Skúlaheilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.
Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo
Heilsufrøðingar við skúlan eru: