Heim og skúli

Undirvísing í fjarstøðu

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur orðatakið, og í hesum tíðum mugu vit øll flyta okkum frá vanligu undirvísingini í skúlastovunum og heimini. Vit megna hetta í felag og vóna at øll eru við til at lyfta uppgávuna, bæði skúlin og heimini. 

Tað er ymiskt hvussu vit kunnu samskifta. Eitt nú er heimssetningurin hentur at hava, so boð kunnu koma úr skúlanum og heim. Men eisini eru fleiri farin yvir á annan netbornan miðil. Vit hava øll okkara brúkara í Office 365 og her kunnu vit samskifta. 

Teams er ein góður plattur, har vit kunnu samskifta og deila tilfar og eisni hava videofundir. 

Her eru nakrar vegleiðingar til hvussu ein kann brúka Office 365 og Teams:

 

 

Fleiri videovegleiðingar frá Námi liggja her