Skúlaárið 2017/18

Lesikafé

Í fjør var ein roynd gjørd at hava bindikafé á Skúlatrøð, og var sera góð undirtøka fyri hesum. Týsdagin og mikudagin í hesi vikuni var so roynt við lesikafé, sum eisini varð væl vitjað. Kaféin verður skipað soleiðis, at næmingar kunnu koma í hugnaligt og friðarligt umhvørvi hálvan tíma hvørjaferð í tveir fylgjandi skúladagar.
Ætlanin er at hava kafé tveir fylgjandi dagar um mánaðin við ymsum innihaldi, har tað kann verða teknikafé, bindikafé, tónleikakafé ella okkurt heilt annað - møguleikarnir eru nógvir.
Endamálið við kaféini er at skapa góðar og hugnaligar karmar fyri at fremja fakligan førleika á ymsum økjum.

Evnisdagar um Luther - 1. - 7. flokkarnir til gudstænastu

Í dag var fyrsti av trimum evnisdøgum um Martin Luther, sum var byrjanin til reformatiónina fyri 500 árum síðani. Katólska kirkjan fór í tvíningar, tá Martin Luther, sum ein væl lisin prestur gjørdi vart við fleiri viðurskifti, sum katólska kirkjan praktiseraði, men sum ikki vóru nevnd í Bíbliuni. Luther skrivaði 95 tesur/setningar ímóti katólsku kirkjuni og negldi tær á slotshurðina, so øll kundu lesa tær, og skjótt fekk hann tesurnar printaðar, so boðskapurin kom skjótt út til fólkið. Hetta førdi við tíðini við sær, at katólska kirkjan fór í tvíningar og tey, sum fylgdu Lutheri eftir vóru protestantar, sum er tann evangelisk Lutherska fólkakirkjan í dag.
Allir flokkarnir frá 1. - 7. flokk vóru til gudstænastu, har Marjun Lómaklett prestur prædikaði og avbera góða skúlakórið sang.
Tað er ymiskt, hvat flokkarnir hava arbeitt við hesar tríggjar dagarnar, og her eru bara nakrar heilt fáar myndir. Fleiri myndir eru eisini í øðrum mappum á heimasíðuni

Rennidagur 17

Í dag var árligi rennidagurin á skránni. Næmingar í Valskúlanum skipaðu fyri upphitingini á vøllinum og so varð runnið út í Oyrar og aftur í skúlan, har næmingar fingu frukt og okkurt drekkandi. Ein góður rennidagur í góðveðrinum. Myndir eru í savninum

Fyrsti skúladagur

Lívfrøði úti á feltinum - soppar og plantur

Í dag var farið út at leita eftir plantum og soppum. Nú er heyst og besta tíðin hjá soppunum, sum niðurbróta allan vøksturin sum fellur til jarðar, so tilfarið og føðsluevnini kunnu endurnýtast komandi vár. Vit funnu fleiri sløg av soppi. Tað er ikki altíð lætt at eyðmerkja sopp, um hann er etandi ella ikki, og tí viðmæla vit ikki at eta sopp, uttan onkur serkønur gevur grønt ljós.