Góðu foreldur og næmingar í 4. – 10. flokki.
Fyrst vilja vit takka fyri forstáilsi seinastu tríggjar vikurnar undan páskum. Hetta hevur verið ein undarlig tíð hjá okkum øllum, men við góðum samstarvi og forstáilsi báðar vegir, ber nógv til.
Komandi tíðina fara 4. - 10. flokkur at halda fram við fjarundirvísing. Vikurnar undan páskum vóru ávísar royndir við hesum, men nú fara vit at gera tað meira skipað.
Fyrstu vikuna, t.v.s. frá mánadegi 20. apríl, fara næmingarnir at hava tveir undirvísingartímar um dagin á forritinum Teams. Teams er eitt forrit í Office 365, sum allir næmingar hava atgongd til og flest allir hava roynt. Vikuna eftir verður tímatalið nakað økt, so tað verða uml. 3 tímar dagliga. Næmingarnir fara í hesum sambandi at hava eina tillagaða tímatalvu.
Fyrstu vikuna verða tímarnir skipaðir soleiðis:
· Hjá 4. – 7. fl. frá kl. 8:00 – 8:45 og kl. 9:00 – 9:45.
· Hjá 8. – 10. fl. frá kl. 10:00 – 10:45 og kl. 11:00 – 11:45
Í komandi viku verður so kunnað um tímatalvuna, sum verður galdandi eftir hetta.
Næmingarnir hava møtiskyldu til tímarnar á Teams. Skúlin hevur ábyrgd av at skipa undirvísingina, og heimið hevur ábyrgd av, at næmingurin fylgir undirvísingini og møtir til tímarnar.
Vit eru tilvitaði um, at hetta setir krøv til teldur heima. Vit hava lagt tímarnar hjá 4. – 7. fl. og 8. – 10. fl. hvør sína tíð, fyri at minka nakað um hendan tørvin. Vit meta, at flestu tykkara hava teldu til taks til hesa undirvísing, men um tað eru heim, sum ikki hava nakra teldu til teirra barn, skulu tit venda tykkum til flokslæraran við hesum innan kl. 12:00 fríggjadagin 17. apríl. Skúlin vil tá útvega tykkum eina teldu til láns, so leingi hendan støðan varir.
Roknast kann við ymiskum tekniskum avbjóðingum fyrstu dagarnar, tí skipanin er nýggj fyri flestu lærarar og næmingar. Um tit hava tílíkar trupulleikar heima, mugu tit gera vart við hetta hjá læraranum. Hann kann síðani sjálvur hjálpa, ella syrgja fyri, at tit fáa hjálp frá onkrum teldukønum. Tó kann gerast trupult at nøkta tørvin á hjálp fyrstu dagarnar. Vit hava ikki roynt hetta í hesum vavi fyrr, og tí kann tað kennast ørkymlandi fyrstu vikuna. Men vit rokna við, at hetta kemur at virka væl, tá ið vit hava vant okkum við hendan undirvísingarhátt.
Allar royndir og próvtøkur eru avlýstar í ár, og landsroyndirnar eru útsettar til í heyst. Hildið verður fram við fjarundirvísing til summarfrítíðina, um ikki onnur boð koma frá myndugleikunum. Ársmet verða givin viðkomandi næmingum seinastu vikuna áðrenn summarfrítíðina. Hjá 9. og 10. flokki verða hesi ársmet eisini ásett at verða próvtøkumet í ár.
Vónandi fara vit framhaldandi at samstarva væl um hesa avbjóðing, so undirvísingin fer at virka væl, og næmingarnir framhaldandi fara at læra og mennast.
Bestu heilsur
Vagn Foldbo, skúlastjóri