Flokkar
- Lesing

Fá lesiferðina upp

Nú tá ið tit eru komin so væl áleiðis at lesa, er tíð at fáa lesiferðina upp.

Tað gera vit soleiðis:

Tá ið tit lesa heima, skulu tit taka tíð.Tit skulu hava stoppur hjá tykkum, tá ið tit lesa.

Tit lesa fyri onkrum heima og lesa sama stykkið 3 ferðir - tað, sum tit hava fyri. Síðani skriva tit tíðina niður á arkið, tit hava fingið heim við, hvørja ferð.

Tá ið tit koma í skúla aftur, lesa tit tað sama fyri læraranum, Charlottu ella mær.

 

Góðan lesihug og góða lesiferð.

 

Marianna

 

Lesisnildir

Fyri at lætta um fyrstu lesingina eru at kalla nakrir lyklar, vit kunnu brúka. Næmingarnir læra um teir í skúlanum, og tit sum foreldur gera beint í at minna tey á teir heima.

Her eru fýra at byrja við:

1. Peika undir hvørt einstakt orð, sum lisið verður.

2. Hygg at myndunum á síðuni. Kunnu tær geva okkum nakra ábending um, hvat  teksturin snýr seg   um, og hvørjum orðum, vit kunnu møta.

3. Ger munnin til at siga fyrsta ljóðið í orðinum, t.d.  /sss/  í sól, ella  /lll/  í lás

4. Drynja: Far  s p a k u l i g a  gjøgnum orðið, og sig øll ljóðini týðuliga: /sss/ - /óóó/ -/lll/   =   sól

 

Tryggið tykkum, at barn tykkara dugir allar bókstavirnar, vit eru komin ígjøgnum: skap, heiti og ljóð!

 

Tá ið næmingurin lesur uppá heima, latið hann ella hana so lesa sama stykki í minsta lagi tríggjar ferð.