Skúlaárið 2015/16

Nýggir næmingar á Skúlatrøð

Í dag var fyrsti skúladagur hjá 1. a, b og d á Skúlatrøð. Tað er altíð spennandi at síggja nýggj andlit, og í dag vóru foreldrini eins spent og næmingarnir. Skúlastjórin bjóðaði vælkomin, øll sungu um Kongaríkið í Bábylon, og síðani varð farið við flokslærararnum at taka myndir og síðani inn í floksstovuna. Har fingu næmingarnir tímatalvu og ymiskar bøkur.

Næmingarnir fingu í dag eisini eina gávu, sum Estra/Vasti hevur latið øllum næmingum í Eysturkommunu og Klaksvíkar kommunu. Tað er ramsan um Mariu Marollu, sum Elinborg Lutzen hevur myndprýtt.

Ein spennandi dagur í serstakliga góðum veðri :)