Skúlaárið 2015/16

Breakdance við E-boys við Freestyle Phanatix

Mikudagin í farnu viku vóru fólk frá Listaleypinum og vitjaðu á Skúlatrøð. Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum og forskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Fyrst varð skipað fyri verksmiðju í breakdance, og seinni framførdi dansihópurin E-Boys úr Keypmannahavn. Næmingarnir luttóku sera ídnir, og stuttligt var aftaná at síggja hesar ungu listamennirnar vísa síni kynstur. Ein sera góður, stuttligur og øðrvísi skúladagur við listaligum ísletti og virknum næmingum.