Flokkar
9. A

Góðu foreldur!
 

Í heyst hevur skrubb gingið um meginpartin av landinum. Í okkara øki hava fleiri verið smittað, og vit hava biðið tykkum havt eyguni eftir hesum og viðgjørt um neyðugt. Hetta hevur hjálpt væl, men enn er trupulleikin ikki heilt bastur.

Vit vilja tí heita á tykkum um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna og viðgera um neyðugt, so vit kunnu basa trupulleikanum heilt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo


Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri                                                Petra Arge, heilsufrøðingur

 

Spurnarkanning

Spurnarkanning  frá Miðnámi á Kambsdali til næmingarnar!

https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=dNfw7YClIkyTd_dBdHKAYCf05pVASKlGt3eqtL3aFcBUQ0dKNjk3UDJWNERUMlBFUlo2N0FGQ0hWTC4u 

 

 

Starvsvenjing!

GG. Latast inn áðrenn mittnátt mikudagin 21/11

Nú er klárt at velja starvspláss. Hetta gera tit við at klikkja á leinkjuna niðanfyri. Hugsið tykkum væl um; tit fáa eisini nærri kunning um hetta í viku 45. Starvsvenjingin verður í viku 8 og 9.

Skúlavegleiðararnir

https://goo.gl/forms/bhhLLahAl2FZGhOn1

 

Vika 51 - 2018

  • Mánadagur
    17. desember
    Føroyskt
    Møta kl.9.45 í Amarant. Havið eitt oyra við :)
  • Týsdagur
    18. desember
  • Mikudagur
    19. desember
    Lívfrødi
    s. 60 - 63
  • Hósdagur
    20. desember
  • Fríggjadagur
    21. desember

Felags foreldrafundur

 

Mikukvøldið 7. november kl. 19 skipar skúlastýrið fyri felags foreldrafundi í miðhøll skúlans.

 

Skrá:

Ársfrágreiðing
Kaffisteðgur
"Positiv sálarfrøði - hvussu kunnu vit nýta positiva sálarfrøði at skapa sálarheilsu og trivna hjá børnunum?" v/Gitte Klein, lærara og master í positivari sálarfrøði.
Rundvísing í nýggja skúlanum
Skúlastýrið vónar at síggja nógv foreldur til fundin.

 

Vegna skúlastýrið

 

Mildrid á Lógv, forkv.

 

Árligi rennidagurin

Árligi rennidagurin verður í morgin fríggjadagin 21. septembur. 

Aftur í ár verður dagurin fyriskipaður av næmingum í Valskúlanum. Næmingar, ið hava ítróttarbreyt skipa fyri sjálvari renningini.

Fyrstu tveir tímarnar er vanlig undirvísing. Eftir fríkorterið kl. 09:45 fara flokkarnir í floksstovurnar saman við lærarunum (sí yvirlit niðanfyri). Næmingar úr Valskúlanum senda flokkarnar yvir á fótbóltsvøllin, har ítróttarbreytin skipar fyri upphiting. Eftir upphitingina, senda næmingar á ítróttarbreytini flokkarnar avstað, ein og ein.

Farleiðin er tann sama sum seinastu árini, út eftir Oyravegnum. Tá næmingarnir renna heim, renna teir eftir Oyravegnum og venda inn á gøtuna niðanfyri bygningin við Ósánna, og renna so til høvuðsdyrnar. Næmingarnir skráseta teinin, tey hava runnið, í miðhøllini, har frukt og vatn eisini verða at fáa.  
 
Møguleiki er at renna: 2,5 km (tey minstu), 5 km, 7,5 km og 10 km.

Minnist til at leggja kunning á vikuætlanini í dag, um at næmingar hava hóskandi klæðir og skógvar við. 
 
Dagurin endar kl 11:30.

Tímatalvan hjá 9.A

9. A Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45

Týskt   

Ítrótt  

 Støddfrøði   

Landalæra  

 Støddfrøði   
08:45 - 09:20 Týskt      Ítrótt     Danskt     Landalæra    Støddfrøði  
09:45 - 10:30   Føroyskt   Føroyskt    Lívfrøði Kristni    Alis/evnafrøði  
10:30 - 11:15    Føroyskt      Føroyskt       Lívfrøði  Kristni    Alis/evnafrøði   
11:15 - 11:30  Matarsteðgur  Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:40 - 12:25 Støddfrøði     Alis/evnafrøði   Enskt Enskt  Søga   
12:25 - 13:10 Enskt   Støddfrøði   Enskt    Danskt  Søga   
13:20 - 14:05    Danskt   Listabreyt     Týskt    Sjóvinnu Føroyskt
14:05 - 14:50  Danskt Listabreyt  Týskt Sjóvinnu  

Í samband við krúnprinsavitjanina í morgin verður skúladagurin eitt sindur øðrvísið:

1. - 5. fl.:

Kl. 9:20 Morgunsangur

Kl. 9:30 Fríkorter

Kl. 9:45 Ringir inn, og tá skulu allir næmingarnir beinanvegin í floksstovurnar, har viðkomandi starvsfólk taka ímóti teimum.

Kl. 9:50 Flokkarnir at ganga út at stilla upp. Rannvá sendir flokkarnar út.

Kl. 10:10 Krúnprinsafylgið kemur til Ósálund.              

                      Barnagarðsbørn syngja

                      Skúlakórið syngur

                      1.-5. fl. syngja

Kl. 10:30 Krúnprinsafylgið gongur yvir um brúnna og oman í sparikassan, og næmingarnir fara inn aftur í flokkarnar við starvsfólkunum.

 

6.-10. fl.:

Taka ímóti kongsskipinum á bryggjuni kl. 9:00. Flokkarnir fara saman við viðkomandi starvsfólkum og verða eisini við til løtuna við Ósálund. 6.-10. flokkarnir skulu standa á parkeringsplássinum millum 1.-5. flokk og sparikassan.

Síðsti skúladagur!

Tit møta aftur týsdagin 26. juni kl.8.00- 9.30
Fáa ummælisbøkur.
Havið bøkur við, sum tit ikki enn hava latið inn!

 

Munnlig føroysk roynd fríggjadagin 22. juni

Royndin verður í skúlanum á Ziskatrøð ovastu hædd!

Møtið soleiðis:

Kl.8.00               Eyðálvur

Kl.8.15               Jóan Petur

Kl.8.30                Flóvin

Kl.8.45                David

Kl.9.00                Marta

Kl.9.15                Brandur

Kl.9.30                Bjørk

Kl.9.45                Beinir

Kl.10.00              Berint

Kl.10.15              Jákup

Kl.10.30               Daniel

Kl.10.45               Eddi

Kl.11.00               Mortan

Kl.11.15               Símun

Kl.11.30               Heri

 

Mødetid mundtlig dansk 19 - 6

Munnlig roynd - Føroyskt

Tit skulu til royndina lesa eitt brot upp úr tekstinum. So duga stutt at siga, hvat søgan snýr seg um. Harafturat er gott, um tit kunnu lýsa persónar, støð, tíð o.s.fr. - Vit fara upp í kendum teksti, so tá er eingin fyrireikingartíð.

Tit fáa eisini ein lítlan setning at greina: umsøgn, grundlið, ávirki - og benda eitt orð(sagnorð, navnorð)

 

Munnlig ársroynd 8. flokkur

 

 

8.a lær: próvd.:

týsdg. 12. juni Enskt Lærari: RB Próvdómari: Carsten Andersen

fríggjadg. 15. juni Søga  Lærari: PPM  Próvdómari: Emil Jacobsen

týsdg. 19.juni Danskt  Lærari: CA  Próvdómari: Bergljót Johannesen

fríggjadg. 22. juni Føroyskt Lærari: PPM  Próvdómari: Torfinn Hentze

Ársroynd 28. mai - 31. mai

Fleiri næmingar mangla ov ofta grundleggjandi amboð, ið eru neyðug! Hyggið eftir, at penalarhús eru í taskuni við spískaðum blýantum o. ø. 

Greið frá tínum yrki

18. apríl verður tiltakið ”Greið frá tínum yrki”, sum Vinnuhúsið og Yrkisdepilin skipa fyri.
Tiltakið verður í KÍ-høllini mikudagin 18. apríl.

Skráin:
Kl 09:50 – 10:00 vælkomin (í KÍ-høllini)
Kl 10:00 – 10:30 – Handverkarar greiða frá 1. ferð
Kl 10:30 – 10:45 – Steðgur og næmingar skifta høli
Kl 10:45 – 11:15 – Handverkarar greiða frá 2. ferð
Liðugt.

Sostatt verður 8. flokkur ikki til ítrótt 3. og 4. tíma mikudagin. Teir lærarar ið annars hava ítrótt, eru tøkir at taka aðrar tímar í hesum sambandi.

Stutt um ”Greið frá tínum yrki”
“Greið frá tínum yrki” er skipað soleiðis, at handverkararnir/yrkislærd eru saman tvey og tvey í hvør sínum høli. Vit hava seks hølir. Næmingarnir, sum ganga í 8. flokki, verða somuleiðis deildir upp í seks bólkar, har hvør bólkur fer í eitt høli at lurta. Handverkararnir/yrkislærdu greiða síðani frá í 25-30 min. Eftir hetta verður stuttur steðgur, áðrenn næmingarnir rotera einaferð og fara í annað høli at lurta í 25-30 min. Tá tað er liðugt, er tiltakið eisini liðugt.
Sostatt koma næmingarnir ikki runt til allar handverkararnar/yrkislærdu, men fáa eina “smakkiroynd” av hvørjir møguleikar liggja í einari yrkisleið sum handverkari/yrkislærdur. Samstundis hava onnur í flokkinum verið og lurtað eftir øðrum handverkara/yrkislærdum. Hugskotið er soleiðis, at floksfelagarnir eftirfylgjandi kunnu deila upplivingar, og hava fingið eitt inntrykk av, hvat tað merkir at vera handverkari ella yrkislærdur, uttan at skula sita ov leingi og lurta eftir øllum 12 fakfólkunum fortelja.

Áhugaverd grein um nýtslu av fartelefonum! https://www.kristeligt-dagblad.dk/kronik/tag-telefonen-fra-eleverne-mobilfri-skoler-er-vejen-frem

Góðu foreldur og næmingar!

 

Sum nakað nýtt hava vit á Skúlatrøð tikið upp samstarv við Gist&Vist um matpakkaskipan í skúlanum. Hetta merkir, at framyvir ber til hvønn skúladag at bíleggja matpakka heimanífrá, sum síðani verður latin skúlanum til matarsteðgin. Bíleggingin skal tó verða avgreidd áðrenn kl. 7:30 um morgunin. Til ber eisini at bíleggja matpakkar fyri fleiri dagar í senn.

Skipanin byrjar mánadagin 16. apríl 2018, men til ber longu nú at bíleggja. Fyrstu ferð skal tú tó stovna teg sum brúkara.

Til ber at lesa meira um skipanina á: http://matpakkin.fo/til-foreldrini/

 

 

Vinaliga

 

Vagn Foldbo, skúlastjóri

Ferðsludagur!

Vit fara til Havnar á vitjan hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd mánadagin 12. mars.

Vit møtast kl. 7.50 á Sandinum! Bussar koyra stundisliga kl.8.00

Skráin er í myndakassanum!

Havið matpakka við!

Lúsakríggj!


Góðu foreldur

lúsakríggj 24. og 25. februar
Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis.
Vit fara tí at heita á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 24. - 25. februar 2018.
Talan er um eitt felags átak við áheitan frá okkum øllum

Vinarliga

Barnahúsið Margit
Blákollan
Dagrøktin
Dr. Margrethu Barnagarður
Fjallafípan
Mylnuhúsið
Snjallabjalla

Fastalávintsmánadagur

Allir næmingar møta kl. 8.00 í flokshølinum, flokshugni og gera klárt at dansa.

Kl. 9.00 fara 1. til. 5.fl. í miðhøll skúlans at dansa

Kl. 9.00 fara 6. til 8. fl. í fimleikarahøllina at dansa.

Uml. kl. 10.00 til 10.30 er fríkorter (lærararnir, sum eru um flokkin, býta fríkorterið millum sín)

Kl. 10.30 fara flokkarnir aftur í flokshølið at fáa ein bita (flokslærarin/foreldur fáa til vega bollar. (skúlin keypir okkurt drekkandi)

Kl. 11.00 sláa pott

Tá liðugt er at sláa pott, verður farið heim. Snjallabjalla tekur ímóti næmingum frá kl. 11.30

 

Staðseting, tá vit sláa pott:

Um viðrar, eru vit úti.

Um ikki viðrar:

Torg 1: 1. fl.

Torg 2: 2. og 3. fl.

Torg 3 uppi á: 4. fl.

Torg 3 niðri undir: 5. fl.

Fimleikarhøll 1: 6. fl.

Fimleikarhøll 2: 7. fl.

KÍ høllin: 8. fl.

Ítróttarskema

hygg her

Galla!
 Hey 8. flokkar!!

GG. kunnu tit gjalda 150 kr í seinasta lagi 5.des.


Fríggjadagin 15.desembur ætla vvit at halda eitt jóla-galla fyri allar næmingar í 8. flokkum. Og øll eru boðin við!

Vit vera í miðhøllini í Ósáskúlanum. Har verður m.a. matur, okkurt drekkandi, góðgæti, myndatøka, undirhald og mangt annað hugnaligt.

Rúsdrekka er strangliga bannað!! Um so er, at onkur er ávirkaður av rúsi, sleppur man ikki at luttaka í veitsluni!!

Minnist eisini til at uppføra tykkum pent!

Tað einasti tit skulu hava við er eitt gott lag og eitt stórt smíl. Minst til at vera pent ílatin.

Um tit høvdu vilja at hjálpt til, kunnu tit ringja til 272925 ella 228810.

Vónandi fáa vit eitt stuttligt kvøld. Vit síggjast fríggjadagin kl. 18.30 tann 15/12-17:-))

Vinaliga fyrireikarnir (næmingar)  G.G Kjartan Sleidre er ábyrgdarfólk

Foreldrafundur

"Ungur og lìvið

SSP skipar fyri foreldrafundi fyri foreldrunum at næmingunum í 8. árgangi mánakvøldið 20. nov kl 19.00.

Fundurin er í miðhøll skúlans 

 


Vit heita á øll, um at møta "

 

Felags foreldrafundur

9. november kl. 19 skipar skúlastýrið fyri felags foreldrafundi í miðhøll skúlans. Á skránni verður ársfrágreiðing frá forkvinnuni í skúlastýrinum umframt ein fyrilestur við evninum: Tøkni – ein góður tænari, men ringur harri. Teldlar og tøkni er ein alsamt størri partur av okkara gerandisdegi. Bæði við góðum og minni góðum avleiðingum. Foreldur og skúli hava eina avbjóðing í at fyrireika børnini til tað talgilda samfelag, sum tey eru og verða ein partur av. Tað verður Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sum fer at halda fyrilesturin. Eisini verður orðaskifti og kaffi.

 

Møtið fjølment!

 

Skúlastýrið

 

Lærarar í 8.a

Flokslærari: Petur Páll Mikkelsen, tlf. 282082

Føroyskt, søgu og alisfrøði: Petur Páll

Danskt: Carsten W. Andersen

Enskt: Randi Biskopstø

Kristni: Zakaris Hammmer

Lívfrøði og landalæra: Jákup Jacobsen

Støddfrøði: Bina Klakstein

Listabreyt: Katja Kjartansdóttir, Zacharias Hammer, Karl Jóhan Thomsen

Ítróttur: Jákup Mikkelsen, Jórun Høgnesen, Andrias Magnussen, Tina Purkhús

Floksdagur! - hósdagin 22. juni

Hósdagin 22/6: Floksdagur. Útferð fyri 7. flokkarnar: Kl. 9.00: Vit møtast við tunnilsmunnan í Áninum. Vit ganga norður í Strandardal, har vit hugna okkum og eta matpakka.
Uml. kl. 12: Vit eru aftur sama stað, og vit enda har.
Tit skulu vera í góðum skóm og hava matpakka við!
Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Bøkur

Latið allar bøkurnar, uttan Føroyskt, Danskt og Landalæru inn í morgin. Skuffurnar í stovuni skulu eisini ruddast og tømast. Tað gera vit kl. 11.40

Føroyskt - týsdagin 13. juni

Til royndina í føroyskum møta tit soleiðis:

Kl. 8.00   Daniel, David og Berint

Kl. 8.30   Frank, Jóan Petur og Jákup

Kl. 9.00   Heri, Brandur og Flóvin

Kl. 9.30   Olivia, Eyðálvur og Mortan

Kl.10.00   Beinir, Eddi og Bjørk

Hesar søgur skulu tit lesa:

Klokkan ringir                                  s. 7

Í skúlanum                                      s.16

Útiløgudreingirnir á Viðareiði          s.21

Summarkvøld við Rockall               s.28

Slagið                                              s.38

Teir sjey svanirnir                            s.45

Maðurin við spælidósini                  s.55

Munnlig roynd!

7.a skal til hesar munnligu royndir:

Týsdagin       13. juni         Føroyskt

Fríggjadagin  16. juni         Danskt

Týsdagin       20. juni          Landalæra

Seturskúli

Vit fara á seturskúla á Selatrað mánadagin 22. mai - mikudagin 24. mai. Møta á skúlanum mánadagin kl.11.30

At hava við:

Soviposa, skiftiklæði, regnklæði, góðar skógvar/stivlar. 

Kostnaður 250,- pr. næming. Helst havt peningin í morgin, fríggjadagin.

Um onkur ikki fær komið við, mugu tey hava ein seðil um tað heimaifrá!

Carsten og eg hava bilar við, men brúk er fyri tveimum bilum aftrat at koyra. Er onkur, ið fær koyrt mánadagin og komið aftur eftir næmingum á middegi mikudagin.

Vóni vit fáa tveir góðar og gevandi dagar á Selatrað! - og minnist til, at vit eru gestir í bygdini og mugu tí uppføra okkum fyrimyndarligt!

Fylgið við her, um okkurt nýtt verður lagt út!

vh

Petur Páll

Skrivligar royndir! Dagar, har skr. roynd ikki er, er vanlig skúlagongd.

Klaksvík tann 17. mai 2017

Góðu foreldur!

Kostur er sera týðandi fyri okkara gerandisdag, ikki minst hjá børnum okkara. Tað snýr seg ikki einans um at eta seg mettan og sløkkja tostan, men eisini hvørjum tú etur teg mettan av og sløkkir tostan við. Hetta hevur ávirkan á tannheilsuna og evnini at hugsavna seg.

Børn vita, hvat tey vilja hava, men tey vita ikki altíð, hvat er gott fyri tey. Tí hava tey brúk fyri vaksnum at taka nakrar avgerðir fyri tey, m.a. viðvíkjandi mati.

Tað er nógv søtmeti millum børn í skúlanum, og hetta sæst aftur í m.ø. tannheilsuni. Fyri at betra um hetta, vilja vit við hesum heita á tykkum foreldur um ikki at geva børnunum søtmeti í matpakkan og ikki lata tey hava pening við í skúla, so tey kunnu keypa sær eitthvørt í skúlatíðini. Hetta vil uttan iva betra um tannheilsuna og vælveruna annars.

Vónandi verður tikið væl ímóti hesum.

Vinaliga

Skúlin, skúlastýrið og skúlatannlæknin

 

http://www.tvmidtvest.dk/artikel/tandlaege-advarer-nu-ser-vi-konsekvenserne-af-snus

 

"Fyrr og nú!"

Evnisdagar verða frá mikudegi 15. februar til fríggjadag 17. februar. 

 

Klaksvík- fyrr og nú

1.         Svimjing

2.         Fótbóltur

3.         Ferðasamband

4.         Læknavirksemi

5.         Seyðahald

6.         Húsarhald

7.         Klæði

8.         Fiskivinna

9.         o.s.fr.

 Tit skulu lýsa eitt av hesum evnum “fyrr og nú.”

 

Úrslitið skal vera ein framløga, sum skal vera liðug fríggjadagin 17. februar kl.11.00

 

Framløgan kann vera t.d.:

 

myndafrásøgn
filmur (longd 2-5 minuttir)
samrøða (interview av t.d. eldri fólki)
blað
 

t.v.s. okkurt produkt, ið lýsir evnið.bert hugflogið avmarkar

 

 

 

 

!!!Góðan arbeiðshug!!!

 

 

 

 

Lærararnir

Frá skúlastýrinum!

Áheitan á foreldur/avvarðandi! Ein kanning um uppmøting er gjørd á Skúlatrøð, og vísur tað seg, at uml. 10% av skúlabørnunum koma ov seint í skúla hvønn dag. Hetta er ein trupulleiki og órógvar undirvísingina sera nógv. Skúlastýrið hevur viðgjørt málið og heitir staðiliga á foreldur/avvarðandi um at lata børnini í skúla til tíðina.

Vegna skúlastýrið Jórun Andreasen, forkv.

Góðu foreldur

 

Felags lúsakríggj !!!

Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis. 

Vit fara tí at heita á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 28. - 29. januar 2017.

Talan er um eitt felags átak við áheitan frá okkum øllum.

Sí eisini www.gigni.fo

Vinaliga

 

Barnahúsið Margit

Blákollan

Dagrøktin

Dr. Margrethu Barnagarður

Fjallafípan

Mylnuhúsið

Snjallabjalla

Á Skúlatrøð

 

Viðtala í 7.a

Viðtala í 7.a verður týsdagin 17. januar frá kl. 15

Til viðtalurnar verður læraratoymið í 7.a ( Ragnhild, Carsten og Petur Páll)
Næmingarnir eiga at koma við!

Tit møta soleiðis:
Kl. 15.00 Jóan Petur
Kl. 15.15 Jákup
Kl. 15.30 Flóvin
Kl. 15.45 Brandur
Kl. 16.00 Daniel
Kl. 16.15 Heri
Kl. 16.30 Eddi
Kl. 16.45 Bjørk
Kl. 17.00 Mortan
Kl. 17.15 Eyðálvur
Kl. 17.30 Beinir
Kl. 17.45 Frank
Kl. 18.00 David
Kl. 18.15 Olivia
Kl. 18.30 Berint

Um tíðirnar ikki passa, kunnu tit royna at skifta við onkran annan. Annars kunnu tit seta tykkum í samband við meg. So finna vit eina løtu, ið passar.

Gott nýggjár annars og vit gleða okkum at síggja tykkum!

vh. Petur Páll
tlf. 282082
t.post: petur.pall.mikkelsen@skulin.fo

!!! - Viðtalan útsett vegna veður - !!!

Morgunmat mánamorgunin.

Havið eitt oyra við! Vit fara niðan til Jórun kl.8.00

Vit hava fingið lús!

Góðu foreldur og næmingar
Í hesum hugnaligum jólatíðum við jólahugna, ljósum og nissuhúgvum er óbodnir gestir komnir á vitjan. Vit hava hoyrt um bæði børn, ung og vaksin sum hava fingið lýs. Lýsnar trívast í øllum hári - bæði reinum og skitnum, og viðhvørt eru tær so friðaligar at ein ikki kennir skriða. Tí er sera umráðandi at øll kanna fyri lús. Fyri at finna lýsnar er neyðugt at kempa alt hárið við tættukambi. Hárið skal vera vátt og lættast er um balsam er í, tí tá fáa lýsnar ikki flutt seg.
Um tit finna lýs kunnu tit venda tykkum til Apotekið og fáa nærri vegleiðing. Meira kann lesast á heimasíðuni apotek.fo.
Vinarliga
Petra Arge Poulsen og Leila Olsen
heilsufrøðingar

Handaverk og list

 

 

Holdini H/L

Petur Páll Mikkelsen, flokslærari tlf. 282082

Ongar fílur

Útferð í nærumhvørvinum

Ein túrur gjøgnum býin við býbussinum, út á Norðoyrar, í Grøv og á Borðoyarvík.

Vit høvdu ein góðan túr í Mykinesi, tað haldi eg, at øll vóru samd um. Vælkomin at hyggja at fleiri myndum her: http://skulatrod.fo/?p=17&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=348&l=fo

 

 

 

Landsroyndarúrslit

Nú kunnu tit, saman við tykkara barni, fara inn á svar.fo og síggja úrslitini frá landsroyndini.

Kristni - Kristin myndlist í 6. a

Í dag fríggjadagin 26. feb. høvdu vit um kristna myndlist. Vit gjørdu ein spontanan túr yvir í Christianskirkjuna at hyggja eftir stórbæru og ómetaliga flottu altartalvuni, og síðani vóru vit eisini í kirkjukjallaranum og hugdu eftir listarverkunum hjá Edwardi Fuglø um Jesu lív. Beinta greiddi okkum so meistarliga frá um altartalvuna og myndunum hjá Edwardi. Ein sera upplýsandi túrur, sum fangaði áhugan hjá næmingunum.

SSP vitjar 6. a og 6. b

Í dag 19. februar høvdu 6. flokkarnir vitjan av SSP, sum tosaði við næmingarnar um etikk og moral á netinum. Sera viðkomandi og áhugavert, og næmingarnir lurtaðu væl eftir. Allir næmingar ferðast á netinum, og tí er sera týdningarmikið hjá teimum at vita, hvussu teir skulu verja seg sjálvar og onnur á netinum.

Navnorð: felagsnøvn og sernøvn

Í dag fingu næmingarnir ítøkiliga at vita, hvat eitt felagsnavn er, og hvat eitt sernavn er.