Savn

Skúlabørn og krúnprinsahúskið

Í dag var krúnprinsahúskið á vitjan í Klaksvík. Skúlabørnini á Skúlatrøð vóru við til móttøkuna við sangi og fløggum. 1. - 5. flokkarnir tóku ímóti við Ósaskúlan, har skúlakórið og yngru flokkarnir sungu, og 6.- 10. flokkur var á bryggjuni og tók ímóti, tá krúnprinsahúskið kom í land av Dannebrog. Ein væleydnað móttøka, hóast ælini argaðu nakað.

Spæliliðið fingið diplom

Skúlaárið 2017-2018 hava 5 næmingar í 5.b myndað spæliliðið, sum hevur skipað fyri spølum í fríkorterinum fyri 4. og 5. flokk.

Endamálið við spæliliðinum er at skapa trivnað millum næmingar, og sum tað stendur í diplominum, sum næmingarnir fingu, at seta gongd á spæl í fríkorterinum, at elva til felagsskap, at fáa yngru næmingarnar at røra seg, og at vísa ábyrgd.

Skúlin ynskir at takka spæliliðinum fyri árið.