Góðu foreldur
Næmingarnir hava fingið eitt skriv um "hjálp til skúlating" heim við í dag. Um tit ynskja hjálp, mugu tit fylla skjalið út og hava tað við í skúla skjótast gjørligt.
Vh Sonja
Næmingarnir hava fingið eitt skriv um "hjálp til skúlating" heim við í dag. Um tit ynskja hjálp, mugu tit fylla skjalið út og hava tað við í skúla skjótast gjørligt.
Vh Sonja
Vit hava nú haft frálæru um kropsliga búning, har tey fáa fakta vitan um broytingar í kroppinum hjá báðum kynum. Endamálið er, at børnini skulu vera trygg, og kenna normalu kropsbroytingarnar. Víst verður á týdningin av at seta mørk, tá talan er um kroppin hjá einum sjálvum og kroppin hjá øðrum.
Eftir frálæru í bólkum hava tey verið til einstaklinga samtalur, har tey kunnu seta spurningar um tað, tey ivast í. Tað eru fá, sum spyrja um nakað, helst tí tey halda, at tað er flovisligt, men tey eru áhuga, og til undirvísingina høvdu tey skilagóðar spurningar. Tey allarflestu mettu seg vita meira aftaná undirvísingina, enn tey vistu áðrenn.
Einstaklinga samtalan snýr seg um heilsu og vanar í gerandisdegnum bæði í skúlanum, heima og í frítíðini. Við tí samfelgsstrukturi sum barnafamiljur liva undir í dag, so er serligt fokus á matvanum, rørsluvanum og svøvni/skermtíð. Endamálið er, at børnini læra at síggja samanhangin millum heilsu og góðar vanar í gerandisdegnum, so at tey kunnu ávirka heilsuna hjá sær sjálvum. Vanar, sum vit geva børnum og ungum, eru oftast somu vanar, ið tey fáa, tá ið tey gerast vaksin. Tí er umráðandi at arbeiða fram ímóti at hava reglusemi og góðar dagligar vanar, sum barnið/tann ungi trívist við.
Tilmælini, sum Gigni fylgir, eru frá danska heilsustýrinum ”Sundhedsstyrelsen”, og har kunnu foreldur finna skikkaða kunning um, hvørji tilmæli eru til børn og ung. Niðanfyri síggjast tilmælir um dagliga rørslu, matvanar og svøvn hjá børnum og ungum í aldrinum 5 til 17 ár.
Daglig rørsla: Anbefalinger om fysisk aktivitet for børn mellem 5 og 17 år - Sundhedsstyrelsen
Dagligur matur: Kostråd for børn (fra 3 år) og voksne - Sundhedsstyrelsen
Dagligur svøvnur:
vidensraad_soevn-og-sundhed_digital.pdf
Blíðar heilsanir
Fríðunn Jacobsen, heilsufrøðingur í Norðoyggjum
Tlf: 562393
4.B | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
---|---|---|---|---|---|
08:00 - 08:45 | Dskt. JS | Nát/tø. HO | Stdfr. SH | Før. SíG | Før. SíG |
08:45 - 09:20 | Dskt. JS | Nát/tø. HO | Enskt SíG | Før. SíG | Før SíG |
09:45 - 10:30 |
Evn./smíð/ tónl./íverks. hondarb./heimkunnl. |
Evn./smíð tónl./íverks. Hondarb./heimkunnl. |
Før. SíG |
Kristni JS | Stdfr. SH |
10:30 - 11:15 |
Evn./smíð/ tónl./íverks. hondarb./heimkunnl. |
Evn./smíð tónl./íverks. hondarb./heimkunnl. |
Dskt. JS
|
Kristni JS | Stdfr. SH |
11:15 - 11:45 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
11:45 - 12:30 | Før. SíG | Søga SíG |
Ítróttur AN/SíG/UF RMI/CA |
Dskt. JS | Enskt SíG |
12:30 - 13:15 | Stdfr. SH | Stdfr. SH |
Ítróttur SíG/AN/UF RMI/CA |
Enskt SíG | |
13:25 - 14:10 |
Kór EML BPJ MHH |
||||
14:10- 14:55 |
Bólkur 3 - : Jákup B., Adrian, Silas, Jákup V., Fríði, Ólavur, Emma, Jona Bjørt, Kirstin, Kára, Taida.
Bólkur 4 -: Hanni, Dánjal, Oliver, Sjúrður, Símun, Dávid, Josefina, Kristina Margretha, Ebba, Akira.
Klaksvík tann 11. september 2018
Góðu foreldur !
Ein áheitan viðvíkjandi frítøku av næmingum í skúlatíð.
Alsamt fleiri foreldur biðja frí til síni børn í samband við uttanlandsferðir og tíllíkt. Hetta ávirkar sjálvandi undirvísingina hjá barninum og hjá hinum næmingunum í flokkinum.
Vit vilja tí vinaliga heita á tykkum foreldur um ikki at leggja uttanlandsferðir og annað í skúlatíðini hjá børnunum.
Vinaliga
Vegna skúlan Vagn Foldbo, skúlastjóri
Vegna skúlastýrið Mildrid á Lógv, forkvinna
Føroyskt, enskt, søga, ítróttur og evning: Sonja í Gong, flokslærari - tlf: 215797 og t-post: sg0208f4@skulin.fo
Støddfrøði: Selma Høgnesen
Danskt, Kristni og heimkunnleiki: Jóngerð Simonsen
Ítróttur: Unnur Fonn, Anja Norðoy, Sonja í Gong, Ronnie M. Iversen , Jákup Jacobsen og Carsten W. Andersen
Náttúra og tøkni: Hanna Ovadóttir
Íverksetan: Ragnhild Ellingsgaard
Hondarbeið: Lina Magnussen
Smíð: Selma Høgnesen
Tónleik: Malan H. Hansen
Kór: Beinta Persdóttir Jacobsen, Elsa Maria Lorenzen og Malan Heinadóttir Heinesen