Myndir

Evnisdagur: "Fólk, ið bera brek"

Hesa seinastu vikuna, áðrenn summarfrítíðina, hava evnisdagar verið á Skúlatrøð. Týsdagin var evnið fyri miðdeildina "Fólk, ið bera brek".
Dagurin byrjaði við, at Tóra við Keldu, sum er lærari á Skúlatrøð, og sum eisini er forkvinna fyri MBF, hevði eina áhugaverda framløgu um tað at bera brek, hvussu tað kann kennast at vera øðrvísi, og hvussu stóran týdning tað hevur, at verða tikin við í spæli og ymiskum virksemi. Eisini vísti hon fyri næmingunum, hvussu hon sjálv ber brek við einum styttri beini.
Aftaná framløguna varð farið í verkstovur, 10 ymiskar, fyri at royna, hvussu tað kennist at vera blindur, deyvur, rørslutarnaður ella at hava skerdar sansir.
Ein áhugaverdur og læruríkur dagar frá byrjan til enda.