3.d á bókasavninum
Flokkurin hevur verið á bókasavninum og lænt sær bøkur. Tey hava bókina við heim til frílesing. Tó skulu tey hava bókasavnsbókina við í skúla hvønn dag.
Fyri at gerast ein góður lesari, má ein lesa og lesa og lesa…….. hvønn dag :)
2.d á seturskúla í Svínoy
2. d hevði ein frálíkan túr í góðveðrinum í Svínoy. Børnini spældu og hugnaðu sær úti í náttúruni. Vit lærdu nakað um bygdina og sagnir, sum har til hoyra. Um kvøldið hugnaðu vit okkum við bingo. Takk fyri, at vit sluppu at læna tykkara fittu børn hesar báðar dagar.
Heilsan
Anja og Jónfríð
Føstulávintsmánadagur
Ein góður og stuttligur skúladagur hjá 2. d.
Manga takk Ró og Joen Heini fyri leskiligar føstulávintsbollar:)
Jólastovan
Flokkurin hevur vitjað jólastovuna á valskúlanum. Har gjørdu tey hvør sítt jólatræ, sum tey hava fingið við heim, hoyrdu jólasøgu og fingu holukøkur og saft. Ein sera hugnalig løta.
Jóla - klippidagur
Ein sera hugnaligur klippidagur
Bókasavn
Flokkurin hevur verið á bókasavninum og lænt sær bøkur. Tey hava bókina við heim til frílesing. Tó skulu tey hava bókasavnsbókina við í skúla hvønn dag.
Fyri at gerast ein góður lesari, má ein lesa og lesa og lesa…….. hvønn dag :)
Allahalgannardagur
Í dag 1. november hava vit tosað um dagin til minnis um tey, sum eru deyð á sjónum. Eisini vitjaðu vit minnisvarðan í Klaksvík.
Grækarismessa
Nú eru vit farin í holt við at tekna tjøldur.
Børnunum dámar væl at tekna tjøldur og dvølja við myndirnar. Sigast má, at væl liggur fyri :)
Føstulávintsmánadagur
Ein góður og stuttligur skúladagur hjá 1.d.
Manga takk Alda fyri leskiligar føstulávintsbollar, og takk Tórir fyri pottarnar :)
Jólastova
Hósdagin var 1.d boðin í hugnaligu jólastovuna hjá 10. flokki. Har gjørdu tey hvør sítt jólakort, hoyrdu jólasøgu, dansaðu um jólatræið og fingu kakao og holukøkur
Vit máta
Hesa vikuna hava vit í rokning lært okkum at máta, við ymiskum amboðum.