Skúlaárið 2018/19

Árligi rennidagurin á Skúlatrøð

Í dag 21. septembur var árligi rennidagurin á Skúlatrøð. Tiltakið byrjaði við upphiting á vøllinum, har næmingar í 10. flokki skipaðu fyri. Síðani vórðu flokkarnir sendir avstað floksvís. Runnið var vanliga teinin eftir vegnum út á Oyrar og aftur til skúlan, har næmingarnir vóru skrásettir fyri teinin, teir høvdu runnið.
Veðrið var ikki av tí allarbesta, men heilt brúkiligt við frískum loti og sól, og áðrenn tað bleiv vindur og regn, vóru børnini komin á mál, har tey fingu sunkist og frukt.
Sum tit síggja á myndunum, vóru børnini glað á túrinum og kunnu fara kropsliga troytt í vikuskifti.