Flokkar
9. A

Munnlig roynd í Søgu/samtíð

Til skulu lesa frá síðu 6 - 85

 

 

 

Royndin í lívfrødi 18/6

Til munnligu próvtøkuna í lívfrødi skulu tit lesa hesar sídur úr  " Lívfrødi 3 " :                                                                                                                     

                                 s. 8 - 55 ,   s. 78 - 100 ,   s. 108 - 114

 

Tit fáa 20 min. í fyrireikingartíd. Tit  koma upp í einum stykki úr bókini  uppá 4 - 7 sídur í part

Royndin verdur í lívfrødistovuni í "Ósaskúlanum". Byrjad verdur kl. 8:15.  Tídirnar koma seinni.

Spyrjitími verdur mánadagin kl. 15:30 í floksstovuni .

Fyri at fáa gódan karakter, er neydugt et lesa væl uppá , at vera sjálvstødugur, og tosa nógv sjálvur um evnid til royndina.

 

                                                                                     Jákup  tlf. 220012

Vika 25 - 2019

  • Mánadagur
    17. juni
    Lívfrødi
    Kl. 15:30 - Spyrjitími í Lívfrødi í floksstovuni
    ( frívillugt )
  • Týsdagur
    18. juni
    Lívfrødi
    Tit møta soleidis til munnligu royndina:

    8:15 Brandur
    8:40 Berint
    9:00 Beinir
    9:20 Bjørk
    9:40 Heri
    10:00 David
    10:20 Daniel
    10:40 Eydolvur
    11:00 Mortan
    11:20 Marta
    11:40 Símun
    12:00 Jákup
    12:20 Bjørt
    12:40 Jóan Petur
  • Mikudagur
    19. juni
  • Hósdagur
    20. juni
  • Fríggjadagur
    21. juni
    Munnlig roynd Søgu/samtíð
    Tit møta soleiðis:
    Kl.
    8.00 Jákup
    8.20 Jóan Petur
    8.40 Marta
    9.00 Mortan
    9:20 Bjørk
    9:40 Heri
    10:00 David
    10:20 Berint
    10:40 Eydolvur
    11:00 Brandur
    11:20 Daniel
    11:40 Símun
    12:00 Bjørt
    12:20 Beinir

Munnlig roynd - føroyskt!

Til royndina fara vit upp í ókendum teksti. Tit fáa 40 min. fyrireikingartíð og próvtøkan er 15-20 min. 

Lærið tykkum at brúka greiningarfrymlarnar, ið liggja á snar. (leinkið er viðfest, og frymlarnar finna tit til høgru á síðuni. - serliga frymlarnir til stuttsøgu, yrking og ævintýr)

 https://snar.fo/folkaskuli/foeroyskt/7-9-flokkur/skrivada-malid/

Tekstir, vit hava lisið og sum kunnu brúkast til samanberingar, eru:

s. 10   Sekstan ár

s. 12   Elska mann tín og stoppa hosur hansara

s. 29   Drongurin, ið átti eina hvíta holu

s. 36   Bøtast má fyri í ár so long

s. 49   Hvar er rás?

s. 50   Tá tú missir teg sjálvan burtur

s. 53   Tornarósa

s. 58   Vart tú í býnum seinasta leygarkvøld

s. 64   Anna Maria

s. 69   Eingin veit á morgni at siga

s. 86   Einbýli

s. 91   Kata - ein seinkaður nekrologur

s.114   Bjarni

s.129   Flóvin Bænadiktsson

s.141   Brúdleypið í Stapa

s.173   Heimkoman

s.181   Meðan verðin sær

s.193   Tað er deyðssjúkt at sita í koyristóli

s.195   Royn at vera fiksur í einum koyristóli

s.199   Gjørdist drápsmaður fyrsta dagin við koyrikortinum

Tit kunnu lurta eftir tekstunum inni á Snar.fo

 

Tit møta soleiðis:

kl.

8.00      Berint

8.20      Beinir

8.40      Brandur

9.00      David

9.20      Daniel

9.40      Eyðálvur

10.00   Heri

10.20   Jóan Petur

10.40   Jákup

11.00   Mortan

11.20   Marta

11.40   Símun

12.00   Bjørt

12.20   Bjørk

 

Munnligu roynd

Tit fara til munnliga roynd hesar dagar:

Týsdag 11. juni í føroyskum

Hósdag 13. juni í donskum

Týsdag 18. juni í lívfrøði

Fríggjadag 21. juni í søgu/samtíð

Munnlig roynd!

9. flokkur skal til munnliga roynd í hesum fakum:

  • Føroyskt
  • Søga
  • Danskt
  • Lívfrøði

Hesa vikuna møta tit í skúlanum á Ziskatrøð.

Seturskúli

Seturskúli hjá 9.a 
Góðu foreldur, mánadagin 20. mai fara vit á seturskúla í Mikladali. Vit verða aftur týsdagin 21.mei.
Kostnaðurin fyri seturskúlan er 200.kr.
Sam siglir kl. 10 mánamorgunin úr Klaksvík og aftur úr Syðradali týsdagin kl. 15.10

At hava við:
Soviposa, kodda, handklæði og tannbust.
Hóskandi klæðir og skógvar.

vh

Petur Páll Mikkelsen

282082

 

Til lærarar, foreldur og næmingar í 5., 6., 7., 8 og 9. flokki

 

Næmingar í 5., 6., 7., 8., og 9. flokki søkjast til interview um happing á netinum.

 

Hvussu uppliva ung teirra nýtslu av digitalum miðlum? Hvønn týdning hava ‘likes’, myndir, viðmerkingar og bólkar á t.d. Snapchat, Fortnite, TikTok o.a. fyri tey ungu og hvørjar upplivingar hava tey um happing á hesum miðlunum í Føroyum?

 

Hesir spurningar vil eg lýsa sum eitt lið í mína serritgerð á Københavns Universitet gjøgnum eina samrøðukanning. Uppgávan hevur til endamál at veita eitt ungdómssjónarmið á kjakið um hvat fevnir seg í lívunum millum tey ungu í Føroyum, tá tað bæði kemur til nýtslu av digitalum miðlum og happing á netinum.

 

Tískil leiti eg eftir 10-15 næmingum í hesum árgangunum, sum hava hug at vera við til eina samrøðu, ið snýr seg um happing á netinum. Tað kann bæði vera ung, sum sjálvi hava upplivað happing, ung sum hava happað onnur ella ung sum kenna onkran, ið hevur upplivað happing á netinum. Samrøðan kann haldast har sum viðkomandi sjálv/ur velur, t.d. í skúlanum ella egnum heimi hjá viðkomandi og samrøðan tekur áleið ein tíma. Allar samrøður verða sjálvandi dulnevndar, har tað ikki verður møguligt at kenna persónarnir ella aðrar viðkomandi upplýsingar aftur.f

 

Hevur tú spurningar ella ynskir tú at luttaka, so er møguligt at fáa samband við meg á mail sottosen@hotmail.com ella á telefon 0045 26 13 21 19.

 

Vinaligar heilsur,

 

Súsanna í Króki.

Specialelesandi í Pædagogik á Københavns Universitet.

Terminsroynd støddfrøði
Royndin, ið átti at vera fríggjadagin, verður mánadagin 25. mars. Sama tíðarætlan er galdandi!

Klaksvík tann 18. mars 2019

 

Góðu foreldur!

 

Onkur nýggjur tilburður av skrubb hevur aftur verið staðfestur hjá næmingi. Vit vilja tí staðiliga heita á tykkum foreldur um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.

 

Vinaliga

 

Vagn Foldbo, skúlastjóri                                                Petra Arge, heilsufrøðingur

 

Umsókn til 10. flokk!

Umsóknarfreistin at søkja/melda til 10. flokk, er útsett til mánadagin 18. mars. Far á leinkjuna HER og melda til.

Tímatalvan hjá 9.A

9. A Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45

Týskt   

Ítrótt  

 Støddfrøði   

Landalæra  

 Støddfrøði   
08:45 - 09:20 Týskt      Ítrótt     Danskt     Landalæra    Støddfrøði  
09:45 - 10:30   Føroyskt   Føroyskt    Lívfrøði Kristni    Alis/evnafrøði  
10:30 - 11:15    Føroyskt      Føroyskt       Lívfrøði  Kristni    Alis/evnafrøði   
11:15 - 11:30  Matarsteðgur  Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:40 - 12:25 Støddfrøði     Alis/evnafrøði   Enskt Enskt  Søga   
12:25 - 13:10 Enskt   Støddfrøði   Enskt    Danskt  Søga   
13:20 - 14:05    Danskt   Listabreyt     Týskt    Sjóvinnu Føroyskt
14:05 - 14:50  Danskt Listabreyt  Týskt Sjóvinnu  

Petur Páll Mikkelsen, flokslærari tlf. 282082

Ongar fílur