Flokkar
5. A

Kunnandi fundur 22.01.18 kl 19.00

Vika 08 - 2018

  • Mánadagur
    19. februar
    Sægan skal latast inn í morgin (stílur)
    Dansk
    vi skriver diktat Fodbold 1 - læs og øv diktaten og staveordene - opgaverne til diktaten SKAL være færdige, vi har haft tid til det i skolen
  • Týsdagur
    20. februar
    innlating
    Lesa søguna "Jobbafólkini" s. 84-86

    Søgan skal latast inn í dag!!
    Dansk
    læs s 60 til Men Prins...
    Enskt
    Bonfire Night
    sí. 50 at lesa heima. Lesið kassan væl!
    Ítrótt
    Dreingir : Kí -høll ( Lid 1 )
    Fimleik ( Lid 2 )

    Gentur: svimja
  • Mikudagur
    21. februar
    Kristni
    Jødar og páskir
    Dansk
    læs resten af s 60 og s 61 - i skolen læser vi både s 60 og 61, fordi vi læste ikke op i skolen tirsdag
    støddfrøði
    stk. 704 + 705 + 706
  • Hósdagur
    22. februar
    Enskt
    Arbeiða í Workbook við Bonfire Night
    Lesa restina av søguni "Jobbafólkini" s. 87 -89
    støddfrøði
    stk. 707+708+709
  • Fríggjadagur
    23. februar
    Kristni
    Jødar og páskir
    Enskt
    The Gunpowder Plot at lesa heima sí. 51
    Lesið kassan væl!
    lesa søguna "Állurin" kopi s. 249-251

Meginreglur fyri telefonnýtslu á Skúlatrøð


Endamál:
·      At telefonir ikki órógva undirvísingina

·      At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum

·      At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum

·      At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini

·      At tálma happing á netinum

 

Hesar reglur eru galdandi viðvíkjandi telefonnýtslu:
 

1.-7. flokkur:
·      Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tíma og fríkorteri

·      Um næmingur skal nýta telefonina, skal hetta fyrst avtalast við starvsfólk skúlans

 

8.-10. flokkur:
·      Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tímunum

·      Um næmingur skal nýta telefonina í tímunum, skal hetta verða eftir avtalu við starvsfólk skúlans

·      Tá ið næmingar eru á øki, har 1. – 7. fl. vanliga heldur til, eru reglurnar fyri 1. - 7. fl. galdandi

 

Atgerðir:
·      Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana

  

Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 06.06.17
 

Tímatalvan hjá 5.A

 

5.a    Mánadag    Týsdag Mikudag     Hósdag    Fríggjadag   
8.00-8.45       Hand/list Støddfrøði     Nát/tø     Føroyskt Føroyskt
 8.45-9.30  Hand/list  Føroyskt Nát/tø  Føroyskt Føroyskt
 9.45-10.30  Støddfrøði Danskt  Hand/List  Enskt Kristni   
10.30-11.15   Danskt  Enskt  Hand/List  Danskt  Enskt
11.15-11.40    Matarsteðgur Matarsteðgur   Matarsteðgur  Matarsteðgur  Matarsteðgur

 11.40-12.25

12.25-13.10 

13.20-14.05

 Føroyskt

Søga

 

Ítrótt

Ítrótt

Kór

Kristini

Danskt

Støddfrøði

Støddfrøði

Støddfrøði

Søga

Nát/tø

 

 

 

Flokslærari:

Elsebeth Vilhelm - føroyskt og søga

Telefon: 743117

T-post: ev1004f8@skulin.fo 

 

Lærarar:

Carsten Wigant Andersen - støddfrøði, ítróttur

Lina Magnussen - danskt

Bergljot Johannessen- Náttura og tøkni, enskt

Jónfríð Foldbo - kristni

Anna Elisabeth Gøte - svimjing

Anja Samuelsen - ítrótt

Jónfríð Foldbo - ítrótt

Sonja í Gong - ítróttur

Petur Páll Mikkelsen - ítróttur

Lina Magnussen - Handaverk og List (køk)

Karl Jóhan Thomsen - Handaverk og List (smíð)

Sonja í Gong - Handaverk og List (evning)

Katja Kjartansdóttir - Handaverk og List (hondarbeiði)

Hjørdis Hávarsá - Handaverk og List (tónleik)

Steintór Rasmussen - Hadarver og List (hugaítrótt)

Góðu foreldur!


Kostur er sera týðandi fyri okkara gerandisdag, ikki minst hjá børnum okkara. Tað snýr seg ikki einans um at eta seg mettan og sløkkja tostan, men eisini hvørjum tú etur teg mettan av og sløkkir tostan við. Hetta hevur ávirkan á tannheilsuna og evnini at hugsavna seg.

Børn vita, hvat tey vilja hava, men tey vita ikki altíð, hvat er gott fyri tey. Tí hava tey brúk fyri vaksnum at taka nakrar avgerðir fyri tey, m.a. viðvíkjandi mati.

Tað er nógv søtmeti millum børn í skúlanum, og hetta sæst aftur í m.ø. tannheilsuni. Fyri at betra um hetta, vilja vit við hesum heita á tykkum foreldur um ikki at geva børnunum søtmeti í matpakkan og ikki lata tey hava pening við í skúla, so tey kunnu keypa sær eitthvørt í skúlatíðini.  Hetta vil uttan iva betra um tannheilsuna og vælveruna annars.

Vónandi verður tikið væl ímóti hesum.

Vinaliga

Skúlin, skúlastýrið og skúlatannlæknin

Til foreldur og avvarandi

Heitt verður á foreldur og avvarandi at børnum, sum skulu til tannlækna, um at minna børnini á tíðina tit hava fingið.  Nú skúlin er í gerð er ikki altíð møguligt  hjá okkum at ”rópa” ella at fara eftir børnunum fyri at minna tey á tíðina.

Vit síggja helst at avvarandi koma við børnunum, tá tey hava tíð til tannlækna. Um okkurt kemur í vegin, ella tað ikki liggur fyri at koma til tannlæknan, vilja vit heita á tykkum um  at boða frá sum skjótast.

 Vh 

Starvsfólkini í Barnatannrøktini

Bólkar o.a. í handarverk og list eru undir kunning