Myndir

Fráfaringarløta fyri Paulinu og Elmar

Í dag var fráfaringarløta fyri teimum báðum Paulinu Andreasen og Elmar Jacobsen. Ein sera hugnalig løta við góðum smyrjibreyði og smákakum. Vit fingu góðan sang frá okkara egnu lærarasangfuglum, sum sungu so yndisligt og so vóru góðar røður frá skúlastjóranum, kommunustýris-umboðnum, skúlastýrisforkvinnuni, bókasavnsleiðaranum og frá starvsfeløgum hjá teimum báðum. Eisini segði Paulina nøkur góð orð sjálv.