Til foreldur/avvarandi
Á Skúlatrøð leggja vit dent á at venja næmingar við góðan telefonsið og uppaling í einum talgildum heimi. Tað er alment kunnugt, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Tí hava vit ásett meginreglur viðvíkjandi nýtslu av telefon. Í meginreglum skúlans stendur soleiðis um endamálið við meginreglum í samband við telefonnýtslu:
Endamál:
At telefonir ikki órógva undirvísingina
At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum
At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum
At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini
At tálma happing á netinum
Við hesum í huga heita vit á næmingar í hádeild um ikki at hava telefon við í skúla. Hava næmingar telefon við í skúla er mannagongdin tann, at næmingurin leggur telefonina í telefonkassan í eitt skáp í flokshølinum. Hetta verður gjørt, tá møtt verður á morgni, og skápið verður læst. Tá skúladagurin er liðugur, fær næmingurin telefonina aftur.
Tað kann sjálvandi koma fyri, at foreldur/avvarðandi hava tørv á at fáa fatur í næmingum skúlans. Í slíkum føri ber til at seta seg í samband við:
Skrivstovuna á Skúlatrøð – tlf. 410200
Varastjóra við ábyrgd av hádeild, Leivur Vitalis – tlf. 780206
Skúlastjóra, Vagn Foldbo, - tlf. 780200
Flokslærari: Ragnhild Ellingsgaard Tlf: 270626
Danskt Ragnhild Ellingsgaard
Enskt Ragnhild Ellingsgaard
Søga Ragnhild Ellingsgaard
Kristni Ragnhild Ellingsgaard
Føroyskt Eyðstein Poulsen
Støddfrøði Bjarni Ziska og Jona Højsted
Lívfrøði Bjarni Ziska
Samfelagsfrøði Bjarni Ziska
Landalæra Bjarni Ziska
Alis- og evnafrøði Maria Norðoy
Ítróttur Petra Sjóstein
Ítróttur Johannes Klakk
Ítróttur Eyðstein Poulsen
Ítróttur Petur Páll Mikkelsen
Ítróttur Hanna Y. Sólbjørg
Handarbeiði Maria Ziska
Leiklist Ragnhild Ellingsgaard
Tónleikur Steintór Rasmussen
Heimkunnleiki Lina Magnussen
Talv Petur Páll Mikkelsen
Evning Betta Joensen
Miðlar Gunrið Kalsberg
http://bit.ly/strokhald
Góðu foreldur!
Kostur er sera týðandi fyri okkara gerandisdag, ikki minst hjá børnum okkara. Tað snýr seg ikki einans um at eta seg mettan og sløkkja tostan, men eisini hvørjum tú etur teg mettan av og sløkkir tostan við. Hetta hevur ávirkan á tannheilsuna og evnini at hugsavna seg.
Børn vita, hvat tey vilja hava, men tey vita ikki altíð, hvat er gott fyri tey. Tí hava tey brúk fyri vaksnum at taka nakrar avgerðir fyri tey, m.a. viðvíkjandi mati.
Tað er nógv søtmeti millum børn í skúlanum, og hetta sæst aftur í m.ø. tannheilsuni. Fyri at betra um hetta, vilja vit við hesum heita á tykkum foreldur um ikki at geva børnunum søtmeti í matpakkan og ikki lata tey hava pening við í skúla, so tey kunnu keypa sær eitthvørt í skúlatíðini. Hetta vil uttan iva betra um tannheilsuna og vælveruna annars.
Vónandi verður tikið væl ímóti hesum.
Vinaliga
Skúlin, skúlastýrið og skúlatannlæknin