Flokkar
- Myndasavn

Evnisdagur 25. juni 2019

Í dag fóru vit fyrst niðan í Amarant at fáa okkum morgunmat. Síðani varð farið út í Grøv, og har er altíð gott at vera.
Áðrenn vit fóru til hús, fóru vit í skúlan eftir málningunum, sum nú vóru nóg turrir at taka heim. Góðir málningar og ymiskur stílur eru vit øll samd um.

Evnisdagur 24. juni 2019

Í dag varð málað, og øll fóru hugagóð til verka. Har kom nógv gott burturúr.

Ein dagur á bókasavninum í 3. flokki

Fleiri av gentunum vóru í Havn við gentukórinum á skúlanum hendan dagin.

Á vøllinum 24. apríl 2019

Veðrið var gott, so vit fóru á vøllin.

Staraflokkar

Evning í 2. flokki.

Hávar

Evning í 2. flokki.

Perspektiv í 2.a

Í viku 15 hava vit í 2.a arbeitt við perspektiv. Vit halda, at tað er komið bara væl burturúr :)

Evnisdagar 4. - 6. oktober 2017

Martin Luther - 500 ára hald fyri trúbótini.
2. flokkarnar eru til ein verkstað hvønn dag. 2.a byrjaði mikudagin við at gera eitt kirkjuvindeyga.
Eitt stykki av bókaplastikki varð lagt á borðið hjá hvørjum næmingi sær við límsíðuni uppeftir og fest við máliklistur. So vórðu petti av silkipappíri løgd niður á plastikkið. Tá ið tað var gjørt, vórðu rammi og krossur kliptir og límaðir á báðar síður.
Nú hanga kirkjuvindeyguni so vøkur og prýða vindeyguni í stovuni.
Hósdagin var 2.a á einum øðrum verkstaði, har tey litaðu og kliptu Luther-rósuna, og gjørdi teknirøð um lívið hjá Luther. Rósurnar eru eisini komnar upp at hanga.
Á triðja verkstaðnum høvdu næmingarnir um tesurnar, sum Luther hongdi á kirkjudyrnar í Wittenberg 31 oktober í 1517. Her fingu vit eina hurð í natúrligari stødd úr flamingo frá Looknorth, sum so varð málað. Næmingarnir skrivaðu so sínar tesur - setningar, skriftstøð, brot úr skriftstøðum og onnur brot - á smáar pappírslepar, sum vórðu hongdir upp á hurðina, sum nú stendur á vegginum í Miðhøllini.

(Tíverri fekk eg tað ikki at bera til at fáa allar myndirnar at venda rætt, men eg haldi, tað sæst, hvat vit takast við, og at næmingarnir hugna sær)

Dagstúrur í fyrsta flokki

1.a á útferð í Árnafirði 21. juni 2017

Í skúlagarðinum 5. mai 2017

Ein góðveðursdagur og vit eta matpakkan úti.

Jólahugni

Hóskvøldið 8. desember hevði 1.a jólahugna saman við foreldrunum.
Næmingarnir kliptu og límaðu jólapynt, drekkamuður var at fáa, og at enda koma jólamaður á vitjan.
Øll hugnaðu sær óført.