Førleikastovan

Førleikastovan

Tað er týdningarmikið í dagliga arbeiðinum í skúlanum, at hjálp og ráðgeving er tøk og skjótast gjørligt kann verða veitt.

  • Førleikastovan er bindilið millum skúlan og Sernám.
  • Førleikastovan luttekur í kanningum og útgreinandi virksemi og ger virksemisætlanir.
  • Førleikastovan er við í arbeiðinum at samskipa serundirvísingina.
  • Førleikastovan kann veita næmingum, foreldrum og lærarum ráð, um trupulleikar eru innan læring og trivna.


Førleikastovan er mannað við serlærara, lesivegleiðara, orðblindalæra, støddfrøðivegleiðara, AKT lærara (Atferð - Kontakt - Trivnaður) og SSP lærara (Skúli –Sosialir myndugleikar-Politi).

Starvsfólk:

Elsebeth Vilhelm, serlærari
Marianna Skarðenni Poulsen, lesivegleiðari
Maria Isaksen, lesivegleiðari
Simona Johannesen, lesivegleiðari og orðblindalærari
Charlotta Thorsteinsson, lesivegleiðari og orðblindalærari
Kirstin Joensen, AKT- og SSP lærari
Beinta Vang, serlærari, AKT- og SSP lærari 

Eisini eru hesi starvsfólk tilknýtt førleikastovuni:

Petra Arge Poulsen, skúlaheilsufrøðingur
Leila Olsen, skúlaheilsufrøðingur
Tina Purkhús, skúlavegleiðari
Hanna Y. Sólbjørg, skúlavegleiðari