Góðu foreldur!
Takk fyri seinast. So hugaligt, at tit møttu so fjølment.
Á foreldrafundinum vóru vit samd um at halda fram við tveimum ymiskum foreldrabólkum eins og í fjør. Inni á “foreldrabólkar” síggja tit, hvørjum bólki tit eru í. Sigið okkum frá, um okkurt ikki er í lagi.
Foreldraviðtalurnar byrja komandi viku. Tit síggja inni á vikuætlanini, nær tit skulu til viðtalu um tykkara barn. Um ikki ber til at koma ásettu tíð, eru tit vælkomin at býta um innanhýsis. Men sigið okkum frá, hvønn tit býta um við. Setið tykkum í samband við okkum, um tit ikki kunnu koma ásettu tíðirnar. Annars høvdu vit ein góðan dag úti í Grøv. Vit kókaðu suppu við stormkøki og hugnaðu okkum úti í vøkru náttúruni. Samanumtikið ein góður dagur. Myndir frá degnum úti í Grøv liggja undir "Løtumyndir".
Nú, tríggjar tær fyrstu vikurnar í 2.d eru farnar aftur um bak, kunnu vit siga, at tað hevur gingið væl. Tit eiga sera fitt og arbeiðssom børn. Tey síggja eisini út til at hava tað gott saman.
Vit minna tykkum á at hyggja í penalarhúsið um alt er í , so sum blýantar, viskileður, litblýantar, saksur og límstift :)
Eisini fara vit at takka fyri, at tit fylgja so væl við vikuætlanini og gera heimaarbeiðið til lítar. Tað styrkir næmingarnar nógv, og tey koma glað at vísa okkum.
Gott vikuskifti ynskja vit tykkum.
Anja og Jónfríð