Skúlaárið 2015/16

Listaleypurin: Dánjal av Neystabø

Hósdagin var aftur vitjan úr Listaleypinum. Hesaferð kom Dánjal av Neystabø á Skúlatrøð við frálíka norðurlendska bólki sínum. Frammanundan høvdu næmingar úr 9. og 7. flokki arbeitt við tónleikinum, tekstunum og sjónbandaløgunum hjá bólkinum. Onkur málaði, onnur teknaðu, og upp aftur onnur skrivaðu. Konsertin var í Atlantis, sum til løtuna var umskapað til listaskála við verkunum hjá næmingunum.Talan var um sokallaða interaktiva konsert, har tað, næmingarnir høvdu fingið burtur, varð tikið við í framførsluna hjá bólkinum. Millum løgini varð steðga á, og lisið varð upp, og tosað varð um, hvussu málningarnir og tekningarnar vórðu til. Næmingarnir vóru flestir samdir um, at hetta var ein sera góð uppliving. Lógvabrestirnir dundraðu aftaná lokna framførslu fyri at fáa meir, og riðilin eftir autografum var langur. Vit takka Dánjali og hinum fyri eina framúr góða konsert:)