Flokkar
Føroyskt

Føroyskur samleiki

https://www.lms.fo/fo/kunning/tidindi/flaggdagsroda/ Flaggdagsrøða

https://kvf.fo/non?sid=88755&page=11 Nón 10/12 hetta leinkið er brotið við samrøðuni millum Sjúrð Skaale og Jógvan Skorðheim.

http://kvf.fo/non?sid=88600&page=2 Nón 5/12 Her er okkurt um Gunnar Hoydal umframt :-)

Stílalongd

Stílalongdirnar eru vegleiðandi. Avrikið verður fyrst og fremst mett eftir innihaldinum. 

Føroyskt og danskt:

8. fl. 3000 – 3700 tekn við millumrúmum
9. fl. 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10. fl. 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:

8. fl. 2400 – 3000 tekn við millumrúmum
9. fl. 2800 – 3700 tekn við millumrúmum
10. fl. 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

Sjálvvaldu tekstirnir í november!

Tit hava arbeitt við nøkrum sjálvvaldum tekstum, sum vit fara at tosa um í dag, so vit kunnu gera av, hvørjar vit skulu geva upp til próvtøkuna.

Les stíl tín og fyrireika teg at geva títt íkast, tá "tín" tekstur verður umtalaður - royn og sel hann sum góðan at hava við ella greið frá, hvat tú heldur, at trupulleikin við honum kann vera.

Minnist til, at tá vit hava munnligt, mugu tit hoyrast - her er givið høvi!

Tit kunnu øll fáa betri met til páskirnar, um tit traðka fram og geva tykkara íkast - vís títt virði :-)

Vinnandi stílurin í "Norden"

Trýst á leinki, og tú kanst lesa besta stílin í kappingini, sum Norden skipaði fyri :-)

Havnagenta úr nám x!

Føroyskur Stílur

Vel tær tekst úr Blomstur í kavanum, Eg ikki eg ella Hví stendur tú her-  í LES 3!

Tú velur tekst, sum vit ikki hava havt. Tú greinar og tulkar tekstin og samanber við ein ella fleiri tekstir, vit hava arbeitt við í 10. flokki.

Hugsa um:

Yvirskrift!

Góðan inngang

Viðgerðin av tekstaslagnum

Tulking

Samanbering við kendan tekst

Ein góðan enda

Ger tær ómak, so tú lyftir met títt til jólar ????

Uppseting av framseting

Skriva við ”Times New Roman”
Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
Reglumillumrúm 1.5
Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu
 

Stílalongd

Stílalongdirnar eru vegleiðandi. Avrikið verður fyrst og fremst mett eftir innihaldinum. 

Føroyskt og danskt:

8. fl. 3000 – 3700 tekn við millumrúmum
9. fl. 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10. fl. 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

 

Krøv til høvuðsuppgávuna í føroyskum

Innihald – uppgávusvar –dygdin

Bygnaður – inngang og enda – ikki spurning/svar

Málið – fyndugt/skilagott – teknseting

Sjónliga væl frágingið –

Skrivið at fylgja til høvuðsverkið Barsakh

Blóð

Far inn í arbeiðsbókina á s. 49 og les um rithøvund og hvørjar spurningar, tú skalt viðgera!

Maðurin umborð

Farið inn í arbeiðsbókina til LES3, á síðu 40-43 eru hugskot, tit kunnu taka upp í viðgerini av søguni.

Tit nýta sjálvandi stuttsøgufrymilin eisini - tit finna hann á leinkjuni yvir greiningarfrymlarnar!

Tit kunnu arbeiða saman, um tit hava hug til tað :-)

 

http://snar.fo/les/