Flokkar
Kunning

Foreldraviðtala
Týsdagin 14. nov. er foreldraviðtala. Vit vilja fegin, at næmingurin møtir saman við foreldrunum. Tíðirnar eru settar upp niðanfyri, og tit kunnu senda sms til 757077 (Maria) og boða frá, nær tit ynskja at koma. Nøvnini verða skrivað inn so hvørt, sum meldað verður til.

Foreldraviðtalan verður í stovuni hjá flokkinum

 

Felags foreldrafundur hósdagin 9. nov. kl. 19.

Her ber til at síggja meira

Vikuskema rokning vika 43

Roknimaskina
 
Hetta er roknimaskinan, sum eg havi nevnt nakrar ferðin her á vikuætlanini. Tað hevði verið deiligt, um allir næmingarnir høvdu eina av hesum slagnum.

V.h.Maria

Foreldrabólkar

VETUR: Erla Ja., Maja, Hóri, Joan, Bjarnhild, Martin og Eli J.

VÁR: Zedea, Bjørk, Tanja, Rannvør, Eli G. og Jónas, Lóa og Hans Jákup.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Foreldrafundur 4. okt. kl. 19

Vit møtast í Gomlu fimleikarhøllini, har Laila, heilsufrøðingurin, fer at hava eitt upplegg fyri okkum um tannáringar. Síðani verður farið í flokshølini, har vit práta eitt sindur meria saman floksvís.

Ætlanin er at byrja stundisliga, og at fundurin ikki er longur enn 1 tíma.

Vh Maria

Roknistykki til 29. sept.

Her síggjast tykkara skilagóðu flokkreglur

(Skriva 5. sept. 2017)

Tíverri eru óbodnir gestir í 7. árgangi.

Vinarliga takið øll hetta í álvara og gerið tykkara til, at vit sleppa av við lúsina sum skjótast. Ein vegleiðing frá Gigni er her: Hygg her

 

(Skrivað 1. sept.)

Vinarliga kannið eftir, um pappír er komið um bøkurnar. Um ikki, fáið tað gjørt!

(Skrivað 23. 8. 17)
Mjólk
Tey, ið ynskja mjólk skúlaárið 17/18, vinarliga fáið tað upp á pláss hesa vikuna