Flokkar
6. flokkar

Evnisdagar 6.flokkur

Tit finna myndirnar her niðanfyri tekstin
Mikudagurin byrjaði við viðkomandi kunning um ST og tey 17 heimsmálini, sum ST hevur sett sær fyri at náa, áðrenn 2030. Síðani varð farið í gomlu fimleikarhøll at hyggja eftir filmsmyndum hjá Zachariasi Hammer, sum hann tók í Sierra Lione í 2010. Myndirnar vóru sera viðkomandi og vístu, hvussu vánalig vatn- og reinførisviðurskiftini vóru, og hvat stríð fólkini í hesum landi hava av at skaffa vant.
Vit sóu børn spæla í kloakkum og búgva í pappeskjum og blikkhúsum. Vit sóu eisini, at fólkið má ganga fleiri hundrað metrar eftir vatni hvønn einasta dag. Eisini greiddi Zacharias frá egnum royndum í Sierra Lione, tá hann var smittaður og mundi doyð av sjúku, men til alla lukku kom heim at verða viðgjørdur.

Eftir hetta varð farið í bussin á sandinum norður í Ánagjógv at vitja reinsiverkið har. Jóhan Við Neyst tók væl ímóti okkum og greiddi frá ráa vatninum, sum fyrst er skitið og síðani verður reinsað og filtrerað á reinsiverkinum.

Kósavirkið brúkar 100 tons av reinsaðum vatni um tíman.

Vatnroyndir verða tiknar 1 ferð um mánaðin. Hevur ein fyrst vant seg við stráluviðgjørda vatnið, so tolir ein ikki vanliga ráa vatnið og fær búkilsku.

Tangarnir taka 3800 tons tilsamans, og tað verður mett, at eitt fólk í miðal brúkar 350 litrar av vatni um dagin.

Hetta var ein sera læruríkur og góður dagur - ongin ivi um tað.

Hósdagurin byrjaði við postarenning við appini Mapop. Spurningarnir í postarenningini tóku støði í tí, sum næmingarnir hoyrdu og sóu mikudagin í høllini og á vatnreinsiverkinum. Postarnir vóru á økinum millum skúlan og Borðoyarvíkina.

Seinna partin av degnum vóru stafettkappingar millum flokkarnar, har evnið ítøkiliga var vatn. Næmingarnir skuldu flyta vatn frá einum stað til annað á ymsar kreativar mátar. Hóast fleiri av góðum grundum vórðu vát, so var hetta aftur ein góður dagur.

Fríggjadagurin var verkligur burturav. Tað vóru 3 verkstovur, har næmingarnir fluttu ímillum. Ein verkstova var í alisfrøðistovuni, har Bergur gjørdi vatnroyndir við næmingunum og hini bæði vóru annaðhvørt at klippa og líma vatndropar, sum skulu heingjast undir eitt skýggj í gongini ella at gera bakteriur úr tógvi, sum verða hongdar upp undir loftið í floksstovunum.

Áðrenn næmingarnir fingu vikuskifti, var ein felags máltíð, har allir næmingarnir høvdu hvør sítt við. Alt varð dekkað upp í gongini til sjálvtøku, so kundu næmingarnir eta saman, har teir vildu. Ein góður og gevandi dagur.

Samanumtikið tríggir væleydnaðir evnisdagar um reint vatn og reinføri sum eitt av 17 heimsmálum hjá ST.