So er tíð at hugsa um starvsvenjingina!
Tit hava trý ynski, sum tit skriva í leinkið niðanfyri. Vit mæla frá, at tit velja starvsplássini, har foreldur tykkara starvast.
Seinasta freist at lata inn er fríggjadagin 9/10.
Hava tit spurningar, kunnu tit altíð venda tykkum til okkara :)
Vinaliga Tina ella Hanna
9. D | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
---|---|---|---|---|---|
08:00 - 08:45 |
Støddfrøði TH |
Alis/evna BK | Føroyskt PPM | Danskt BR | Landafrøði BZ |
08:45 - 09:20 | Støddfrøði TH | Alis/evna BK | Føroyskt PPM | Kristni DF | Landafrøði BZ |
09:45 - 10:30 |
Ítrótt |
Danskt BR |
Støddfrøði TH |
Enskt TvK | Føroyskt PPM |
10:30 - 11:15 | Ítrótt | Støddfrøði TH | Alis/Evna BK | Enskt TvK | Enskt TvK |
11:15 - 11:30 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
11:45 - 12:30 | Danskt BR |
Lívfrøði TH |
Samfelagsfrøði TH | Søga PPM | Samfelagsfrøði TH |
12:30 - 13:15 | Enskt TvK | Lívfrøði TH | Danskt BR | Søga PPM | Støddfrøði |
13:20 - 14:05 | Føroyskt PPM | Týskt SúF |
Týskt/Tónl/Sjóv |
Kristni DF | |
14:05 - 14:50 | Føroyskt PPM | Týskt SúF | Týskt/Tónl/Sjóv |
PPM: Petur Páll Mikkelsen
BR: Bergljót Rond
JS: Jóngerð Simonsen
TP: Tina Purkhús
TvK: Tóra við Keldu
TH: Torfinnur Hentze
Ítróttur: Tina Purkhús, Bergljót Rond, Bjørn Kalsø og Carsten W. Andersen
Tey, sum mangla at lata seðilin til heilsufrøðing inn skulu fáa hetta gjørt sum skjótast
Klaksvík 11/12-20
Góðu foreldur!
Ùtskúlakanningarnar eru lidnar í 9. flokki. Vit hava tosa við barnið um trivna og vanar í skúlanum, í frítíðini og heima. Eitt nú var tosað um matvanar, har víst verður á týdningin av at eta til dagligu høvðusmáltíðirnar, sum eru morgunmatur, døgurða/matpakka og náttvera. Kanningar vísa, at tá vit eta til høvðusmáltíðirnar, so er hetta við til at viðlíkahalda normalu kropsvektina. Tað er umráðandi at foreldur stuðla barninum til at halda fast í góðum vanum, sum stimbra heilsuna hjá barninum.
Eisini tosaðu vit um týdningin av dagligari rørslu, sum kann vera alt frá gangitúrum, einstaklinga ítrótti og til bólkaítrótt. Tað eru nógvir tannáringar, sum íðka, og tað er gott at foreldur halda teimum til, so tey framhaldandi eru kropsliga virkin. Tilmælini frá donsku heilsumynduleikunum er, at børn í aldrinum 5 til 17 ár eiga at røra seg minst 60 minuttir dagliga við moderatum intensiteti ( Sundhedsstyrelsen). Hetta er umframt vanligu dagligu rørsluna, so sum spæl og at ganga til og frá skúla, og øðrun virksemi í frítíðini.
Tilvitan um svøvn og heilsu er sera viðkomandi í tannárunum. Tað er gott at foreldur gera greiðar avtalur við teirra børn um at lata snildtelefonina/Ipad/skermar ligga aðrastaðni enn í kamarinum, tá tey fara í song. Hetta er við til at geva barninum góðar vanar, tá ið tað er songartíð.
Vit ráða eisini øllum foreldrum til gera greiðar avtalur við teirra børn um rúsdrekka, so at barnið veit hvar markið er.
Nógv onnur viðurskiftir verða umrødd við barnið/tannáringin. Tað er sera áhugavert at tosa við hendan skilagóða ungdóm. Foreldur og børn eru vælkomin at ringja ella skriva um spurningar eru.
Eg vil til seinast heita á foreldur og børn, um at lesa kunningina um HPV vaccinuna, so tit kunnu taka støðu til at velja hesa til, ella frá: Sammen mod HPV og livmoderhalskræft - STOPHPV.dk.
Blíðar heilsanir
Fríðunn Jacobsen, heilsufrøðingur í Norðoyggjum
Komandi mikudag og hósdag, 16. og 17. september, er sertannlækni á tannlæknastovuni og hyggur eftir tannskeivleikum.
Vit gera alt fyri at halda Covid19 tilmælini, og tí eru nakrar mannagongdir, sum eru broyttar:
· Vit ynskja, at barnið kemur einsamalt á tannlæknastovuna, og foreldur bíða uttanfyri ella í bilinum
· Barnið sprittar hendurnar í gongini, áðrenn tað kemur inn á klinikkina
· Um tað verður bíðitíð, kann tað verða neyðugt, at barnið bíðar uttanfyri
Um barnið er forkølað, hevur ilt í hálsinum, hevur fepur ella hevur verið í útlondum seinastu 14 dagarnar, verður tað biðið um IKKI at koma, men geva okkum avboð.
Vinarliga heilsan
Unn Jakobsen
Tannlæknaleiðari
Klaksvíkar Kommuna
Barnatannrøktin
Skúlavegur 2
FO-700 Klaksvík
Telefon: +298 45 56 51
Fartelefon:+298 58 59 16
Hey tit í 9.d
So byrjar skúlin aftur, og eg gleði meg at síggja tykkum!
Týsdagin kl. 9.00 møtast vit í okkara stovu í nýggja skulanum.
Mikudagin byrjar vanliga skúlagongdin. Minnist til at hava skúlatasku við teimum amboðum tit skulu við.
Frástøða, spritta og vaska hendur ofta er framvegis galdandi í samband við koronu.
Vinarliga
Torfinnur
Sum kunnugt er nú boðað frá, at allir næmingar koma í skúla aftur. Á Skúlatrøð byrjar skúlagongdin hjá øllum næmingunum mánadagin 18. mai kl. 8:00. Vit fara í skúla eftir vanligu tímatalvuni, t.v.s. tímatalvuni, vit høvdu fram til 12. mars. Næmingarnir skulu møta í floksstovuni. Hóast gingið verður eftir vanligu tímatalvuni, eru tó ávísar tillagingar í samband við tilmælini um korona.
Handaverk&list í 4. – 7. flokki og allar vallærugreinarnar og breytir í 8. - 10. flokki uttan alis-/evnafrøði verður í stóran mun avlýst. Í nøkrum árgangum verða tímar fluttir fram, har handaverk&list eigur at verða. Tímatalvur verða lagdar út á heimasetningin, har broytingar eru.
Tilmælið um handreinføri er eins og tað hevur verið. Øll skulu vaska hendur, tá ið tey koma í skúla og í samband við fríkorter og matarsteðg.
Tað verða ikki hildnar samlingar tvørturum flokkar, sum t.d. morgunsangur. Vegna møguliga smittusporan skulu flokkarnir eisini koma so lítið í samband við aðrar flokkar sum møguligt. Tí verða tímarnir í ítrótti hildnir floksvís og ikki í bólkum. Hesir tímar verða helst hildnir úti. Tí skulu næmingarnir verða ílætnir til hetta.
Nøkur heim hava lánt teldu frá skúlanum seinastu tíðina. Tær teldurnar skulu latast inn aftur til tann læraran, sum hevur lánt tykkum telduna.
Vit gleða okkum til at fáa ein meira vanligan gerandisdag aftur og síggja næmingarnar. Fjarundirvísingin hevur sum heild virkað væl, men sjálvandi er tað ikki eins gott og at sita saman.
Takk fyri gott samstarv og forstáilsi hesa tíðina og vælkomin aftur í skúla!
Vagn Foldbo, skúlastjóri
Vit eta burgara og chips kl 11.00 og fara síðani at bowla frá 12 - 13. Skúlin rindar 100 kr fyri hvønn. Hetta dekkar meny og bowling. Um næmingar ynskja at keypa okkurt annað skulu teir sjálvir gjalda.
Vit mangla bilar at koyra okkum til Leirvíkar og heimaftur eftir bowling. Eg taki sjálvur bil við. Vit mangla tí 4 bilar til Leirvíkar og sama heimaftur.
Vónandi letur tað seg gera at fáa fart aftur og fram .
Vinarliga boða mær frá við at senda sms til
226605
Fyrst vilja vit takka fyri forstáilsi seinastu tríggjar vikurnar undan páskum. Hetta hevur verið ein undarlig tíð hjá okkum øllum, men við góðum samstarvi og forstáilsi báðar vegir, ber nógv til.
Komandi tíðina fara 4. - 10. flokkur at halda fram við fjarundirvísing. Vikurnar undan páskum vóru ávísar royndir við hesum, men nú fara vit at gera tað meira skipað.
Fyrstu vikuna, t.v.s. frá mánadegi 20. apríl, fara næmingarnir at hava tveir undirvísingartímar um dagin á forritinum Teams. Teams er eitt forrit í Office 365, sum allir næmingar hava atgongd til og flest allir hava roynt. Vikuna eftir verður tímatalið nakað økt, so tað verða uml. 3 tímar dagliga. Næmingarnir fara í hesum sambandi at hava eina tillagaða tímatalvu.
Fyrstu vikuna verða tímarnir skipaðir soleiðis:
· Hjá 4. – 7. fl. frá kl. 8:00 – 8:45 og kl. 9:00 – 9:45.
· Hjá 8. – 10. fl. frá kl. 10:00 – 10:45 og kl. 11:00 – 11:45
Í komandi viku verður so kunnað um tímatalvuna, sum verður galdandi eftir hetta.
Næmingarnir hava møtiskyldu til tímarnar á Teams. Skúlin hevur ábyrgd av at skipa undirvísingina, og heimið hevur ábyrgd av, at næmingurin fylgir undirvísingini og møtir til tímarnar.
Vit eru tilvitaði um, at hetta setir krøv til teldur heima. Vit hava lagt tímarnar hjá 4. – 7. fl. og 8. – 10. fl. hvør sína tíð, fyri at minka nakað um hendan tørvin. Vit meta, at flestu tykkara hava teldu til taks til hesa undirvísing, men um tað eru heim, sum ikki hava nakra teldu til teirra barn, skulu tit venda tykkum til flokslæraran við hesum innan kl. 12:00 fríggjadagin 17. apríl. Skúlin vil tá útvega tykkum eina teldu til láns, so leingi hendan støðan varir.
Roknast kann við ymiskum tekniskum avbjóðingum fyrstu dagarnar, tí skipanin er nýggj fyri flestu lærarar og næmingar. Um tit hava tílíkar trupulleikar heima, mugu tit gera vart við hetta hjá læraranum. Hann kann síðani sjálvur hjálpa, ella syrgja fyri, at tit fáa hjálp frá onkrum teldukønum. Tó kann gerast trupult at nøkta tørvin á hjálp fyrstu dagarnar. Vit hava ikki roynt hetta í hesum vavi fyrr, og tí kann tað kennast ørkymlandi fyrstu vikuna. Men vit rokna við, at hetta kemur at virka væl, tá ið vit hava vant okkum við hendan undirvísingarhátt.
Allar royndir og próvtøkur eru avlýstar í ár, og landsroyndirnar eru útsettar til í heyst. Hildið verður fram við fjarundirvísing til summarfrítíðina, um ikki onnur boð koma frá myndugleikunum. Ársmet verða givin viðkomandi næmingum seinastu vikuna áðrenn summarfrítíðina. Hjá 9. og 10. flokki verða hesi ársmet eisini ásett at verða próvtøkumet í ár.
Vónandi fara vit framhaldandi at samstarva væl um hesa avbjóðing, so undirvísingin fer at virka væl, og næmingarnir framhaldandi fara at læra og mennast.
Betstu heilsur
Vagn Foldbo, skúlastjóri
Nú royndirnar eru avgreiddar, verða uppgávur og tilfar latið næmingunum umvegis vikuætlanina á heimasíðuni og gjøgnum Teams. Umráðandi er, at næmingar og foreldur fylgja væl við og kunnað seg um tær uppgávur ið verða lagdar út hvønn dag.
Um tit vilja hava karakterin at vita fyri Fimis - og greiðslurokning kunnu tit venda tykku til mín á Teams. Tit kunnu nýta chat ella ringja á Teams.
Skúlin hevur nú fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum um mannagongdir í samband við, at skúlin letur aftur frá 16. mars og komandi tvær vikurnar. Í hesum sambandi verður heitt á tykkum foreldur um, at hava børnini heima. Skúlagongd verður skipað fríggjadagin 13. mars, men mælt verður til, at næmingarnir eru heima, har tað er gjørligt, og annars fylgja teimum tilráðingum, sum koma frá heilsumyndugleikunum so hvørt.
Skúlin hevur tó opið í neyðugum vavi fyri børnum, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, sum t.d. heilsuverkinum og tilbúgvingini annars, og sum ongan møguleika hava fyri ansing.
Hesi foreldur mugu senda teldupost til skúlan, skulatrod@skulin.fo, við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúladagurin hjá hesum næmingum verður frá kl. 8:00 til 12:00.
Vanliga skúlaskipanin er niðurløgd, og tí er talan um serstøðu við avmarkaðum virksemi hesa tíðina. Fyriskipanir verða settar í verk, so undirvísingin kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Kunnað verður á heimasetningunum hjá einstøku flokkunum seinast mánadagin, har nærri boð verða givin.
Talan er um eina undantaksstøðu, sum fyribils er galdandi í 2 vikur. Tamarhald er enn á støðuni í Føroyum, men av tí at støðan í londunum kring okkum er hættislig, verða hesi tiltøk sett í verk fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing í Føroyum. Hvør einstakur eigur at taka ábyrgd fyri sjálvum sær og sínum nærmastu.
Um spurningar ella ivamál eru, eru tit vælkomin at ringja til skúlan ella ein í leiðsluni.
Vinaliga
Vagn Foldbo, skúlastjóri
Írestandi páskaroyndinar hjá 8. flokki verða avgreiddar heima. Royndirnar verða avgreiddar týs- og mikudagin. Tíðarkarmurin hjá 8. Flokki er hesin:
Týsdagin 17. mars - Enskt
08:15 – 09:45 Máluppgáva
09:45 – 10:15 Steðgur
10:15 – 13:15 Framseting
Mikudagin 18. Mars – Støddfrøði
08:15 – 09:15 Fimisrokning
09:15 – 09:45 Steðgur
09:45 – 13:15 Greiðslurokning
Allar uppgávur verða loystar á royndarskipanini Wiseflow, júst sum til vanligar royndir/próvtøkur. Tá royndin er, eru telduvarðar tøkir um eitthvørt átrokandi stingur seg upp. Tá kann teldupostur sendast til:
Torfinn Hentze, torfinnur.hentze@skulin.fo
Eyðbjørn Jacobsen, eydbjoern.jacobsen@skulin.fo
Eisini kann ringjast beinleiðis til Leivur Vitalis á tlf. 780206.
Um næmingar ikki hava atgongd til, ella kunnu fáa fatur á teldu ella teldli til at loysa royndaruppgávunar, kann skúlin veita fyribils lániteldu. Viðkomandi næmingar kunnu seta seg í samband við Leivur Vitalis, varastjóra, á tlf 780206, í seinasta lagi kl 13:00 mánadagin 16. Mars.
Eftir at royndirnar eru avgreiddar, verða uppgávur og tilfar latið næmingunum umvegis vikuætlanina á heimasíðuni. Umráðandi er, at næmingar og foreldur fylgja væl við og kunnað seg um tær uppgávur ið verða lagdar út.
Eri spurningar annars viðvíkjandi komandi vikunum, so er at seta seg í samband við viðkomandi flokslærara.
Vinarliga
Leivur Vitalis
Varastjóri, Á Skúlatrøð
Tlf.: +298-780206
Royndin hjá 8. flokkunum verður framskunda til mikudagin 11. mars. Hetta merkir, at 8. flokkur fer upp soleiðis:
Mikudagin 11. mars - Føroyskt
Hósdagin 12. mars - Danskt
Fríggjadagin 13. mars - Enskt
Mánadagin 16. mars - Støddfrøði
24. feb. til 13. mars er næmingur av læraraskúlanum/setrinum í starvsvenjing í flokkinum. Hesa tíðina arbeiða næmingarnir tvørfakligt í før., søgu/samtíð 0g samfelagsfrøði.
Í samband við at vit hava føstulávintshald mánadagin mangla vit onkran at baka føstulávintsbollar og onkra kaku til mánadain.
Okkurt at drekka fáa næmingarnir í skúlanum.
Vinarliga boða frá um onkur kann baka til mánadagin.
SMS til 226605 ella teldupost
Benjamin, Sølvi, Eli og Rasmus hava boðið seg fram at baka kaku. Vit takka fyri.
Tað nýtist ikki fleiri køkur. Tað er bert til okkara flokk. Vit eru 20 tilsamans ella har áleið. :)
Kristvør hevur boðið seg fram at baka føstulávintsbollar. hetta er sera gott.
Eg rokni við at hetta verður nokk. Stóra takk fyri :)
framløgunr vera í komandi viku. 20.01 í samfelagsfrøði
og 23. í lívfrøði. Minnist til at tit í bólkunum gera alt klárt til tá.
Hósdagin 23. januar fara vit at hava foreldraviðtalur. Byrja verður kl. 13.30. Vit hava valt at seta 10 minuttir av til hvønn.
Tit kunnu senda eini SMS boð til mín á tlf. 226605 við tíðini tað liggur best fyri hjá tykkum.
13:30 Erla
13:40 Sonja
13:50 Sølvi
14:00 Petur
14:10 Eli
14:20 Johannes
14:30 Bogi
14:40
14:50 Sarah
15:00 Benjamin Steðgur 15:10-15:30
15:30 Jancy
15:40 Elisabet
15:50 Jónas
16:00 Xenia
16:10
16:20 Hanna
16:30 Marjun
16:40 Rasmus
16:50 Leivur
17:00 Anitha
Um ikki liggur fyri at koma, og tit hava brúk fyri at tosa við okkum, setið tykkum so í samband við
Torfinnur á tlf. 226605 ella
08.11.2019
Góðu foreldur!
Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur verið staðfestur hjá næmingi í 8. flokki. Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á
www.gigni.fo.
Í vikuni 11-15/11 hava vit verkætlan í 8.fl.
Vanlig tímatalva verður niðurløgd, og vit fara at halda til í Valskúlanum á Garðavegnum11.
Vit møta har hvønn morgun kl. 8, um ikki onnur boð verða givin.
Tit skulu hava pennahús, blokk og matpakka við hvønn dag.
Mín jólabók 2019 er ein familjubók, ein bók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Tekna teg fyri jólabókina 2019 við at trýsta á HER
Klaksvík tann 27. september 2019
Góðu foreldur!
Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur verið staðfestur hjá næmingi í 8. flokki. Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á
Vinaliga
Vagn Foldbo, skúlastjóri
Petra Arge, heilsufrøðingur
Foreldur at næmingi hava í kvøld (16. sept.) boðað frá, at lýs eru at finna í hárinum hjá næmingum í árganginum. Lús ferðast tíverri skjótt millum fólk. Vandi er tí fyri, at næmingar kunnu hava fingið lús. Vit heita tí á øll foreldur - at kemba tykkara børnum. Um tit finna lýs, er neyðugt at fara á Apotekið at keypa okkurt, sum tey viðmæla at vaska hárið við, so lýsnar verða beindar av vegnum sum skjótast. Sí annars faldara frá Gigni niðanfyri.
Við vón um, at øll gera sítt besta at basa lýsnum!
Vinarlig heilsan flokslærarin
Flokkurin hevði í dag, 10. september, vitjan av Hans Edvard Andreasen, sum arbeiðir í Húsinum. Hann segði flokkinum frá samstarvi millum Klaksvíkar kommunu og G!, sum kallast Listarok Hetta samstarv skal kveikja hugin hjá ungum í Klaksvík at spæla rútmiskan tónleik og at syngja. Húsið verður karmur um venjingar, har tey, ið hava hug at spæla, eisini kunnu fáa ráðgeving og hjálp. Um áhugi er fyri hesum, kunnu tit skriva til listarok@klaksvik,fo ella ringja til Hans Edvard á 790406.
Í samband við broyting í kunngerð um upptøku til miðnámsútbúgvingar var kunngjørt, at týskt verður kravt fyri upptøku á búðskaparbreyt, hugbreyt og fyrireikingarbreyt frá 2022. Gjørt verður vart við í skrivi frá Mentamálaráðnum, at hendan treyt IKKI er galdandi fyri teir næmingar, ið byrja í 8. flokki skúlaárið 2019/20. Sí niðanfyri.
Til skúlarnar við framhaldsdeild:
Vísandi til skrivið, ið var lagt út her í gjár, hevur Mentamálaráðið heitt á Undirvísingarstýrið at senda tykkum hesa fráboðan.
Í kunngerð nr. 120 frá 19. juli 2019 um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar hevur landsstýriskvinnan ásett, at 2 ára royndarfyrireikandi undirvísing í týskum verður upptøkukrav til búskaparbreytina, hugbreytina og fyrireikingarbreytina.
Sambært § 2 í broytingarkunngerðini er henda broyting galdandi fyri umsøkjarar, ið søkja um upptøku at byrja útbúgvingina í august 2022 og seinni.
Mentamálaráðið skal boða frá, at broytingin verður sett í verk á tann hátt, at broytingin ikki rakar teir næmingar, ið eru byrjaðir í 8. flokki hetta skúlaárið. Eisini, hóast hesir næmingar søkja á miðnám í 2022 ella seinni.
Ein skiftisskipan verður gjørd, soleiðis at broytingin fyrstani verður galdandi fyri næmingar, sum byrja í 8. flokki komandi skúlaár.
Broytingin viðv. týskum sum upptøkukrav á miðnámi umfatar sostatt ikki teir næmingar, sum í gjár byrjaðu í 8. flokki. Tað er ikki krav, at teir skulu velja týskt fyri at sleppa inn á búskapar-, hug- ella fyrireikingarbreytina í august 2022 ella seinni.
Minnist til at siga mær frá, um næmingur hevur verið sjúkur.
Vh
Beinta
Næmingar í 5., 6., 7., 8., og 9. flokki søkjast til interview um happing á netinum.
Hvussu uppliva ung teirra nýtslu av digitalum miðlum? Hvønn týdning hava ‘likes’, myndir, viðmerkingar og bólkar á t.d. Snapchat, Fortnite, TikTok o.a. fyri tey ungu og hvørjar upplivingar hava tey um happing á hesum miðlunum í Føroyum?
Hesir spurningar vil eg lýsa sum eitt lið í mína serritgerð á Københavns Universitet gjøgnum eina samrøðukanning. Uppgávan hevur til endamál at veita eitt ungdómssjónarmið á kjakið um hvat fevnir seg í lívunum millum tey ungu í Føroyum, tá tað bæði kemur til nýtslu av digitalum miðlum og happing á netinum.
Tískil leiti eg eftir 10-15 næmingum í hesum árgangunum, sum hava hug at vera við til eina samrøðu, ið snýr seg um happing á netinum. Tað kann bæði vera ung, sum sjálvi hava upplivað happing, ung sum hava happað onnur ella ung sum kenna onkran, ið hevur upplivað happing á netinum. Samrøðan kann haldast har sum viðkomandi sjálv/ur velur, t.d. í skúlanum ella egnum heimi hjá viðkomandi og samrøðan tekur áleið ein tíma. Allar samrøður verða sjálvandi dulnevndar, har tað ikki verður møguligt at kenna persónarnir ella aðrar viðkomandi upplýsingar aftur.f
Hevur tú spurningar ella ynskir tú at luttaka, so er møguligt at fáa samband við meg á mail sottosen@hotmail.com ella á telefon 0045 26 13 21 19.
Vinaligar heilsur,
Súsanna í Króki.
Specialelesandi í Pædagogik á Københavns Universitet.
Góðu foreldur!
Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur aftur verið staðfestur hjá næmingi. Vit vilja tí staðiliga heita á tykkum foreldur um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.
Vinaliga
Vagn Foldbo, skúlastjóri Petra Arge, heilsufrøðingur