Góð ráð

Hesi ráð hava stóran týdning fyri skúlagongdina

  • at barn tykkara kemur væl svøvnt í skúla
  • at barn tykkara hevur etið ein heilsugóðan morgunmat
  • at barn tykkara møtir til tíðina
  • at barn tykkara er væl fyrireikað
  • at barn tykkara hevur ein góðan og sunnan matpakka


Minnist eisini til:

  • tosið jaliga um skúlan heima
  • ansið eftir, at øll eru við í felagsskapinum í flokkinum
  • avmarkið góðgæti og køkur til felags tiltøk í skúlanum
  • gerið avtalur í flokkinum um føðingardagar og gávur
  • farið væl við bókum skúlans


Saman kunnu vit skapa bestu fortreytir fyri góðari menning og læring!

Skúlastýrið á Skúlatrøð