Flokkar
Føroyskt

Stílur at lata inn 14. sept.

Tú skalt skriva ein stíl, sum er  1 til 1,5 síðu. Skrivað við Times New Roman, stødd 12 og linjuavstand 1,5.

Tú kanskt skriva um, hvat tú vilt, men eitt uppskot til evni er "Summarfrí". Ger tær ómak at orða teg væl, brúka Sprotan, um tær manglar "føroysk" orð, stava so rætt, sum til ber og set reglubrot, punktum og komma.

Stílurin SKAL deilast við meg á Office.

Eg gleði meg at lesa tað, tit finna upp á:-)

Nakrir spurningar til Elin Maria

https://docs.google.com/forms/d/1hibQBi-wM1pq8Aoj3TxAx5oIrxrbQMZY5_hYq6WA0oM

Uppgáva um Brúgvin og mýran

Munnlig roynd í føroyskum

Fyrisøgn til 1. mars

Nú gerast kvøldini myrk og long

Skriva nýggjársrøðu

Vit brúka tímarnar hós. 4/1, frí. 5/1, mán. 8/1, týs. 9/1, hós. 10/1 til at skriva og gera okkum klár til at bera okkara røðu fram. Eg veit, at tað eisini er neyðugt at arbeiða heima. 

Gerið tykkum ómak at skriva tað, tit velja at skriva um, væl, og tá tit eru liðug at skriva, so venjið upplesturin.

Hugsið um tað, eg havi sagt við tykkum í skúlanum.

Eg gleði meg at hoyra:-)

Fyrisøgn til hósdagin 14. des.

Á hvørjum vári eru fimm skótar vanir at fara við einum tjaldi út til hitt vatnið, sum er sunnan fyri okkara bygd. Minnist tú hitt várið, tá ið teir komu við einum báti og fóru at sigla eftir torvi yvir til hitt nesið beint við eina stóra á, sum rennur har? Ein dagin fóru teir niðan á hitt fjallið, sum er vestan fyri dalin. Tá sleit báturin og rak inn undir fossin, og tá ið teir komu aftur at bera tað, sum eftir var av torvi, var báturin næstan fullur av vatni, og hitt torvið, sum teir fyrr vóru komnir við, fleyt í bátinum.

Lesið upp á hesa fyrisøgnina til hósdagin 30. nov.