Flokkar
Føroyskt

Elska mann tín og stoppa hosur hansara.

https://books.google.com/books?id=15MnLbmlkh0C&printsec=frontcover&hl=da#v=onepage&q&f=false

Far inn á leinkjuna og les úr Lærarabókini frá s. 69 um Oddvør Johansen og stuttsøguna.

Les í bókini frá s- 12 til brotið á s. 18...Pápar vóru...

Legg til merkis og hugsa um, hvussu børn/gentur/dreingir verða lýst, og hvør lýsir.

Legg til merkis og hugsa um, hvussu mammur verða lýstar.

Hugsa um tíð og stað.

Tú kanst lurta við at fara inn á leinkjuna niðanfyri:

http://snar.fo/fileadmin/00_filagoymsla/01_filar/01_laerugreinar/01_foroyskt/00_undirvisingarheildir/Les/Les_2/Ein_fuglur_i_mini_sal/Elska_mann_tin_og_stoppa_hosur_hansara-s012.mp3

 

Fyrireikingin til synopsuna

Noomi, eg havi sent tær mail á firstclass!!!

Góð orð við á vegnum :-)

Byrja við at greiða frá hugdýpingarøki, og hví tú hevur valt ávísu tekstirnar.

Ven upplesturin í ókenda teksti

rithøvund

søguna/innihaldið í stuttum

men ger nógv við greining og tulking, vís á dømi úr tekstinum, hví tú sigur so- greiningarfrymilin!

boðskap/læra?

Lýs kenda tekstin í stuttum

greining og tulking, vís úr tekstinum, hví tú sigur so!

samanberingin - hugsa um hugdýpingarøkið, hvussu sært tú tað aftur í tínum ókenda og kenda teksti. Vís, at tú hevur kanna tekstirnar nágreiniliga, at tú í løtuni ert serkønur í hesum tekstum og hugdýpingarøki :-)

Tak samanum- t.d.hvat dámdi tær og hví.

Eg veit, at tit duga :-)

Ven framløguna heima fleiri ferð og tak tíð - tú fært millum 15 - 17 minuttir.

Góða eydnu!

 

Í morgin, mikudagin 31.mai, skal synopsan latast inn/sendast mær: vitalia.black@skulin.fo

Tað merkir eisini, at tit hava tíman í morgin afturat at spyrja um ivamál.

Synopsupróvtøkan

http://www.namsaetlanir.net/synopsuvegleidingar

Far inn á leinkjuna og klikk á eitt av teim 6 dømunum, so fært tú møguleika at lesa sjálva synopsuna hjá viðkomandi - tað næmingurin hevur skrivað um framløguna - og tú fært eitt filmsbrot um sjálva framløguna og prátið, lærararnir hava, áðrenn teir geva metið :-)

Vit hugdu at dømi 6 og hava havt hennara synopsu hangandi á vegginum til fyrimyndar, tí hon fekk at vita, at alt var, sum tað skuldi - hon fekk 12 :-)

 

 

https://www.youtube.com/watch?v=uYZR3dJdumc

Brot úr Harpurímu :-)

Her fáa tit lagið at venja eftir.

http://www.namsaetlanir.net/synopsuvegleidingar

Far inn á leinkjuna og "skrolla", til tú sært 6 dømi um próvtøku.

Tú lærir, hvussu ymiskar framløgurnar eru, og hvat tú sjálv kanst taka við tær :-)

Hesi dømi eru frá 2012, tá hesin háttur var nýggjur.

Tit síggja bæði dømi um sjálva synopsuna - tað, tey hava skrivað og latið inn, áðrenn framløguna, og eitt filmsbrot, sum fyrst vísir framløguna og síðani, hvussu lærararnir tosa og meta um.

Øðrvísi

Henda stuttsøgan lýsir lívið hjá eini smágentu, til hon er vaksin. Vit fylgja henni frá tí, hon fyrstu ferð hoyrir nevnt, at hon er øðrvísi. Vit hoyra um skúlatíðina, um vantandi sambandið við onnur børn, um ungdómslívið, tá ið hon roynir at fáa samband við drong, og um vaksna lívið, tá ið hon mettar sín longsul við sjónvarpsfilmum og sníkir seg út sum ein skuggi í myrkrinum.

Hvør er tíðin og staðið?

Hvussu long er søgutíðin?

Ti býta søguna sundur í brot og gera yvirskriftir til brotini.

Tit  gera persónlýsingar av teimum, sum hava týdning í søgugongdini.

Síðan kunnu tit lýsa sambandið millum gentuna og mammuna og greiða frá, hvønn týdning mamman hevur fyri gentuna og hennara lív. Hjálpir mamman gentuni til rættis í lívinum, ella er hon ein forðan fyri menningina hjá gentuni?

Tit  lýsa sambandið millum gentuna og hini í søguni. Spurt kann verða, hví gentan hevur so lítið samband við onnur? Hvussu bregður hon frá øðrum?

 Hvussu kemur happing til sjóndar í søguni? Hví kemur happing fyri?

Ber til at siga, at gentan hevur eitt gott lív, hóast hon er øðrvísi? Hví/hví ikki?

Gentan hevur ein hund. Hvønn týdning hevur hundurin hjá gentuni? Hví letur hon hann verða liggjandi í songini?

 Hvør er konan, sum vitjar hana av og á? Hví ger hon so nógv burturúr, áðrenn konan kemur? Hví sær hon konuna sum eina hóttan?

Prátað kann verða um, hví gentan livir so einsamøll og avbyrgd.

Kenna tit fólk, sum eru at kalla inniløgst og liva lívið sum skuggar í gerandisdegnum – eins og henda gentan?

Hvat læra vit av hesari søgu?

Hvat dámdi tær/tykkum søguna- grundgev!

Lívið er eitt spæl - 1. 2. og 3. partur

Hey tit,

Her verða boð um lærugreinina føroyskt løgd!

Í stílinum Lívið er eitt spæl, skulu tit koma inn á:

1. Hvør hevur skrivað og týtt, hvussu vit síggja, hvat týðarin hevur gjørt/broytt og hvør hevur staðið fyri útgávuni.

2. Høvuðsevnið og onnur evni, sum bókin tekur upp. Nevn tey, men sig eisini frá, hvussu tú sært tað - tak dømi!

3. Royn at lýsa tíðina og hvar vit eru stødd - Vit vita, at vit eru í Føroyum, tí... o.s.fr . Skriva flótandi, so stílurin ikki er býttur upp í punktum - ikki skriva punkt 1,2,3 og s.fr.

4. Søgan er um.......søgugongdina í høvuðsheitum. Her ræður um, at tú dugir at velja at taka týðandi brot við. Vís her á hæddarpunkt ella punktið! Tá tú kemur til endan, kanst tú í heilt stuttum skriva, hvussu tú hevði hugsað tær, framtíð teirra fór at vera :-) Hesin parturin hjálpir tær til royndina í summar at minnast til bókina, so ger tær ómak :-)

5. Lýs persónarnar - hetta kanst tú eisini gera í søgugongdini - flætta lýsingarnar upp í gongdina. Hvussu Eyði t.d. broyttist eftir ólukkuna.

6. Hvat er boðskapurin í bókini? Hvussu kemur hann fram, og hvussu eydnast hann at røkka tykkum ungu?( Hvør hevur givið út?)

7. Hvussu dámdi tær bókina og hví?

 

.

 

Bólkar í føroyskum hósdagin 27/10:

Tit lýsa persónarnar og støður við orðum og myndum/ tekningum? Tak litblýantar ella tussjir við at prýða við.

Leita heima eftir myndum, sum rigga tilJ

Ein plancha til hvønn bólkin at heingja upp.

Levi, Elias, Sára, Natalia,                                            Eyði

Kathleen, Rakul, Jóhann, Kristmar                             Lisa

Karina, Ragnheiður, Hans, Maria                               Áki

Ásla, Noomi, Malvinus, Uni                                       foreldur Eyða

Bjørt, Lydia, Eivind, Tórður, Jónvør                          Koyrilærarin

 

 

 

 

Gev gætur, meðan tú lesur 8. part:

Hvussu er í skúlanum nú?

Hvat veitst tú um Florence Nightingale/frøkun Hjartagóð?

Hvat heldur tú um stevningina av Áka?

Hvat greiðir Asta, mamma Áka, frá?( góðar tvær vikur eftir vanlukkuna)

Hvat fær Eyði at vita frá Lisu?( tríggjar vikur eftir vanlukkuna)

Hvussu handlar hann?

Hví man Lisa ikki orka slíkt prát?

 

 

 

 

 

 

Tit fara í bólkar at rætta fyrisøgnina.

 Levi, Noomi, Rakul, Kristmar

Elias, Ásla, Kathleen, Malvinus

Tórður, Benjamin, Sára, Bjørt

Eivind, Jónvør, Maria, Lydia, Ragnheiður

Uni, Natalia, Karina, Jóhann

 

 

Til týsdagin 23/8

Ger 1. uppgávu á s. 6 í mállæruni til mikudagin!

Spurningar til part 2 at svara í heftið!

Hvussu er Frants her lýstur?s.17

Hvat hildu fólk fór at spyrjast burtur úr honum - sum vaksin?s. 17/18

Hvat hevði hann gjørt í Skjatlánni?s. 18

Hvussu lýsir Frants sín kærleika til skurapisuna? s. 19

Hvørja kenslu hevur hann, tá hann tekur pisuna, og hví man hann tosa um likkupápan heldur enn likkumammuna? s. 20

Á reglu 16 á s. 20 er ein málslig villa - rætta hana :-)

Finn samanbering á s. 20

Lýs kenslurnar Frants hevði fyri pisuni, hann fekk sum 9 ára gamal. s. 20/21

Lýs stóru sorgina, hann upplivdi, tá Niklas fór við pisuni. s. 21/22

Hvørja mynd hevur Frants av likkumammunum og likkupápanum í næstniðasta brotinum?

Hví man hann hava hesa mynd?

Hvussu tulkar tú seinasta brotið?

Hvat dámdi tær søguna og hví?

Uppgávan til mánadagin var at svara spurningunum, sum vit tosaðu um í tímanum fríggjadagin. Tit, sum ikki gjørdu hetta til mánadagin, fáa hesar spurningarnar svaraðar í heftið til í morgin:

les til part 2 á s. 17 og hav 3 skrivihefti við!
Lýs Lítla Frants, Sjórottuna og óða læraran.
Finn 4 samanberingar á s. 16 og eina mynd á s. 17

 

til mánadagin 22/8

Les restina av søguni.

Svara nú spurningunum, sum vit tosaðu um fríggjadagin, í heftið!

Tit fáa spurningar til part 2 seinni!

Ger heima 1. uppgávu  í mállæruheftinum - um stavraðið.