Fartelefonir

Meginreglur fyri telefonnýtslu á Skúlatrøð 

Á Skúlatrøð leggja vit dent á at venja næmingar við góðan telefonsið og uppaling í einum talgildum heimi. Tað er alment kunnugt, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Tí hava vit ásett meginreglur viðvíkjandi nýtslu av telefon. Í meginreglum skúlans stendur soleiðis um endamálið við meginreglum í samband við telefonnýtslu: 

Endamál: 
At telefonir ikki órógva undirvísingina 
At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum 
At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum 
At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini 
At tálma happing á netinum 

Við hesum í huga heita vit á næmingar um ikki at hava telefon við í skúla. Hava næmingar telefon við í skúla er mannagongdin tann, at næmingurin leggur telefonina í telefonkassan í eitt skáp í flokshølinum. Hetta verður gjørt, tá møtt verður á morgni, og skápið verður læst. Tá skúladagurin er liðugur, fær næmingurin telefonina aftur.  

Tað kann sjálvandi koma fyri, at foreldur/avvarðandi hava tørv á at fáa fatur í næmingum skúlans. Í slíkum føri ber til at seta seg í samband við: 

Skrivstovuna á Skúlatrøð – tlf. 410200 
Skúlastjóra, Vagn Foldbo, - tlf. 780200 


Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 06.06.17.