Flokkar
- Myndasavn

Vaklatúrur undir Hjalla

20. juni

Í góðveðrinum fóru allir 4. flokkarnir á Skúlatrøð niðan á Háls og nækrir næmingar valdu eisini at ganga túrin niðan á Klakk

19. juni spøl og árligi rennidagurin

Dagurin byrjaði við at vit spældu borðspøl. Síðani fóru vit yvir á plenuna, har vit runnu árligu skúlastafettina.

Arbeiða so hugagóð

Konsert við Dánjal á Neystabø

Bowling

4.a var ein túr í Leirvík og bowlaði

Út í rúmdina

Í evning hava vit í 3.a arbeitt við perspektiv á ymsan hátt. Vit hava lært at tekna rúmligt. Í januar fóru vit so út í rúmdina.

Næmingarnir teknaðu sínar egnu hendur og føtur á eitt pappír í A3-stødd. Síðani skuldu teir tekna kropp og bakgrund og sjálvandi eisini lita.

Her kom nógv stuttligt burturúr.

Tað regnar og regnar...

Í evning hava vit í hesi vikuni aftan á stilt kavaveður í nakrar dagar á rað havt um litir og regn og teknað regnskjól. Stuttligt at síggja, hvussu hugaliga børnini í 3. a fara til verka.

Handverk og list

Í seinastu viku - viku 45 - arbeiddu vit í 3.a við einum skríggi.
- Nógvar góðar myndir. Tey eru ófør.
- Onkur helt fyri, at hetta líktist ikki sørt Herviliga Henry.

Sjálvsmyndir - I-phone

Í evning hava vit í 3.a teknað sjálvsmyndir - tikið selfies. Síðani skrivaðu vit sms-boð í føroyskttímanum. - Vika 35 - 36.