni, rørslu og orku og sangur inniheldur alt hetta.

Við sangi og tónleiki mennist menniskjað sosialt, kensluliga og kropsliga.

Næmingar velja valevni

Hesa vikuna hevur barnaval verið á Klaksvíkar bókasavni, sum eisini er skúlabókasavnið fyri næmingar á Skúlatrøð.
Valevnini hava lovað alt frá longri summarfrítíð til ongi skúlating til fleiri klemm og nógv annað.
Barnavalið fyri skúlabørn í skúlatíð verður í morgin aftrat. Vit ynskja valevnunum gott val og eru spent um nú vallyftini fara at halda.

Seinasti skúladagur hjá 10. flokki 2016

Í nógvum regni bleiv seinasti skúladagurin hjá 10. flokki skipaður við undirhaldi í skúlagarðinum og fótbóltsdysti millum 10. floksnæmingar og lærararnar. Hóast nógva regnið, so høvdu nakrir áskoðarar leitað sær niðan í Djúpumýru fyri at vísa sín stuðul - serliga til lærararnar.

Krabbaveiða.

Vikuna undan summarferiuna, vóru vit til ymiskt, eitt var krabbaveiða. Vit vóru úti í fjørðuni uttanfyri Sjónám og úteftir.
Krabbarnir vóru sleptir útaftur úti í Grøv.