Flokkar
9. D

Klaksvík tann 7. desember 2018

Góðu foreldur!

Í heyst hevur skrubb gingið um meginpartin av landinum. Í okkara øki hava fleiri verið smittað, og vit hava biðið tykkum havt eyguni eftir hesum og viðgjørt um neyðugt. Hetta hevur hjálpt væl, men enn er trupulleikin ikki heilt bastur.

Vit vilja tí heita á tykkum um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum, og fara til lækna og viðgera um neyðugt, so vit kunnu basa trupulleikanum heilt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri, og Petra Arge, heilsufrøðingur

 

Í morgin hósdagin 10. januar, 3. og 4. skúlatíma, luttekur 9. árgangur í ungdómsgransking hjá Klaksvíkar Kommunu. Viðkomandi lærarar, umframt flokslærarar, eru á staðnum. Kunning um kanningina niðanfyri:

Felags foreldrafundur fyri 9.d týsdagin 22/1 kl. 19-20.00 í Kí-høllini hjá 9.d

Skrá

Uppmøting/arbeiðslag/ábyrgd heim/skúla

Starvsvenjing

Lívið aftaná 9.fl

Vit vóna at síggja øll foreldur:-)

Vinarliga Tina og Tóra

 

Klaksvík tann 11. februar 2019

 

Góðu foreldur!

 

Av tí at onkur nýggjur tilburður av skrubbi er fráboðaður skúlanum, vilja vit heita á tykkum um framhaldandi at hava eitt vakið eyga við sjúkueyðkennunum og fara til lækna og viðgera um neyðugt. Faldari um skrubb kann lesast á www.gigni.fo.

 

Vinaliga

 

Vagn Foldbo, skúlastjóri Petra Arge, heilsufrøðingur

Kunning í samband við at søkja á gymnasialt miðnám og yrkisnám

Hetta er ætlað teimum, ið gevast í fólkaskúlanum eftir 9. flokk. Kunningin verður í viku 10. Leinkið til umsóknarbløðini letur upp 15. feb. 

https://innskriving.fo/ 

Vika 08 - 2019

  • Mánadagur
    18. februar
    Starvsvenjing
  • Týsdagur
    19. februar
    Starvsvenjing
  • Mikudagur
    20. februar
    Starvsvenjing
  • Hósdagur
    21. februar
    Starvsvenjing
  • Fríggjadagur
    22. februar
    Starvsvenjing

Áheitan til foreldur um fríloyvi

Ársætlan og innlatingar aug-des

Vit hava fingið skrubb

Lesið faldaran og farið til apotekið um neyðugt.

Tað er eingin skomm, men tað er skomm ikki at fara í viðgerð!

Um tit skulu hava mjólk, skulu tit flyta peningin á konto 9865-3080336

Tit skulu senda boð til mín um, hvussu ofta um vikuna, tit skulu hava mjólk.

Kostnaður:

1 ferð 100 kr - 2 ferðir 200 kr - 3 ferðir 300 kr - 4 ferðir 400 kr - 5 ferðir 500 kr

Tímatalvan hjá 9.D

9. D Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45

Týskt   

Ítróttur   Støddfrøði   Enskt   Støddfrøði   
08:45 - 09:20 Týskt     Ítróttur    Lívfrøði      Enskt Støddfrøði   
09:45 - 10:30 Søga Føroyskt    Danskt     Føroyskt   Danskt   
10:30 - 11:15 Søga   Føroyskt    Danskt    Føroyskt    Føroyskt   
11:15 - 11:30  Matarsteðgur  Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:40 - 12:25 Støddfrøði   

Danskt  

Landalæra    Alis/evnaf    Enskt  
12:25 - 13:10 Enskt     Støddfrøði      Landalæra  Alis/evnaf    Alis/evnaf   
13:20 - 14:05  Kristni    Lista/Miðlabreyt    Týskt       Sjóvinna Lívfrøði 
14:05 - 14:50  Kristni  Lista/Miðlabreyt Týskt  Sjóvinna   

 

Lærarar í 9.d

Flokslærari: Tina Purkhús, tlf. 228777

Støddfrøði og danskt: Tina Purkhús

Føroyskt, kristni og enskt: Tóra við Keldu (Anja Norðoy inntil 1/10)

Søga: Zakaris Hammmer

Lívfrøði og landalæra: Bjarni Ziska Dahl

Alis/evnafrøði: Guttorm Matras

Handaverk og list: Katja Kjartansdóttir og Zakaris Hammer

Ítróttur: Jákup Mikkelsen, Jórun Høgnesen, Beinta Vang og Eyðstein Poulsen

 

Kotur til innrita.skulin.net (O365)

Ongar fílur

matpakkin.fo

Góðu foreldur og næmingar!

 

Sum nakað nýtt hava vit á Skúlatrøð tikið upp samstarv við Gist&Vist um matpakkaskipan í skúlanum. Hetta merkir, at framyvir ber til hvønn skúladag at bíleggja matpakka heimanífrá, sum síðani verður latin skúlanum til matarsteðgin. Bíleggingin skal tó verða avgreidd áðrenn kl. 7:30 um morgunin. Til ber eisini at bíleggja matpakkar fyri fleiri dagar í senn.

Skipanin byrjar mánadagin 16. apríl 2018, men til ber longu nú at bíleggja. Fyrstu ferð skal tú tó stovna teg sum brúkara.

Til ber at lesa meira um skipanina á: http://matpakkin.fo/til-foreldrini/

 

Vinaliga

 

Vagn Foldbo, skúlastjóri

 

 

Meginreglur um nýtslu av fartelefon!

Góðu foreldur og góðu næmingar!

Tit mugu lesa hetta væl og tosa saman um tað.

Meginreglur fyri telefonnýtslu

Roknimaskina

Tað er ikki nóg gott at nýta fartelefonina sum roknimaskina, tá ið tit ganga í 8.fl. Tí verða tit biðin um at keypa eina fyri uml. 200 kr antin hjá Olinu (skrivaran á Ziska) ella í Alfa. Har má vera ein sinus (sin)- knøtt á:-)

Tit skulu fáa hetta í ordan í vikuni.

Vh. Tina

Frá First Class til O365

Undir Kunning síggja tit, hvussu tit logga inn á O365. Skrivið ella ringja til mín, um tað ikki riggar :-)

Áheitan á foreldur/avvarðandi!

Ein kanning um uppmøting er gjørd á Skúlatrøð, og vísur tað seg, at uml. 10% av skúlabørnunum koma ov seint í skúla hvønn dag. Hetta er ein trupulleiki og órógvar undirvísingina sera nógv. Skúlastýrið hevur viðgjørt málið og heitir staðiliga á foreldur/avvarðandi um at lata børnini í skúla til tíðina.

Vegna skúlastýrið

Jórun Andreasen, forkv.