Flokkar
Kunning

Svínoy

Nú eru vit á veg til holuna hjá Áranti. Fyrsti steðgur er hjá Manninum, sum er ein stórur steinur.
Fleiri reiður vóru í haganum, og dugnaligir myndatakarar eru í flokkinum.
Holan hjá Árant!! Hon er ikki stór, og tað sigst, at Árant fletti teir stolnu seyðirnar har. Sjálvandi mátti hetta kannast- so væl sum vit tordu..
YESSS!! 21 næmingar, Zedia og Elsebeth fóru at kanna holuna, og 21 næmingar, Zedia, Elsebeth OG Jórun eru á myndini. Øll komu upp í øllum góðum, og Jórun kom uppá hamarin!!
Kalt, kalt, kalt... men stuttligt at svimja! Vatnhundarnir úr 7.d.
Uden mad og drikke duer helten ikke!! 4 pylsur í part og restin til likkurnar.
Spennandi vitjan hjá Heidi og Jógvan Kristin!
Høsnarungar, kalkunir, smálomb, hundar, trampolin, ísar.. Hugnaligt og forkunnugt!
Vit takka fyri gestablídni.
Nú leingast øll eftir Klaksvík og eini heitari song.
Kassin við taskum og restum stendur eisini klár.
Túsund takk fyri ein deiligan og ógloymandi dag!!