Lesikanningar

Lesikanningar

Lesikanningar verða gjørdar við tí fyri eyga betur at kunna fylgja við lesimenningini hjá næmingunum. Tær verða nýttar sum grundarlag undir at leggja undirvísingina til rættis.

Um várið er 1. til 4. flokkur til lesikanning, og um heystið verður sama kanning gjørd í somu flokkum.

Í 1. og 2. flokki snýr kanningin seg um at lesa orð og finna hóskandi mynd. Í 3. og 4. flokki lesur næmingurin setning og skal finna røttu myndina.

Kanningin mátar rættleika, lesiferð og fatan. Eisini kann arbeiðslag lesast úr teimum.

Lesikanningarnar eru partur av dagligu undirvísingini.

Umframt at lesikanningin er eitt amboð at leggja undirvísingina til rættis, er hon eisini eitt amboð hjá foreldrum at fylgja við og stuðla sínum barni í lesimenningini.

Lesivegleiðarin ger royndina.