Skúlaárið 2019/2020

Norðurlendsk bókasavnsvika á Skúlatrøð

Norðurlendsk bókasavnsvika
Hesa vikuna er Norðurlendsk bókasavnsvika, og evnið í ár er hátíðarhald í Norðurlondum. Í hesum sambandi hava allir 3. flokkarnir á Skúlatrøð verið á bókasavninum, har skúlabókavørðarnir hava lisið " Pippi heldur føðingardag" úr bókini um Pippi Langsokk.
Eitt hugnaligt tiltak, har næmingarnir hoyrdu um ein heldur øðrvísi føðingardag :)

KÍ-fepur á Skúlatrøð

Skúlagongdin í miðdeildini í dag hevur verið øðrvísi og kreativ. Næmingarnir hava gjørt vimplar og sungið Kí-sangir. Marcherað varð gjøgnum skúlagarð og skúla aftaná ein lívligan morgunsang. Seinni fóru næmingarnir eisini ein túr út í býin at vísa sín stuðul til KÍ, nú finalan verður spæld í morgin. Vit vóna, at KÍ vinnur og ynskja teimum alt tað besta.

5. flokkur og Droya Drós á bókasavninum

Næmingaráðið mannað

Heimsmál og barnarættindi

Rennidagur

Í dag var árligi rennidagurin á Skúlatrøð. Næmingar úr ítróttarbreytini skipaðu fyri upphitingini á vøllinum og stóðu fram við vegnum og ansaðu eftir smærru næmingunum í ferðsluni. Eisini settu teir krossar á hendurnar fyri hvørjar 5 kilometrar. Tá komið var á mál í miðhøllini í skúlanum, fingu næmingarnir sunkist og frukt. Ein vakur og góður rennidagur

Valfundir til næmingaráðsval

Fríggjadagin verður næmingaráðsval á Skúlatrøð, og í hesi vikuni hava valfundir verið á ymsu deildunum í skúlanum.

Fólkaræðið hevur stóran týdning í okkara samfelagi, og tí er tað umráðandi, at næmingar verða tilvitaðir um, hvat fólkaræði er, og at teir hava møguleikan at ávirka sín gerandisdag í skúlanum.

Valevnini hava fyrireikað seg væl og gjørt sítt ítasta fyri at sannføra veljararnar um, hví teir skulu velja júst seg. Tey hava eisini fingið stóra hjálp frá floksfeløgum til at gera plakatir.

Málini, sum valevnini hava sett sær, eru skilagóð og kunnu heilt avgjørt gera skúladagin betri, tá tey koma ígjøgnum.

Hóast kvinnuumboðanin í okkara løgtingi er í so lítil, so eru kvinnuumboðini til næmingaráðið í meiriluta, tá hugsað verður um kynsbýtið.

Dentur varð lagdur á, at valfundirnir skuldu líkjast teimum, vit kenna frá løgtingsvalinum, og tí varð eisini endað við at syngja tjóðsangin. Næmingarnir vístu virðing og dugdu væl at vera á valfundi.

Royðugrót til vatnlitsmálningar

Handaverk og list
Næmingar úr 7. flokki hava síðstu vikurnar samlað royðugrót úr føroysku náttúruni, mjølvað tað og brúkt tilfarið til vatnlitsmálningar

Telduforritan í 4. flokki

Í fjórða flokki fáa næmingarnir nógvar nýggjar lærugreinar. Nakað, sum tey hava verið spent til eru tær seks lærugreinarnar í "handaverk og list".

Tað er skipað soleiðis, at eitt hold hevur eina ávísa lærugrein í 6 vikur, og síðani skifta holdini soleiðis, at tá ið árið er liðugt, so hava allir næmingarnir havt allar lærugreinarnar. Ein av hesum lærugreinum er telda.

Seinasta mikudag fingu allir næmingarnir í teldu ein "ultra-bit". Hetta er ein verkætlan, ið byrjaði í Onglandi, har BBC gav fleiri microbittar út til ein heilan árgang. DR gav seinasta ár út til allar 4. floks næmingar í Danmark, og hava síðani bjóðað 4. flokkunum í Føroyum upp í verkætlanina.

Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á forritan, og at fáa næmingar áhugaðar í forritan og síggja, at forritan er spennandi og kanska ikki so trupult hóast alt.

Miðlaholdið vitjar aðrar vallærugreinar

Skúlin bjóðar fleiri ymiskar vallærugreinar til framhaldsdeildina. Í síðstu viku var miðlaholdið og tók myndir av undirvísingini í nøkrum vallærugreinum.

Vitjað varð í køkinum á Valskúlanum og í køkinum við Ósánna. Tónleikaholdið og evning/hondarbeiðsholdið fingu eisini eina vitjan. Umframt hesar vallærugreinar, so
er eisini sjóvinna, týskt, alis/evnafrøði og træsmíð eisini lærugreinar, ið næmingarnir ganga til í ár.

Soppatíð

Í dag var farið út at leita eftir soppum. Nú er heyst og besta tíðin hjá soppunum, sum niðurbróta allan vøksturin sum fellur til jarðar, so at tilfarið og føðsluevnini í plantunum kunnu endurnýtast komandi vár, tá tað grør av nýggjum. Vit funnu fleiri soppasløg. Tað er ikki altíð lætt at eyðmerkja sopp, um hann er etandi ella ikki, og tí viðmæla vit ikki at eta sopp, uttan onkur serkønur gevur grønt ljós.