Flokkar
- Kunning

Jólaløta

Foreldrabólkurin skipar fyri jólaløtu hósdagin 7. desember kl. 17.00.

Útsett til mánadagin 11. desember kl. 17.00.

 

Tað er ikki loyvt at brúka fartelefon í skúlatíð

Foreldrabólkar og telefon

Sum avtalað á felags foreldrafundinum eru foreldrabólkarnir lagdir út her á stevnuna. Tey, sum ikki skrivaðu seg í nakran bólk á fundinum, havi eg sett uppá.

Uppgávan hjá bólkunum er at skipa fyri einhvørjum tiltaki fyri øllum flokkinum saman við øllum foreldrunum, t.v.s. fram móti jólum, áðrenn føstuna og ímóti sumri.

Jólabólkur:

Brandur           250944

Kaleb               554039

Páll                  565631

Elisabeth B.     283288

Elisabeth J.     229844

Hjørdis            215990

Jona               227340

Føstubólkur:

Dávid E.         224652

Jóannes         281890

Leivur            794008

Pætur            789444

Erikka            228561

Noomi            295432

Summarbólkur:

Jóhanna        599081

Talita             221303  

Tóki              223889

Dávid S.       220032

John Ziska   227155

Josva           288595

Kendra

 

Heilsugóður kostur og matpakkin

                                                                                      Klaksvík tann 17. mai 2017

 

Góðu foreldur!

Kostur er sera týðandi fyri okkara gerandisdag, ikki minst hjá børnum okkara. Tað snýr seg ikki einans um at eta seg mettan og sløkkja tostan, men eisini hvørjum tú etur teg mettan av og sløkkir tostan við. Hetta hevur ávirkan á tannheilsuna og evnini at hugsavna seg.

Børn vita, hvat tey vilja hava, men tey vita ikki altíð, hvat er gott fyri tey. Tí hava tey brúk fyri vaksnum at taka nakrar avgerðir fyri tey, m.a. viðvíkjandi mati.

Tað er nógv søtmeti millum børn í skúlanum, og hetta sæst aftur í m.ø. tannheilsuni. Fyri at betra um hetta, vilja vit við hesum heita á tykkum foreldur um ikki at geva børnunum søtmeti í matpakkan og ikki lata tey hava pening við í skúla, so tey kunnu keypa sær eitthvørt í skúlatíðini. Hetta vil uttan iva betra um tannheilsuna og vælveruna annars.

Vónandi verður tikið væl ímóti hesum.

 

Vinaliga

Skúlin, skúlastýrið og skúlatannlæknin

Til foreldur og avvarandi

 

Heitt verður á foreldur og avvarandi at børnum, sum skulu til tannlækna, um at minna børnini á tíðina tit hava fingið.  Nú skúlin er í gerð er ikki altíð møguligt  hjá okkum at ”rópa” ella at fara eftir børnunum fyri at minna tey á tíðina.

 

Vit síggja helst at avvarandi koma við børnunum, tá tey hava tíð til tannlækna. Um okkurt kemur í vegin, ella tað ikki liggur fyri at koma til tannlæknan, vilja vit heita á tykkum um  at boða frá sum skjótast.

 

Vh

Starvsfólkini í Barnatannrøktini

Áheitan á foreldur/avvarðandi!

Ein kanning um uppmøting er gjørd á Skúlatrøð, og vísur tað seg, at uml. 10% av skúlabørnunum koma ov seint í skúla hvønn dag. Hetta er ein trupulleiki og órógvar undirvísingina sera nógv. Skúlastýrið hevur viðgjørt málið og heitir staðiliga á foreldur/avvarðandi um at lata børnini í skúla til tíðina.

Vegna skúlastýrið

Jórun Andreasen, forkv.

Tilboð um fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna

 Øll børn í Føroyum hava rætt til fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna, tá ið tey fara í skúla, og tá ið tey fara úr skúlanum.

Hetta er liður í almenna tilboðnum til øll børn og ung í Føroyum um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Hetta tilboðið kemur afturat tilboðnum um heilsukanning hjá heilsufrøðingi.

Í lóginii verður tilskilað, at børn og ung skulu fáa tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.

Børn undir skúlaaldur skulu fáa tilboð um sjey heilsukanningar, tríggjar teirra verða gjørdar, áðrenn barnið hevur fylt ár.

Børn og ung í skúlaaldri fáa tilboð um tvær heilsukanningar. Tann fyrra stutt eftir, at barnið er farið í skúla. Tann seinna stutt fyri, at barnið fer úr skúlanum. Í hesum sambandi hava øll børn í 1. og 9. flokki fingið kort heim við úr skúlanum, har mint verður á hesa heilsukanningina.

Heitt verður á foreldur um at venda sær til kommunulæknan, og biðja um tíð til fyribyrgjandi heilsukanning.

 

Løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, sum broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 12. mars 2014