Meginreglur fyri telefonnýtslu á Skúlatrøð
Endamál:
· At telefonir ikki órógva undirvísingina
· At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum
· At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum
· At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini
· At tálma happing á netinum
Hesar reglur eru galdandi viðvíkjandi telefonnýtslu:
1.-7. flokkur:
· Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tíma og fríkorteri
· Um næmingur skal nýta telefonina, skal hetta fyrst avtalast við starvsfólk skúlans
8.-10. flokkur:
· Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tímunum
· Um næmingur skal nýta telefonina í tímunum, skal hetta verða eftir avtalu við starvsfólk skúlans
· Tá ið næmingar eru á øki, har 1. – 7. fl. vanliga heldur til, eru reglurnar fyri 1. - 7. fl. galdandi
Atgerðir:
· Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana
Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 06.06.17