Flokkar
7. A

Nýggja tímatalvan hjá 7.a

Vika 15 - 2021

  • Mánadagur
    12. apríl
  • Týsdagur
    13. apríl
    Ítróttur
    Gentur: svimja
    Dreingir: KÍ-høllin
  • Mikudagur
    14. apríl
  • Hósdagur
    15. apríl
    Lívfrøði:
    s. 11 - 12
  • Fríggjadagur
    16. apríl

Til foreldur/avvarandi
Á Skúlatrøð leggja vit dent á at venja næmingar við góðan telefonsið og uppaling í einum talgildum heimi. Tað er alment kunnugt, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Tí hava vit ásett meginreglur viðvíkjandi nýtslu av telefon. Í meginreglum skúlans stendur soleiðis um endamálið við meginreglum í samband við telefonnýtslu: 

Endamál: 
At telefonir ikki órógva undirvísingina 
At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum 
At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum 
At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini 
At tálma happing á netinum 
 
Við hesum í huga heita vit á næmingar í hádeild um ikki at hava telefon við í skúla. Hava næmingar telefon við í skúla er mannagongdin tann, at næmingurin leggur telefonina í telefonkassan í eitt skáp í flokshølinum. Hetta verður gjørt, tá møtt verður á morgni, og skápið verður læst. Tá skúladagurin er liðugur, fær næmingurin telefonina aftur.  

Tað kann sjálvandi koma fyri, at foreldur/avvarðandi hava tørv á at fáa fatur í næmingum skúlans. Í slíkum føri ber til at seta seg í samband við: 

Skrivstovuna á Skúlatrøð – tlf. 410200 

Varastjóra við ábyrgd av hádeild, Leivur Vitalis – tlf. 780206 

Skúlastjóra, Vagn Foldbo, - tlf. 780200 

Flokslærari:       Ragnhild Ellingsgaard             Tlf: 270626


Danskt                                              Ragnhild Ellingsgaard

Enskt                                                Ragnhild Ellingsgaard

Søga                                                Ragnhild Ellingsgaard

Kristni                                              Ragnhild Ellingsgaard

Føroyskt                                          Eyðstein Poulsen 

Støddfrøði                                       Bjarni Ziska og  Jona Højsted

Lívfrøði                                            Bjarni Ziska

Samfelagsfrøði                                Bjarni Ziska

Landalæra                                       Bjarni Ziska

Alis- og evnafrøði                            Maria Norðoy

Ítróttur                                             Petra Sjóstein

Ítróttur                                             Johannes Klakk

Ítróttur                                             Eyðstein Poulsen

Ítróttur                                             Petur Páll Mikkelsen         

Ítróttur                                             Hanna Y. Sólbjørg 

Handarbeiði                                    Maria Ziska

Leiklist                                            Ragnhild Ellingsgaard

Tónleikur                                        Steintór Rasmussen                

Heimkunnleiki                                Lina Magnussen

Talv                                                Petur Páll Mikkelsen

Evning                                            Betta Joensen

Miðlar                                             Gunrið Kalsberg

 

Lesing

minst til at lesa uml. 15 min. HVØNN dag

http://bit.ly/strokhald

Góðu foreldur!

Kostur er sera týðandi fyri okkara gerandisdag, ikki minst hjá børnum okkara. Tað snýr seg ikki einans um at eta seg mettan og sløkkja tostan, men eisini hvørjum tú etur teg mettan av og sløkkir tostan við. Hetta hevur ávirkan á tannheilsuna og evnini at hugsavna seg.

Børn vita, hvat tey vilja hava, men tey vita ikki altíð, hvat er gott fyri tey. Tí hava tey brúk fyri vaksnum at taka nakrar avgerðir fyri tey, m.a. viðvíkjandi mati.

Tað er nógv søtmeti millum børn í skúlanum, og hetta sæst aftur í m.ø. tannheilsuni. Fyri at betra um hetta, vilja vit við hesum heita á tykkum foreldur um ikki at geva børnunum søtmeti í matpakkan og ikki lata tey hava pening við í skúla, so tey kunnu keypa sær eitthvørt í skúlatíðini.  Hetta vil uttan iva betra um tannheilsuna og vælveruna annars.

Vónandi verður tikið væl ímóti hesum.

Vinaliga

Skúlin, skúlastýrið og skúlatannlæknin