Flokkar
Kunning

matpakkin.fo

Góðu foreldur og næmingar!

 

Sum nakað nýtt hava vit á Skúlatrøð tikið upp samstarv við Gist&Vist um matpakkaskipan í skúlanum. Hetta merkir, at framyvir ber til hvønn skúladag at bíleggja matpakka heimanífrá, sum síðani verður latin skúlanum til matarsteðgin. Bíleggingin skal tó verða avgreidd áðrenn kl. 7:30 um morgunin. Til ber eisini at bíleggja matpakkar fyri fleiri dagar í senn.

Skipanin byrjar mánadagin 16. apríl 2018, men til ber longu nú at bíleggja. Fyrstu ferð skal tú tó stovna teg sum brúkara.

Til ber at lesa meira um skipanina á: http://matpakkin.fo

Handaverk og list 2. hálvár

Foreldrabólkar

Vetur:

Jógvan á Lakjuni, Jan og Louisa Nielsen, Borghild Tómasson, Winnie Fuglø, Bogi Rasmussen, Ingun Joensen og Emma Joensen

Vár:

Maria Poulsen, Jóna Joensen, Guðrun Elttør, Elsebeth Mohr, Barbara Biskupstø, Martha Justesen, Anna og Poul Eli Jacobsen, Sámal Jóhan 

Pakkakalendara

Á floksfundi í dag, 27. november, samtykti 7.ð hesar leiðreglur viðvíkjandi pakkakalendarnum.

Øll keypa ein pakka fyri 40-60 kr.

Síðani trekkja vit ein pakka hvønn dag (mánadag og fríggjadag trekkja vit tveir ella tríggjar pakkar)

Pakkin skal vera keyptur áðrenn 1. desember.

Floksreglur

Hesar reglur vóru samtyktar av 7.ð: 

- Vit eru friðalig

- Vit taka okkum av hvørjum øðrum

- Vit ganga ikki uppi í tímunum

- Vit virða hvønn annan

- Vit rætta hondina upp, og ein tosar í senn

Frávera


Hvør flokkur hevur sína floksbók, sum flokslærarin hevur ábyrgdina av 

Floksbókin verður vanliga førd 1. tíma

Frávera verður býtt í trý: við loyvi, uttan loyvi og sjúka 

Flokslærarin skal hava fráboðan, tá ið næmingur ikki er í skúla.

Tit kunnu koma við seðli ella senda mær eitt sms á 226096.

Fráboðanin kann koma áðrenn ella beint eftir fráveruna - men helst sama dag ella dagin fyri.

Fær flokslærarin onga fráboðan um fráveru, setur hann seg í samband við heimið

Eru áhaldandi trupulleikar við at fáa fráboðan um fráveru, vendir flokslærarin sær til leiðsluna. Saman við flokslæraranum tekur leiðslan sær av málinum

Meginreglurnar fyri fartelefonnýtslu eru her

Várkonfirmatiónin 2018

Viðvíkjandi konfirmatiónini, sum verður á vári 2018

Mánakvøldið hin 04. september kl. 19.30 verður kunningarfundur fyri foreldur og konfirmantar í kirkjukjallaranum. Havi dóps- ella navnabræv við.

Marjun Lómaklett, prestur.