Góð ráð til heimaarbeiði
Skúlin hevur fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum um mannagongdir í samband við, at skúlin letur aftur frá 16. mars og komandi tvær vikurnar.
Í hesum sambandi vilja vit geva tykkum foreldrum 8 góð ráð um skúlating:
1. Tit kunnu m.a. baka eina kaku
Her arbeiða tit bæði við at lesa og rokna. Tit kunnu t.d. tvífalda uppskriftina, so tað verður enn torførari. Eitt hugskot er at tosa um kilo, gram, litur og onnur torfør orð í uppskriftini.
2. Tit kunnu gera ein handil
Her kunnu tit leita ymiska vøru fram, sum tit eiga inni. Tit kunnu í felag avgera prísir og keypa frá hvørjum øðrum. Tit kunnu eisini finna gomul tilboðsbløð, klippa vørur út, líma lepar á eitt pappír og rokna prísir.
3. Tit kunnu lesa eina góða bók
Tit kunnu tosa um bókina, finna torfør orð, tosa um persónar í søguni o.a.
4. Tit kunnu læra klokkuna
Bæði analog (vanlig) og digital (tøl). Her ber til at tosa um tímar, minuttir og sekund.
5. Tit kunnu læra tabellina.
Eitt uppskot er at læra tykkum lítlu tabell, og um tit eru ordiliga ófør, kunnu tit eisini læra tykkum stóru tabell.
6. Tit kunnu klippa og tekna
Til ber at tekna eina teknirøð um onkra søgu, sum tit finna uppá ella okkurt, sum tit hava upplivað. Tit kunnu gera talibløðrur og skriva tekst í bløðrurnar. Tit kunnu eisini klippa okkurt stuttligt, sum tit hava hug til. Kanska okkurt páskaligt.
7. Tit kunnu fara ein túr og tosa um ymiskt, sum tit síggja
Eitt hugskot er at finna 10 navnorð, 10 sagnorð og 10 lýsingarorð. Tit kunnu gera setningar úr teimum. Til ber at tosa um umhvørvið rundan um tykkum, fjøll, skip, vegir, blómur o.a. og seta navn á tað.
8. Tit kunnu tosa um orðatøk og myndamál
Dømi um orðatak: Ringt er at venja gamlan hund uppi at sita
Dømi um myndamál: Reyð sum rósan