Frávera
Hvør flokkur hevur sína floksbók, sum flokslærarin hevur ábyrgdina av
Floksbókin verður vanliga førd 1. tíma
Frávera verður býtt í trý: við loyvi, uttan loyvi og sjúka
Flokslærarin skal hava fráboðan, tá ið næmingur ikki er í skúla.
Tit kunnu koma við seðli ella senda okkum eitt sms.
Fráboðanin kann koma áðrenn ella beint eftir fráveruna - men helst sama dag ella dagin fyri.
Fær flokslærarin onga fráboðan um fráveru, setur hann seg í samband við heimið
Eru áhaldandi trupulleikar við at fáa fráboðan um fráveru, vendir flokslærarin sær til leiðsluna. Saman við flokslæraranum tekur leiðslan sær av málinum