Myndasavn

Hugnakvøld 30. sept.

Eitt deiliga stuttligt og hugnaligt kvøld.
Takk fyri, fittu tit, næm. í 9.d

Havnatúrur hjá 8.b og 8.d

Í besta veðrið hósdagin 16. mai vóru 8.b og 8.d útferð í Havn.
Kl. 9:30 móttu vit øll upp í Løgtinginum, har vit fingu eina góða og áhugaverda frágreiðing um tingarb. og søguna um Løgtingið, ið hevur røtur meira enn 1000 ár aftur í tíðina.
Síðan gekk leiðin oman í Havnar kirkju, har Marius Rein tók ímóti okkum og greiddi frá um Havnar kirkju, og so oman í Vágsbotn at hoyra um Nólsoyar Páll.
Eftir matarsteðg í SMS, fóru vit í Kvf. Eisini har møttu vit eini sera blíðari og fyrikomandi, Beinta Løve, sum leiddi okkum gjøgnum alt húsið. Eisini fingu vit høvi at heilsa uppá kend andlit, og hoyra kendar røddir greiða okkum frá arbeiði teirra.
Ein sera góður túrur, har Havnin vísti okkum sína fagrastu síðu.

Føsta

Takk fyri sera vælsmakkandi føstubollar, Ári!

Íverksetan FM í NLH 1. mars

Hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum, Klára!!
Niðanfyri er eftirmetingin frá dómsnevndini og myndir frá degnum.

KLÁRA
Tillukku við 2. plássinum í SkúlaFM 2019!
Dómsnevndin metir, at hugskotið, sum bólkurin hevur ment, rakar rákið í tíðini.
Vøran, sum er eitt føroyskt framleitt vistfrøðiligt og burðardygt húðkrem, er serlig í mun til
útlendsku kappingarneytarnar, tí hon inniheldur føroyska hjálpirót.
Ein týðandi partur av einari vøru er hvussu hon er innpakkað. Genialt at tit gera eitt ílat úr
føroyskum gróti, sum bæði kann vera ein prýðislutur í baðirúminum, og virka sum endurnýtslu ílat,
sum brúkarin sjálvur kann fylla í aftur.
Á hendan hátt verður alt tilfarið vistfrøðiligt og umhvørvisliga burðardygt.
Framløgan var sera góð. Tit høvdu stórar flottar myndir á gólvinum og gjørt prototypu av
grótílatinum og húðkreminum. Imponerandi.
Eisini gott, at tit hava gjørt eina rakstrarætlan.
Tað hevði verið ein fyrimunir, um tit høvdi gjørt eina marknaðarkanning av vøruni.
Til eina vøru av hesum slagi, er ein kvalitativ marknaðarkanning vælegnað. Til dømis kunnu tit gera
eina fokusbólkatest, har tit samlað 6-8 fólk í málbólkinum, sum kunnu siga teirra hugsanir um
vøruna.
Vit dáma sera væl navnið Klára, sum kann hava fleiri týdningar.
Blíðar heilsanir
Dómsnevndin

Ruddingardagur í Gregoriusbygninginum

Morgunmat á Geilini 6

Í morgun kl. 8:00 møtti næm. í 7.d nývaknaðir til morgunmat á Geilini 6.

Haldi, at tað er stuttligt at fáa gestir, av so fittum og fyrikomandi næm. og sum settu prís uppá ein góðan morgunmat.
Onkur spurdi so fitt: "hevur tú gjørt morgunmat í alla nátt?"
He,he, fitt ha?
Hetta var ein sera hugnaligur morgun saman við fittum og takksamun næm., ið takkaðu pent fyri seg.




Vitjan norðanfrá

Vit ynskja næmingunum av Viðareiði og Fossanesi hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar í skúla.
Í 8.d koma Oskar og Julian at ganga.

Øll hava rætt til góð barnaár

5. apríl vóru vit til eitt sera gott tiltak, ið var í Norðurlandahúsinum.
Yvirskriftin var: Barnarættindi -eisini tá tú ert 13 ár.

Alice Simonsen fyriskipari bjóðaði vælkomin.
Á skránni vóru: Barnabati, Beinir, filmur, Bláikrossur, Allan Tausen og seinast ein barnarættinda-quiz, har okkara næm. vunnu.
Allir 7. fl. á Skúlatrøð vóru umboðaðir.

Vit sleða

Hóast veðrið varð heldur vátt, fóru genturnar hugagóðar niðan á Trønna at sleða. Dreingirnir vóru í skúlanum og hugdu at filmi.
Kl. 9:45 ótu vit bollar frá Ári og fingu kakao.
Hetta varð ein deiligur dagur, og vit takka hjartaliga fyri allar nýbakaðu bollarnar, ið smakkaðu so sera væl.

Roynd

Vit royna okkum í roynd. Her eitt "sneak peek" í 7.d :)

Vit siga farvæl við Josiah, id nú fer aftur til Zambia.

Josiah hevur nú gingið í skúla hjá okkum í 2 mðr. og fer nú aftur til Zambia.
Vit takka fyri ein góðan tíma, við frágreiðing og myndum úr Afrika, og vælsmakkandi køku frá Malenu og Bergit, :)
Vit ynskja Josiah góða ferð.

Jólatúrur til Mikladals

Vit í 7.d. takka fyri ein góðan morgunmat.

Kl. 8:00 í morgun 15. des. møttu vit nývaknaði og svong til eitt lekkurt og innbjóðandi borð í Klingruni.
Stuttligt at vera saman, við fittum næm., og hugna sær, nú tað stundar til jóla. Serliga kemur hetta væl við, nú morgnarnir eru myrkir og kaldir.
Mett og væl sett, takka vit fyri okkum í Klingruni, og fara nú at rigga okkum til jólaleik, her á skúlanum.
Vit eru í jólahýri og vit elska tað!!! :)

Jólaklipp 7.d

Fitt næmingavitjan úr Herfølge

7. d Úti í Grøv

Í góð veðrinum í dag hava vit hugnað okkum úti og tikið nakrar myndir.