Flokkar
8. A

Takk fyri góðan Nólsoyartúr

Foreldrabólkar

Á foreldrafundinum mik. 3. okt. 2018 vóru hesir foreldrabólkar gjørdir

Bólkur 1, jól: Miriam, Eydna, Eydna og Malan

Bólkur 2: Sigbjørg, Annika, Sigrun, Lydia og Turid

Um onkur annar ynskir at sleppa á listarnar, sigið mær so frá antin á maria.isaksen@skulin.fo ella á 757077.

Nólsoyartúrur, lagt verður inn so hvørt, vit vita meira.

Synopsuarbeið føroyskt/danskt

Tit skulu lata synopsuna inn fríggjadagin 24. mai.

Tey flestu av tykkum hava fingið ókendan tekst. Lesið tekstin væl og greinið hann eftir greiningarfrymli. Vel tey punktini út, sum nakað er at siga um. Tulkið, t.v.s. setið spurningar til tekstin. Eitt gott byrjunarorð er: Hví?? Berið tekstin saman við kenda tekstin.

Vit brúka danskt- og føroyskttímarnar í viku 21 at arbeiða við hesum, men tað verður eisini neyðugt hjá tykkum at arbeiða heima.

Inni á Teams er synopsuskjalið, ið tit kunnu skriva í.

Munnlig ársroynd

8. flokkur skal til munnliga roynd í føroyskum, donskum, kristni og alis/evnafrøði.

Alis-/evnafrøði er 13. juni. Tit fáa nærri at vita frá Bergi

Kristni er 18. juni. Tit frætta nærri um tað.

Føroyskt/danskt er 24. og 25. juni. Tit frætta nærri um klokkutíðir.

Møguliga verður onkur broyting viðv. kristni, men kunnað verður í komandi viku og á heimasíðuni.

Skrivligu royndirnar í føroyskum, donskum, enskum og rokning eru frá 3. til 7. juni. í fimleikarhallunum.

Takið ummælismappurnar við og latið inn, tá tit fara til munnliga roynd í føroyskum/donskum 24. og 25. juni.

 

Her eru upplýsingar um munnligu royndina í føroyskum/donskum

Vika 30 - 2019

  • Mánadagur
    22. juli
  • Týsdagur
    23. juli
  • Mikudagur
    24. juli
  • Hósdagur
    25. juli
  • Fríggjadagur
    26. juli

Støddfrøði filmar

 

Nakrir stuttir støddfrøðifilmar eru lagdir í mappuna Støddfrøði. Kanska kunnu tit fáa gleði av at hyggja eftir teimum:-)