Flokkar
8. D

Góðu foreldur!

Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur verið staðfestur í 8. flokki. Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo  

Vika 40 - 2020

  • Mánadagur
    28. september
  • Týsdagur
    29. september
    Samfelagsfrødi
    les s. 14 - 16
  • Mikudagur
    30. september
    Týskt, Simona
    Lesa og umseta s 16
    Lívfrøði:
    s. 16 - 19
  • Hósdagur
    1. oktober
  • Fríggjadagur
    2. oktober
    Ítróttur
    Lið 1: Gentur: svimjihøllin
    Lið 2: Gentur: fimleikarhøllin
    Lið 3: Dreingir: badmintonhøllin
    Lið 4: Dreingir: fimleikarhøllin
    Landalæra
    s . 26 - 30

Flokstímatalva 2020/2021

Telefonsiður og uppaling í einum talgildum heimi

Til foreldur/avvarandi. 

Á Skúlatrøð leggja vit dent á at venja næmingar við góðan telefonsið og uppaling í einum talgildum heimi. Tað er alment kunnugt, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Tí hava vit ásett meginreglur viðvíkjandi nýtslu av telefon. Í meginreglum skúlans stendur soleiðis um endamálið við meginreglum í samband við telefonnýtslu: 

Endamál: 
At telefonir ikki órógva undirvísingina 
At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum 
At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum 
At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini 
At tálma happing á netinum 
 

Við hesum í huga heita vit á næmingar í hádeild um ikki at hava telefon við í skúla. Hava næmingar telefon við í skúla er mannagongdin tann, at næmingurin leggur telefonina í telefonkassan í eitt skáp í flokshølinum. Hetta verður gjørt, tá møtt verður á morgni, og skápið verður læst. Tá skúladagurin er liðugur, fær næmingurin telefonina aftur.  

 

Tað kann sjálvandi koma fyri, at foreldur/avvarðandi hava tørv á at fáa fatur í næmingum skúlans. Í slíkum føri ber til at seta seg í samband við: 

Skrivstovuna á Skúlatrøð – tlf. 410200 

Varastjóra við ábyrgd av hádeild, Leivur Vitalis – tlf. 780206 

Skúlastjóra, Vagn Foldbo, - tlf. 780200 

 

Komandi mikudag og hósdag, 16. og 17. september, er sertannlækni á tannlæknastovuni og hyggur eftir tannskeivleikum.

Vit gera alt fyri at halda Covid19 tilmælini, og tí eru nakrar mannagongdir, sum eru broyttar:

·         Vit ynskja, at barnið kemur einsamalt á tannlæknastovuna, og foreldur bíða uttanfyri ella í bilinum

·         Barnið sprittar hendurnar í gongini, áðrenn tað kemur inn á klinikkina

·         Um tað verður bíðitíð, kann tað verða neyðugt, at barnið bíðar uttanfyri

Um barnið er forkølað, hevur ilt í hálsinum, hevur fepur ella hevur verið í útlondum seinastu 14 dagarnar, verður tað biðið um IKKI at koma, men geva okkum avboð.

 

Vinarliga heilsan

Unn Jakobsen

Tannlæknaleiðari

Klaksvíkar Kommuna

Barnatannrøktin

Skúlavegur 2

FO-700 Klaksvík

 

Telefon:    +298 45 56 51 

Fartelefon:+298 58 59 16

Her er yvirlit yvir innlatingar í fakunum føroyskt, enskt, danskt og støddfrøði fram til jóla.

4. septembur, fríggjadag - Føroyskt

11. Septembur, fríggjadag - Støddfrøði

25.  septembur, fríggjadag - Danskt

2. oktobur,  fríggjadag - Føroyskt

9. oktobur,  fríggjadagur - Enskt

30. oktobur, fríggjadagur - Støddfrøði

6.  novembur, fríggjadagur - Føroyskt

13. novembur, fríggjadagur - danskt

20.  novembur, fríggjadagur -  støddfrøði

Framseting


Stílevni: Mín framtíð


Tit skriva frítt út frá yvirskriftini “Mín framtíð”, soleiðis sum tit ímynda tykkum hana.


Hugsið uppgávuna soleiðis:
Inngangur:
Bulur
endi


Uppseting av framseting
- Skriva við ”Times New Roman”
- Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12 - Reglumillumrúm 1.5
- Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
- Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu


Longd av framseting
Longdin er vegleiðandi. Avrikið verður fyrst og fremst mett eftir innihaldinum.
3000 – 3700 tekn við millumrúmum.


Mín framtíð
Gevið tykkum tíð at lesa framsetingina væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt.
Uppgávan skal latast inn fríggjadagin 4. Septembur kl. 23.59.

ep2311m3@skulin.fo

Til komandi konfirmantar

Av tí at konfirmatiónir vóru avlýstar vegna corona, so skulu næmingar í 8. flokki eisini konfirmerast í heyst. Í tí sambandi ynskir prestur, at fáa næmingar til undirvísing. Dagarnir og tíðirnar ið eru avsettar eru hesar

Tíðarskeiðið kl. 11.45-13.15:
 
Vika 35
týsdagur 25 august
 
vika 36
mikudagur 2 sept
 
vika 37
hósdagur 10 sept
 
13 sept. er konfirmatiónin í Christianskirkjuni

Vælkomin í 8. flokk :) 

Vit síggjast týsdagin 18.08.20 kl. 09.00.

Vit møta í flokshølunum, stovu 410.

Vit gleða okkum sjálvandi til enn eitt spennandi skúlaár við gevandi samveru og sjálvandi eisini við nógvum nýggjum og gomlum avbjóðingum :)

Havið tasku og penalarhús við í skúla týsdagin! tí tit fáa bøkur v.m. at hava heim við, og vit skriva navn í bøkurnar týsdagin :)

Viðv. korona, ið vit uttan iva koma at liva við í rúma tíð afturat, so er støðan tann, at skúlagongdin er lítið broytt í mun til tað vanliga, tó verður nakað av spritting, ítróttur verður floksvís‚ og ymisk valfak verða niðurløgd. Vit ganga høgt upp í reinføri, og tað er álagt okkum at uppføra okkum skynsamt í hesi tíð.

GG: Sum vit kenna frá síðstu koronabylgjuni‚ so kunnu tilmæli broytast skjótt. Er broyting í‚ og vit fáa onnur boð‚ so verða tit kunnaði.

 

Blíðar heilsanir

Eyðstein 

Her endar 7. flokkur, og 8. flokkur byrjar

Støðumetsbókin!

Næmingarnir skulu lata støðumetsbókina inn mánadagin. Teir fáa støðumetsbókina aftur fríggjadagin 19. juni.

Skúlamyndirnar eru komnar.
Myndirnar kunnu heintast á skrivstovuni hjá Olinu gerandisdagar til kl. 12. Skrivstovan er í Ziskatrøð.

Myndirnar kunnu útflýggjast, tá goldið er fyri tær.
Konto nr. er 9865 4120633.

Vinarliga

Eyðstein

Nýggj tímatalva

Nýggj Tímatalva frá 27.04.2020. 

Vallærugreinar komandi skúlaár


Góðu foreldur og næmingar.


Tá næmingar fara í 8. flokk, stendur teimum í boði at velja vallærugreinar afturat teimum kravdu lærugreinunum. Vanligt er, at vit hava kunnandi fund um hetta, men av tí av støðan er sum hon er, ber hetta ikki til í ár. Tí verður kunnað við hesum skrivi.

Næmingar í 8. flokki hava 30 kravdar tímar. Hesir tímar eru:

Kristnikunnleiki, 2 tímar

Føroyskt, 5 tímar

Danskt, 4 tímar

Enskt, 4 tímar

Støddfrøði, 5 tímar

Søga/samtíð, 2 tímar

Landalæra, 2 tímar

Lívfrøði, 2 tímar

Samfelagsfrøði, 2 tímar

Ítróttur, 2 tímar

 

Umframt hesar tímar ber til at velja alis-/evnafrøði og eina aðra vallærugrein. Vallærugreinarnar, sum kunnu veljast, eru:

 

Alis-/evnafrøði, 3 tímar

Týskt, 4 tímar

Handverksbreyt (frálæra og handaligt arbeiði við timbur, jarni og el), 2 tímar

Sjóvinnubreyt (frálæra og handaligt arbeiði í samband við skip, báta og fiskiskap), 2 tímar

Tónleikabreyt (frálæra og verksligt arbeiði um og við tónleiki – framførslur o.a.), 2 tímar

Leiklistarbreyt (frálæra og verksligt arbeiði við leiklist – framførslur o.a.), 2 tímar

Miðlabreyt (frálæra og verksligt arbeiði við myndum, filmi, tíðarritum, heimasíðum o.a.), 2 tímar

Kostbreyt (frálæra og verksligt arbeiði við mati og matgerð), 2 tímar

Handarbeiði/evningsbreyt (frálæra og verksligt arbeiði við handarbeiði, seyming og ymiskari evning), 2 tímar

 

Vert er at hava í huga, at vallærugreinarnar eru ikki kravdar. Tó kann týskt og alis-/evnafrøði vera eitt upptøkukrav, um ein fer undir víðari lestur.

Alis-/evnafrøði er upptøkukrav til allar gymnasialar útbúgvingar uttan Hugbreyt, FHS og Yrkisnám. Tó er altíð fyrimunur at hava alis-/evnafrøði. Týskt er bert upptøkukrav til Hugbreyt, og er hetta kravið galdandi frá á sumri í 2023. Hetta merkir, at um næmingar í komandi 8. flokki fara í 10. flokk og síðani víðari á miðnám og velja Hugbreyt, so er týskt krav tá.

Næmingur, sum søkir um upptøku á hugbreytini at byrja í 2023 ella seinni, skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi tvey ár í týskum.

Næmingar og foreldur/verjar velja í felag, og verður hetta gjørt á leinkjuni niðanfyri. Freistin at velja er fríggjadagin 8. mai.

 

Eru spurningar annars hesum viðv., ber til at seta seg í samband við lestrarvegleigarar skúlans.

Tina Purkhús: tlf. 22 87 77

Hanna Y. Sólbjørg: tlf.: 59 53 76

 

Leinkja:

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSf7ldE1waB3Wljm5v8oo9clqVdVgFihuK3IKhzW_dEfR_R4Jw/viewform

 

 

Góðu foreldur og næmingar í 4. – 10. flokki.

 

Fyrst vilja vit takka fyri forstáilsi seinastu tríggjar vikurnar undan páskum. Hetta hevur verið ein undarlig tíð hjá okkum øllum, men við góðum samstarvi og forstáilsi báðar vegir, ber nógv til.

 

Komandi tíðina fara 4. - 10. flokkur at halda fram við fjarundirvísing. Vikurnar undan páskum vóru ávísar royndir við hesum, men nú fara vit at gera tað meira skipað.

 

Fyrstu vikuna, t.v.s. frá mánadegi 20. apríl, fara næmingarnir at hava tveir undirvísingartímar um dagin á forritinum Teams. Teams er eitt forrit í Office 365, sum allir næmingar hava atgongd til og flest allir hava roynt. Vikuna eftir verður tímatalið nakað økt, so tað verða uml. 3 tímar dagliga. Næmingarnir fara í hesum sambandi at hava eina tillagaða tímatalvu.

 

Fyrstu vikuna verða tímarnir skipaðir soleiðis:

• Hjá 4. – 7. fl. frá kl. 8:00 – 8:45 og kl. 9:00 – 9:45.
• Hjá 8. – 10. fl.  frá kl. 10:00 – 10:45 og kl. 11:00 – 11:45
 

Í komandi viku verður so kunnað um tímatalvuna, sum verður galdandi eftir hetta.

Næmingarnir hava møtiskyldu til tímarnar á Teams. Skúlin hevur ábyrgd av at skipa undirvísingina, og heimið hevur ábyrgd av, at næmingurin fylgir undirvísingini og møtir til tímarnar.

Vit eru tilvitaði um, at hetta setir krøv til teldur heima. Vit hava lagt tímarnar hjá 4. – 7. fl. og 8. – 10. fl. hvør sína tíð, fyri at minka nakað um hendan tørvin. Vit meta, at flestu tykkara hava teldu til taks til hesa undirvísing, men um tað eru heim, sum ikki hava nakra teldu til  teirra barn, skulu tit venda tykkum til flokslæraran við hesum innan kl. 12:00 fríggjadagin 17. apríl. Skúlin vil tá útvega tykkum eina teldu til láns, so leingi hendan støðan varir.

Roknast kann við ymiskum tekniskum avbjóðingum fyrstu dagarnar, tí skipanin er nýggj fyri flestu lærarar og næmingar. Um tit hava tílíkar trupulleikar heima, mugu tit gera vart við hetta hjá læraranum. Hann kann síðani sjálvur hjálpa, ella syrgja fyri, at tit fáa hjálp frá onkrum teldukønum. Tó kann gerast trupult at nøkta tørvin á hjálp fyrstu dagarnar. Vit hava ikki roynt hetta í hesum vavi fyrr, og tí kann tað kennast ørkymlandi fyrstu vikuna. Men vit rokna við, at hetta kemur at virka væl, tá ið vit hava vant okkum við hendan undirvísingarhátt.

Allar royndir og próvtøkur eru avlýstar í ár, og landsroyndirnar eru útsettar til í heyst. Hildið verður fram við fjarundirvísing til summarfrítíðina, um ikki onnur boð koma frá myndugleikunum. Ársmet verða givin viðkomandi næmingum seinastu vikuna áðrenn summarfrítíðina. Hjá 9. og 10. flokki verða hesi ársmet eisini ásett at verða próvtøkumet í ár.

Vónandi fara vit framhaldandi at samstarva væl um hesa avbjóðing, soundirvísingin fer at virka væl, og næmingarnir framhaldandi fara at læra og mennast. 

 

Betstu heilsur

Vagn Foldbo, skúlastjóri

Tímatalva

Tímatalvan hjá 8.D

8.D Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45 Landalæra

Støddfrøði

Kristni 

Samfelagsfrøði

Lívfrøði
08:45 - 09:20 Samfelagsfrøði Støddfrøði Kristni Danskt

Danskt 

09:45 - 10:30 Støddfrøði Ítróttur Alis- & evnafrøði

Søga

Enskt

10:30-11:15 Danskt Ítróttur   Alis & evnafrøði Føroyskt 

Enskt

11:15 - 11:30

Matarsteðgur

Matarsteðgur

Matarsteðgur

Matarsteðgur

Matarsteðgur

11:40 - 12:25

Føroyskt

Lívfrøði

 Enskt

Støddfrøði Føroyskt
12:25 - 13:10

 Føroyskt

 

 Enskt

Støddfrøði Føroyskt
13:20 - 14:05 

Handaverk og list

  Handaverk og list    
14:05 - 14:50 

Handaverk og list

   Handaverk og list    

Flokslærari: Eyðstein Ó. Poulsen Tlf.nr. 217014

Føroyskt og kristni:  Eyðstein Ó. Poulsen

Støddfrøði og Søga: Emil Jacobsen

Danskt og Enskt: Ragnhild Ellingsgaard

Alis - & evnafrøði: Eyðbjørn Jacobsen

Samfelagsfrøði: Jákup Jacobsen

Ítróttur: Hanna H., Berit N., Unnur F., Johannes K. og Jákup J.

Handaverk og list: 

Anna Elisabeth Gøte - Handaverk og List (køk)

Durid Færø - Handaverk og List (evning)

Eyðbjørn Jacobsen - Handaverk og List (Miðlar)

Heini Ziska Dahl - Handaverk og List (Tónleikur)

 

Ugeskemarevolutionen

Í tímunum hjá mær (danskt og enskt) fara vit í 7.d næstu vikurnar at arbeiða við "ugeskemarevolutionen", sum vit nevna vikuætlan.Hetta er ein skipan, har vit hvørja viku hanga eitt stórt skema upp í flokkinum við eini ætlan yvir, hvat hvør næmingur skal hava gjørt, tá vikan er liðug. Á hendan hátt skuldi borið til at tillaga undirvísingina betri til hvønn einstakan næming, umframt at  tey læra sjálvi at stýra, nær tey arbeiða við hvørjum. Harumframt leggur hesin arbeiðshátturin eisini lunnar undir meira sjálvstøðugum arbeiði hjá hvørjum næmingini. 

Tær fyrstu vikurnar hava næmingarnir eingi skúlating at gera heima. 

Meira kunning um arbeiðsháttin fæst inni á heimasíðuni www.ugeskemarevolution.dk

Tit eru vælkomin at ringja ella at skriva til mín á telefon 270626, um tit hava spurningar til hetta. 

Vinarliga, 
Ragnhild

Mannagongd fyri komandi vikurnar

Skúlin hevur nú fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum um mannagongdir í samband við, at skúlin letur aftur frá 16. mars og komandi tvær vikurnar. Í hesum sambandi verður heitt á tykkum foreldur um, at hava børnini heima. Skúlagongd verður skipað fríggjadagin 13. mars, men mælt verður til, at næmingarnir eru heima, har tað er gjørligt, og annars fylgja teimum tilráðingum, sum koma frá heilsumyndugleikunum so hvørt.

Skúlin hevur tó opið í neyðugum vavi fyri børnum, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, sum t.d. heilsuverkinum og tilbúgvingini annars, og sum ongan møguleika hava fyri ansing.

Hesi foreldur mugu senda teldupost til skúlan, skulatrod@skulin.fo, við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúladagurin hjá hesum næmingum verður frá kl. 8:00 til 12:00.

Vanliga skúlaskipanin er niðurløgd, og tí er talan um serstøðu við avmarkaðum virksemi hesa tíðina. Fyriskipanir verða settar í verk, so undirvísingin kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Kunnað verður á heimasetningunum hjá einstøku flokkunum seinast mánadagin, har nærri boð verða givin.

Talan er um eina undantaksstøðu, sum fyribils er galdandi í 2 vikur. Tamarhald er enn á støðuni í Føroyum, men av tí at støðan í londunum kring okkum er hættislig, verða hesi tiltøk sett í verk fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing í Føroyum. Hvør einstakur eigur at taka ábyrgd fyri sjálvum sær og sínum nærmastu.

Um spurningar ella ivamál eru, eru tit vælkomin at ringja til skúlan ella ein í leiðsluni.

 

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri

Fyribils kunning um Coronastøðuna
Útgivið tann: 12.mars 2020
Góðu foreldur/verjar

Sum tit helst hava frætt, verða allir skúlar stongdir frá mánadegnum 16. mars og tvær vikur fram. Skúlagongdin í dag, hósdagin 12. mars, er reglulig.

Nærri kunning um støðuna fáa tit seinni í dag, tá vit hava fingið at vita frá Undirvísingarstýrinum, hvussu skúlin skal handfara støðuna.

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri

PS: kunning um fríggjadagin kemur seinni í dag

Skúlamyndir av næmingunum á Skúlatrøð verða tiknar í døgunum frá mikudegi 4. mars til týsdag 10. mars. Lagt verður inn á heimasetningin, nær 6.a skal til myndatøku.

Ein myndapakki kostar 250 krónur, men eisini ber til bert at keypa eina felagsmynd av flokkinum. Hendan kostar 100 krónur.

Næmingarnir hava fingið ein seðil við heim til foreldrini at fylla út. Hesin seðil skal latast flokslæraranum sum skjótast.

Myndirnar verða klárar at fáa í apríl og verða útflýggjaðar, tá peningurin er fluttur á konto:
9865 - 412 063 3.
Vinarliga upplýs navn og flokk hjá barninum, tá peningurin verður fluttur.

Ragnhild burturstødd

Frá hósdegnum 23. januar til týsdagin 28. januar verði eg burturstødd. Erikka Eltør lesur tímarnar hjá mær og arbeiða næmingarnir eisini hesar dagarnar við vikuætlanini, sum tey longu eru farin í gongd við. 

Vinarliga, 
Ragnhild

27. nov. 2019


Góðu foreldur!


Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur verið staðfestur í 7. flokki. Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo                                    

Góðu foreldur!

Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur verið staðfestur hjá næmingi í 7. flokki. Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.

7. novembur

 

Eyðstein

Undranardagar 7.flokkarnir

Miku-, hósd- og fríggjadag frá kl 08.00 - 12.25

Vit fara at undrast, kanna, spyrja, skapa og møguliga eisini svara...

Evnið til dagarnar er: “Havið, náttúra og plast”

Vit arbeiða í bólkum!

Arbeiðsháttur: gransking.fo, undir “ársins vitanarfróðu” og síðani "arbeiðsháttur" - her siggja tit "undranarspurningarnar – vit fara at arbeiða út frá hesum spurningum.

Ein bólkur í hvørjum flokki skulu gera eina framløgu og leggja fram fyri hinum flokkunum, tá ið arbeiðið er liðugt.

Allir flokkar skriva logbók hvønn dag – tit kunnu skiftast at vera skrivarar.

Mikudagin;

Kl 08.00 - Møta í floksstovuni: føra protokoll Kl 08.10 - Felags kunning Í Gomluhøll
Kl 08.25 - í floksstovuni:

Filmbrot 1, sum er ein mynd av hvussu náttúran ella havið átti at sæð út
Felags hugarok út frá spurninginum: - "Hvat er/eigur at vera í havinum?
Filmsbrot 2 ”En verden af plastik”
Hugarok í bólkum út frá spurninginum “Hvat er í havinum nú - annað enn tað, sum

eigur at vera
Filmsbrot 3

Kl 09.30 Fríkorter
Kl 09.45 - Undrast í bólkum: Nýtt hugarok
Hvat undrast vit á í samband við dálking? (í havinum og sum heild)
Hví er tað so? (UNDRAST!) - Hypotesa
Kl 11:00 - Matarsteðgur og fríkorter

Kl 11:40 – Hyggja at videobrotinum um plastikhvalin og práta um tað, vit hava sæð og annars taka saman um dagin.

Kl 12:25 – Heim

Hósdagin
Kl 08:00 - Møta í floksstovuni, føra protokoll o.a
Kl 08.10 - Filmsbrot 4 og 5
Kl 08.30 - Fara í bólkar at arbeiða (skriva seg upp til ymsu bólkarnar)

Bólkar:
Kl 09.20 - morgunløta og fríkorter
Kl 09.45 - Arbeiða víðari í bólkunum/verkstøðunum
Kl 11.15 - Matarsteðgur og fríkorter
Kl 11.40 - Arbeiða víðari í bólkum og runda av fyri dagin Kl 12.25 - Heim

Fríggjadagur
Kl 08.00 -

Kl 08.15 - dagarnar.
møta í floksstovuni - føra protokoll o.a.
gera vit okkum lidnan og tilreiðar at vísa tað fram, sum vit hava gjørt seinastu
morgunløtua og fríkorter framløgur
matarsteðgur og fríkorter
Kl 09.20 -
Kl 09.45 -
Kl 11.00 -
Kl ???? - framløga við Barbaru á netinum - vit sita i hvør sínari floksstovu

Ragnhild burturstødd

Í samband við brúdleyp okkara leygardagin tann 12. oktobur verið eg burturstødd hósdagin 10. oktobur og fríggjadagin 11. oktobur.

Eftir heystfrítíðina verið eg burtur í eina viku. Annar lærari hevur flokkin teir dagarnar, sum eg eri burturi.

Heystfrítíðin byrjar leygardagin 12. oktobur og endar sunnudagin 22. oktobur.

Góða heystfrítíð! :)

Vinarliga,
Ragnhild

Klaksvík tann 27. september 2019

Góðu foreldur!

Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur verið staðfestur í 7. flokki. Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri                                                Petra Arge, heilsufrøðingur

Hondarbeiði

Til tykkum sum hava valt hondarbeiðið, minnist til at hava 5 stokkar við, str. 31/2 ella 4.

Eg keypi tógv.

Vit møtast niðri í bókasavninum í Ósáskúlanum.

Síggjast :)

VH

Katja

Undirvísing í Betesda


Til næmingarnar, sum hava teknað seg ella ætla sær til undirvísing í Betesda mikumorgnar kl. 08.00!

Næmingar og foreldur eru boðin til stuttan kunnandi fund í Betesda mánakvøldið 26. august kl. 18.00

 

Heilsan

Betesda og Sámal Mikkelsen

Næmingarnir hava fingið hetta skjalið heim við. Skjalið skal latast innaftur seinasta lagi komandi mánadag, 26. august.

Blíðar heilsanir

Eyðstein

Góðu foreldur. Næmingarnir hava fingið mjólkaseðil heim við. Mjólkaseðilin skal latast inn seinasta lagi hósdagin 22.august.

VH

Eyðstein

Vit mangla nakrar skúlabøkur. Kunnu tit hyggja heima!

Latast inn tann 31. mai.

Næmingarnir hava sjálvir valt sær frílesingbøkur, ið tey skulu greina og skriva samandrátt um. Hetta verður gjørt á Office365. Vit arbeiða í skúlanum, men kemur ov lítið burturúr, so verður nakað av heimaarbeiði :) 

Góðu foreldur


Nú nærkast skúlaárið 2018/2019 longu endanum. Fyri at seta eitt punktum fyri skúlaárið, sum vit hava havt saman, hava vit avgjørt at fara á seturskúla.


Leiðin liggur til Nólsoyar:
Vit fara avstað tíðliga mánamorgunin 3. juni. Vit møta á Sandinum. Nakrir næmingar fara við bussinum, og nakrir næmingar koyra við bili. Bussurin (rutan) koyrir av Sandinum kl. 0855. So vit møta stundisliga kl. 08.45. Vit koma aftur týskvøldið 4. juni. Kostnaður fyri hvønn er 300 kr. (í hesum er íroknað ferðing, matur, uppihald osfr. )

Úti í Nólsoy búgva vit í Royndarhúsinum. Á skránni verður m.a. útferðir í og rundan um bygdina, sjórænarasøgur, søgan um Ova Joensen og annars hugni og góð samvera.
3.juni
Kl. 08.55 av Sandinum
12.30 úr Havn til Nólsoyar
4.juni
Kl. 16.50 Úr Nólsoy
Kl. Úr Havn til Klaksvíkar við Bussi


At hava við á seturskúlan: 


- Góð klæðir og góðar skógvar (vit verða nógv úti)

- Soviposa

- Ein góðan matpakka til mánamorgunin, meðan vit eru á ferð


Mánakvøldið fáa vit ein góðan drekkamunn, áðrenn farið verður til songar. Stuttligt hevði tí verið, um onkur mamma ella pápi tímdi at baka bollar ella eina skuffukøku til okkum at hava við á ferðini. 

Tilmelding:
Tit melda til, við at gjalda 300 kr. til mín fríggjadagin
Tilmelding at baka:
Tit melda til, við at smsa, ella ringja til mín á 217014


Vinarliga

Eyðstein Poulsen
Telefon 217014

6. flokkarnir rudda á økjunum 1-7 og 1-8. Vit rudda fríggjadagin.

Landsroyndirnar hjá 6. flokkunum verður komandi viku 29. apr. - 01. mai.

Mannagongdir v.m. eru at finna á www.provstovan.fo

https://provstovan.fo/folkaskulin/landsroynd/reglugerd-um-landsroynd

Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga (browsara). Næmingarnir rita inn á roynd.skulin.fo við office brúkaranum og velja Wiseflow flísina. 

Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:

Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.

Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.

Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.

Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow

Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.

Næmingur við skerdum virkisførleika fær 1/3 afturat ásettu tíðini.

Næmingar annars lata inn avrikið til ásettu tíðina.

Á provstovan.fo finnur tú upplýsingar um Landsroynd og Vegleiðingar til Wiseflow

Vit sova í skúlanum fríggjakvøldið.

Kostnaður 100 kr. (pitsa, sodavatn og bomm)

Vit møta kl 18.00 fríggjakvøldið

Fara til hús aftaná morgunmat kl. 10.00 leygarmorgunin (foreldrini eru vælkomin til morgunmat)

Pápi Petur Kristian og Eyðstein verða í skúlanum.

 

At hava við:

Soviposa/dýnu, kodda og undirlag. Tannbust v.m.

 

Skrá:

Vit møta kl. 18.00 fríggjakvøldið.

Eta pitsa kl. 19.00.

Síðan verða kappingar, hugni spøl restina av kvøldinum.

Næmingarnir fara í song tá náttin nærkast.

Kl. 10.00 leygarmorgunin bjóða vit forledrunum til morgunmat.

Heini: 1 pk Galle og Jessen
Erland: 1 pk Galle og Jessen
Jógvan: 1 krk Nuggeline
Áron: 1 krk Nuggeline
Hanus J.: 1 rugbreyð í flísum
Petur Kristian: Fransbreyð
Sverri: 1 stóran pk Kærgården
Hanus L.: 1 stóran pk Kærgården
Símin: 2 reyðar piparfruktir
Osla: 2 gular piparfruktir
Vár: 1 pk ost í flísum
Eva: 1 bk víndrúvur
Elsa Maria:  Fransbreyð
Fríðgerð: 2 pk hamburgararygg
Lena: 1 pk ost í flísum
Julia: 1 pk ost í flísum
Jóna: 1 kg gularrøtur (skornar í stavar)
Mamy: Fransbreyð
Anna Elisa: Fransbreyð
Ida: 2 lítlar fløskur saft
Eva M. : 2 lítlar fløskur saft

Aftaná morgunmat fara næmingarnir heim.

Gott vikuskifti :) 

Klaksvík tann 18. mars 2019

Góðu foreldur! 

Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur aftur verið staðfestur hjá næmingi. Vit vilja tí staðiliga heita á tykkum foreldur um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.

 

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri Petra Arge, heilsufrøðingur

Næmingar í 5., 6., 7., 8., og 9. flokki søkjast til interview um happing á netinum. 

Hvussu uppliva ung teirra nýtslu av digitalum miðlum? Hvønn týdning hava ‘likes’, myndir, viðmerkingar og bólkar á t.d. Snapchat, Fortnite, TikTok o.a. fyri tey ungu og hvørjar upplivingar hava tey um happing á hesum miðlunum í Føroyum?

Hesir spurningar vil eg lýsa sum eitt lið í mína serritgerð á Københavns Universitet gjøgnum eina samrøðukanning. Uppgávan hevur til endamál at veita eitt ungdómssjónarmið á kjakið um hvat fevnir seg í lívunum millum tey ungu í Føroyum, tá tað bæði kemur til nýtslu av digitalum miðlum og happing á netinum. 

Tískil leiti eg eftir 10-15 næmingum í hesum árgangunum, sum hava hug at vera við til eina samrøðu, ið snýr seg um happing á netinum. Tað kann bæði vera ung, sum sjálvi hava upplivað happing, ung sum hava happað onnur ella ung sum kenna onkran, ið hevur upplivað happing á netinum. Samrøðan kann haldast har sum viðkomandi sjálv/ur velur, t.d. í skúlanum ella egnum heimi hjá viðkomandi og samrøðan tekur áleið ein tíma. Allar samrøður verða sjálvandi dulnevndar, har tað ikki verður møguligt at kenna persónarnir ella aðrar viðkomandi upplýsingar aftur. 

Hevur tú spurningar ella ynskir tú at luttaka, so er møguligt at fáa samband við meg á mail sottosen@hotmail.com ella á telefon 0045 26 13 21 19.

Vinaligar heilsur

Súsanna í Króki

Specialelesandi í Pædagogik á Københavns Universitet.

 

Lesiátak

Árliga lesiátakið er hesa vikuna, 18. til 22. mars.
Lisið verður 1. tíma hvønn morgun.
Tit eru vælkomin at taka bøkur, pútur ella teppi við heimanífrá, so tit kunnu sita væl, ímeðan tit lesa.

 

 

 

 

Í Gøtu ein dag
 

Í Gøtu ein dag

har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:

Tað skramblar sum heglingsæl - luftin var klár

tað ýlur av stormi - tó ei rørdist hár,

klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.

:,: Øll Gøta var paff. :,:

 

Ei undur var í:

Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð

lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,

at Trølkonufingur í liðinum brast,

og Kellingin datt, hon stóð har so trygt,

:,: og Risin fekk gikt :,:

 

Nú vaknaði við

hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,

men tungur var bulur og beinini veik,

tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?

Hann gandaði Geyta í grøvini lá,

:,: so Geyti stóð hjá. :,:

 

Teir heilsaðust so.

Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.

Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,

eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.

Um tingið er sett og um menn lata skatt,

:,: meg lysti at frætt. :,:

 

Tað gekk so ein tíð,

og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.

"Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók

um Sigmund og teg og um kalvan teg tók.

Í gandi hvør maður í Føroyum er nú

:,: nógv betur enn tú. :,:

 

Teir sigla í logn,

teir rógva og hava ei árar í ogn.

Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,

úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;

hin "rómarski" pávin lá deyður ein dag -

:,: brátt vistu teir tað. :,:

 

Men fólkið er smátt,

og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.

Á høvdinum bera tær fjarðar og gras,

og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.

Á monnum er pannan so høg, at eg sá

:,: hana aftanífrá. :,:

 

Og alt letur skatt,

og mjøður er bannaður - jú tað er satt.

Tað mesta av jørðini fór undir kong" -

Tá suffaði Tróndur: "So aftur í song! -

Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!"

:,: "Jú, teir selja grýn!" :,:

Góðu foreldur

- Lúsakríggj 26. og 27. januar
Lýs eru ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja best møguligt og basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kemd samstundis.  

Vit fara tí at heita á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 26. - 27. januar 2019.

Talan er um eitt felags átak við áheitan frá okkum øllum.

Góðu foreldur.

Ein vinarlig áheitan. Uppmøtingin hjá ávísum næmingum hevur verið so sum so í seinastuni. Um næmingur eru sjúkur‚ so smsa til mín á 217014  (:

Góðu foreldur!

Í heyst hevur skrubb gingið um meginpartin av landinum. Í okkara øki hava fleiri verið smittað, og vit hava biðið tykkum havt eyguni eftir hesum og viðgjørt um neyðugt. Hetta hevur hjálpt væl, men enn er trupulleikin ikki heilt bastur.

Vit vilja tí heita á tykkum um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna og viðgera um neyðugt, so vit kunnu basa trupulleikanum heilt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.

 Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri Petra Arge, heilsufrøðingur

Mín jólabók 2018

Mín jólabók 2018 er ein bók við spennandi og stuttligum søgum, flottum tekningum, jólasangi og hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman í køldu, myrku tíðini upp undir jól. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag upp undir jól.

Keyp hana HER

FORELDRAVIÐTALUR
Vinarliga kunnu tit senda mær sms á tlf. 217014, nær tað liggur fyri hjá tykkum at møta. Foreldraviðtalurnar vera týsdagin 13. nov. og mikudagin 14. nov. Vit hava sett 15 min. av til hvørja viðtalu. Um tað ikki liggur fyri at møta hesar tíðir, ringið til mín, so finna vit eina loysn!

Næmingarnir eru vælkomnir við :) 

Dagur: Tíð: Navn:
Týsdagur 13. nov. 14.00 Erland
Týsdagur 13. nov. 14.15 Jógvan
Týsdagur 13. nov. 14.30 Osla
Týsdagur 13. nov. 14.45 Sverri
Týsdagur 13. nov. 15.00 Elsa Maria
Týsdagur 13. nov. 15.15  
Týsdagur 13. nov. 15.30 Anna Elisa
Týsdagur 13. nov. 15.45 Julia
Týsdagur 13. nov. 16.00 Hanus J.
Týsdagur 13. nov. 16.15 Áron
Týsdagur 13. nov. 16.30 Ida
Týsdagur 13. nov. 16.45 Vár

 

Dagur: Tíð: Navn:
Mikudagur 14. nov. 15.00 Jóna     
Mikudagur 14. nov. 15.15 Petur Kristian 
Mikudagur 14. nov. 15.30  Heini
Mikudagur 14. nov. 15.45 Hanus L.
Mikudagur 14. nov. 16.00  Eva
Mikudagur 14. nov. 16.15  
Mikudagur 14. nov. 16.30 Fríðgerð
Mikudagur 14. nov. 16.45 Mamy

 

Morgunmatur í 6. flokki fríggjadagin
 
Góðu foreldur!
Vit fara at hava felags máltíð fríggjadagin og høvdu verið glað, um tit kundu syrgt fyri, at tykkara hevur tað við, sum stendur niðanfyri.
Vinarliga flokslærararnir í 6. flokki.
 
 
Heini:   1 pk Galle og Jessen
Erland:   1 pk Galle og Jessen
Jógvan:  1 krk Nuggeline
Áron:  1 krk Nuggeline
Hanus J.:   1 rugbreyð í flísum
Petur Kristian:   1 pk livurpostei
Sverri:   1 stóran pk Kærgården
Hanus L.:   1 stóran pk Kærgården
Símin:   2 reyðar piparfruktir
Osla:   2 gular piparfruktir
Vár:   12 bananir
Eva:   1 bk víndrúvur
Elsa Maria:   2 pk saltstengur
Fríðgerð:   2 pk hamburgararygg
Lena:   1 pk ost í flísum
Julia:   1 pk ost í flísum
Jóna:   1 kg gularrøtur (skornar í stavar)
Mamy:   3 Agurkur
Anna Elisa:    2 pk saltstengur
Ida:   2 lítlar fløskur saft
(…):   2 lítlar fløskur saft

Evnisdagar


Komandi dagarnar fara vit at hava evnisdagar. Vit eru í skúla frá kl. 08.00 – 12.25. 

Evnið verður Reint vatn og reinføri. Evnið er eitt av teimum 17 heimsmálunum, sum ST hevur sett á dagsskrá at náa komandi árini.
Vit fara at verða úti í náttúruni, arbeiða í verkstovum og hoyra og síggja frásagnir um avleiðingar av skitnum vatni og manglandi reinføri og um týdningin av tí mótsatta.
Vit fara at vera nógv úti, so næmingarnir mugu vera ílatnir til skiftandi veðrið.
 
At hava við í skúla:
                      Góða lagið
                      Góðan matpakka
                      Pennahús, lím og saks
                      Hóskilig klæðir at fara út í
 
Vit gleða okkum til nakrar øðrvísi dagar

G.G Hyggið á heimasetningin hvønn dag, tí tað kann henda, at nýggj boð koma!
 
Flokslærararnir í 6. flokki

Skúlafótbóltur mikudagin 24. Okt. 2018
Møtið við bussskýlið á sandinum kl. 07.00! - Møtið stundisliga!

http://skulafotboltur.fo
 
Liðið sum er tilmeldað:
Frígerð, Jóna, Hanus J., Vár, Símin, Ida, Anna Elisa, Lena 
Havið fótbóltsskógvar(gaggur), skinnarar, sokkar, og um tit hava eina KÍ-blusu ella bláa blusu, so takið tað við!
 
Hesi hava bílagt døgurða. Kostnaður: 65 kr.
Heini, Hanus L., Sverri, Símin, Jógvan.
 
Kostnaður fyri túrin:
Næmingarnir gjalda til mín umborð á Smyrli á veg suður)
Smyril: 40 kr.
Bussur í Suðuroy: 30 kr.
·      Næmingar, sum “ikki” hava bílagt døgurða gjalda samlað 70 kr.
·      Næmingar, sum hava bílagt døgurða gjalda samlað 135 kr.
 
At hava við:
Matpakka
Lummapening
Svimjiklæði
Leikarar hava leikaraklæðir
 
Koyring:
Til Havnar:
Eyðstein: 4 næmingar        Jóna: 4 næmingar
Jógvan: 4 næmingar           Mamy: 5 næmingar
Anna Elisa: 4 næmingar
 
Til Klaksvíkar:
Eyðstein: 4 næmingar        Jóna: 4 næmingar              
Jógvan: 4 næmingar           Mamy: 5 næmingar
Osla: 4 næmingar
 
Ferðaskrá
Kl. 8.30 Smyril av Havnini
Kl. 10.30 Koma á Krambatanga – har bussar við frámerkinum “Skúlafótbóltur” standa og bíða og koyra næmingar til Vágs.
Kl. 11.15 Skráseting – lærararin boðar frá at tey eru komin !
Kl. 11.30 Vælkomin til Skúlafótbólt
Kl. 11.30 Fyrstu dystirnar í Skúlafótbólti byrja
Kl. 13.00 Døgurðin byrjar
Kl. 15.00 Døgurðin endar
Kl. 14.00 Páls Høll letur upp
Kl. 17.30 Bussur við frámerkingum “Skúlafótboltur” fer frá parkeringsøkinum við Páls Høll til Smyril.
Kl. 18.30 Smyril fer av Krambatanga til Havnar.
 
 
 

Skúlafótbóltur mikudagin 24.10.18

Áheitan frá leiðsluni um frítøku av næmingum í skúlatíð

Fráboðan um skrubb! Lesið viðfesta faldara!

Teir næmingar, ið ynskja at halda barnablaðið Strok kunnu tekna seg sum haldara á heimasíðuni Strok.fo

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður hóskvøldið 20. sept. kl. 19.00.

Vit møtast í gomlu fimleikahøll á Ziskatrøð til eitt felags upplegg og síðani verður farið út í flokkarnar. Fundurin verður millum 1 - 1 1/2 tíma.
Møtið fjølment!

Svínoy.

Góðu næmingar.

Stóra takk fyri 3 sera góðar dagar úti í Svínoy.

Rundvísan á Skúlatrøð

Í morgun 11.05.18 hava vit verið ein túr í nýggja skúlabygninginum. Skúlastjórin, Vagn Foldbo greiddi frá, og vístu okkum runt.
Spennandi verður at sleppa at ganga í nýggja skúlanum, sum verður liðugur, tá vit fara í 7. flokk.
Ein næmingur segði, "ein góð gerð, tekur langa tíð"

Gott vikuskifti

Kavamyndir

Ein so fantastiskur kavadagur :) Ynski tykkum eitt gott vikuskifti.

Í føroyskum hava børnini gjørt sína egnu ”faldibók”, sum tey skulu skriva í til fríggjadagin 08..september. ”Faldibókin” liggur í einum plastlumma í taskuni.

Evni er: Summarið 2017. Veljið sjálvi hvat tit fara at siga frá. Tað kann vera ein dagur, ein vika, osv. Tú hevur frítt spæl. 

Her er ein leinkja, ið vísir onkur hugskot, hvat tey kunnu skriva í og prýða faldibókina við: 

Hugskotini eru á facebook. "Foldebøger i undervisningen" 

Minnist til at hyggja í penalarhúsið um alt er í.

Vinarliga lesið hesar meginreglur saman við børnum tykkara

Meginreglur fyri telefonnýtslu á Skúlatrøð
Endamál:
·      At telefonir ikki órógva undirvísingina

·      At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum

·      At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum

·      At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini

·      At tálma happing á netinum

 

Hesar reglur eru galdandi viðvíkjandi telefonnýtslu:
 

1.-7. flokkur:
·      Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tíma og fríkorteri

·      Um næmingur skal nýta telefonina, skal hetta fyrst avtalast við starvsfólk skúlans

 

8.-10. flokkur:
·      Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tímunum

·      Um næmingur skal nýta telefonina í tímunum, skal hetta verða eftir avtalu við starvsfólk skúlans

·      Tá ið næmingar eru á øki, har 1. – 7. fl. vanliga heldur til, eru reglurnar fyri 1. - 7. fl. galdandi

 

Atgerðir:
·      Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana

 

Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 06.06.17

Tit mugu endiliga ringja til mín, um okkurt er, sum tit ivast í.

Vinarliga

Anja, 217848