Flokkar
4. D

Lús

Tað er áhaldandi trupulleiki við lús í 4.flokkunum. Kembið tykkara barni.

Felags foreldrafundur (útsettur fyribils)

Innbjóðing til foreldrafund

Góðu foreldur

 

fara vit at hava ein felags foreldrafund.

Tit fara at fáa innlit í trivnaðararbeiði, sum nú er sett í verk. Vit fara at greiða tykkum frá tilgongdini.

Orsøkin til at vit fara at hava ein fund, er tann, at vit í felag kunnu stuðla eina góða og sunna mentan í flokkunum.

Sera umráðandi at eitt umboð fyri hvørt barn verður við.

 

Vinarliga

Rógvi Dam og Vivian Sjóðklett

Unnur, Sonja og Anja

Mín jólabók 2019


Mín jólabók 2019 er ein familjubók, ein bók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman í køldu, myrku tíðini upp undir jól.

Tekna teg fyri jólabókina 2019 við at trýsta á HER

Vika 50 - 2019

  • Mánadagur
    9. desember
    Røklar
    Dávid og Milan
    Føroyskt fyrisøgn framhald
    Í dag lesa Josias, Regin K., Dávid og Benjamin
    Staviorð: nakrar, lærugreinir og keðiligt

    Annars hava vit øll tað gott. Eg gangi nú í 4.flokki. Vit hava fingið nakrar nýggjar lærugreinir, og vit hava eisini fingið nakrar nýggjar lærarar.
    Tú kanst skriva aftur til mín, um tú tímir.

    Kærar heilsanir
    Milja

    Lesa 10 min heima
    Handarbeiði
    Enn eru nøkur, sum høvdu handarb. seinast, sum ikki hava latið tilfarið innaftur, Vinarlig havi tað við í dag, so tað kann gerast klárt
    Danskt
    Les og umset s. 27
    Mállæra.
  • Týsdagur
    10. desember
    Trivnaðarátak við Vivian Sjóðklett og Rógva Dam
    3. og 4. tíma
    Føroyskt
    Vit arbeida í Nem mál

    Lesa 10 min heima
  • Mikudagur
    11. desember
    Føroyskt
    Vit arbeida skrivligt

    Lesa 10 min heima
    Ítrótt
    Dreingir 1 Kí - høll
    Dreingir 2 Fimleik
  • Hósdagur
    12. desember
    Føroyskt
    Vit arbeida skrivligt

    Lesa 10 min heima
    Danskt
    Mállæra.
  • Fríggjadagur
    13. desember
    Føroyskt
    Hetta er sídsti dupulttímin ádrenn jól, so vit fara at spæla bordspøl. Tit kunnu hava okkurt bordspæl vid, um tit eiga/hava okkurt

    Lesa 10 min heima

Tímatalvan hjá 4.D

4.D Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45

  Enskt

Støddfrøði Føroyskt Kristni Søga
08:45 - 09:20

Danskt

Føroyskt Støddfrøði Danskt  Náttúra/tøkni
09:45 - 10:30

H&L

Náttúra/tøkni Ítróttur   Føroyskt Føroyskt
10:30 - 11:15

H&L

Náttúra/tøkni Ítróttur    Enskt Føroyskt
11:15 - 11:30  Matarsteðgur  Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:40 - 12:25

 Danskt

   H&L  Støddfrøði Kristni
12:25 - 13:10

Føroyskt

  H&L  Støddfrøði  Støddfrøði
13:20 - 14:05     

Kór (Valfrítt)

   
14:05 - 14:50           

Støddfrøði, náttúra/tøkni, søga og kristni: Anja Norðoy, tlf 257587 - teldupostur: ao0609j4@skulin.fo

Føroyskt: Sonja úr Fugloy

Danskt: Jógvan Brim

Enskt: Bergljót Johannesen

Ítróttur: Sonja í Gong, Unnur Fonn, Sonja úr Fugloy (Svimjihøllin),  Carsten Andersen & Jákup Jacobsen

Handverk & List: Sonja í Gong, Lina Magnussen, Berit Norðoy, Malan Heinesen, Selma Høgnesen & Jóngerð Simonsen

Foreldrabólkar

 

Standa undir kunning

Handaverk og list

 

Bólkur 5 - heimkunnleiki: Hans Jacob, Milan, Niels, Jógvan, Hanus, Josias, Dávid, Angela, Liana, Nathalia, Ewelina, Kristina

 

Bólkur 6 - telda: Mortan, Lukas, Benjamin, Regin K, Regin S, Emil, Sunniva, Tatiana, Eina, Sissal, Óluva

Góðu foreldur

Nú fólkaskúlin hevur lagt um til talgild prógv (digital prógv), er neyðugt hjá skúlanum at kenna p-tølini hjá næmingunum, so vit fáa lisið teir inn í skipanina.

Tit verða tí hervið biðin um at lata flokslæraranum p-talið hjá barni tykkara,

Eru tit í iva, kunnu tit eisini lata p-talið inn á skrivstovu skúlans.

Skrivstovan er opin allar skúladagar frá kl 8.00 til 12.00.

 

Vinaliga,

Vagn Foldbo

At biðja frí

 Klaksvík tann 11. september 2018

 

 

 

Góðu foreldur !

Ein áheitan viðvíkjandi frítøku av næmingum í skúlatíð. 

 Alsamt fleiri foreldur biðja frí til síni børn í samband við uttanlandsferðir og tíllíkt. Hetta ávirkar sjálvandi undirvísingina hjá barninum eins og hjá hinum næmingunum í flokkinum. 

 

Vit vilja tí vinaliga heita á tykkum foreldur um ikki at leggja uttanlandsferðir og annað í skúlatíðini hjá børnunum.

 

Vinaliga  

 

Vegna skúlan Vagn Foldbo, skúlastjóri

Vegna skúlastýrið Mildrid á Lógv, forkvinna

Til foreldur og avvarandi

Heitt verður á foreldur og avvarandi at børnum, sum skulu til tannlækna, um at minna børnini á tíðina tit hava fingið.  Nú skúlin er í gerð er ikki altíð møguligt  hjá okkum at ”rópa” ella at fara eftir børnunum fyri at minna tey á tíðina.

Vit síggja helst at avvarandi koma við børnunum, tá tey hava tíð til tannlækna. Um okkurt kemur í vegin, ella tað ikki liggur fyri at koma til tannlæknan, vilja vit heita á tykkum um  at boða frá sum skjótast.

Vh 

Starvsfólkini í Barnatannrøktini

Ítróttur 2019 - Nær og hvar

Lesisnildir

Fyri at lætta um fyrstu lesingina eru at kalla nakrir lyklar, vit kunnu brúka. Næmingarnir læra um teir í skúlanum, og tit sum foreldur gera beint í at minna tey á teir heima.

Her eru fýra at byrja við:

1. Peika undir hvørt einstakt orð, sum lisið verður.

2. Hygg at myndunum á síðuni. Kunnu tær geva okkum nakra ábending um, hvat  teksturin snýr seg   um, og hvørjum orðum, vit kunnu møta.

3. Ger munnin til at siga fyrsta ljóðið í orðinum, t.d.  /sss/  í sól, ella  /lll/  í lás

4. Drynja: Far spakuliga gjøgnum orðið, og sig øll ljóðini týðuliga: /sss/ - /óóó/ -/lll/   =   sól

 

Tryggið tykkum, at barn tykkara dugir allar bókstavirnar, vit eru komin ígjøgnum: skap, heiti og ljóð!